
September á altanuni
02.09.2010Vit hava fingið okkum eina nýggja altan í ár, tann gamla bleiv tikin niður fyri nøkrum árum síðani. Eri sera glað fyri altanuna, sjálvt um hon ikki hevur verið brúkt tað stóra í summar :-)
Í morgun er so ótrúliga vakurt, so eg mátti út at takað mynd. Sum hjá flestu fuglfirðingum, so hava vit eisini eitt ótrúliga vakurt útsýni ;-)

Føðingardagskort ella okkurt annað ;-)
26.08.2010Havi gjørt innbjóðingarkort fyri eina fitta diddu sum fyllir 5 ár. Tað bleiv til ein firvald í tveimum støddum, sum eg síðani havi límað saman í miðjuni. Følihornini eru gjørd við pípureinsarum, við eini perlu í endanum. Firvaldurin kann eisini gerast bara til prýði. Eitt gott hugskot er eisini at gera firvaldin til eitt føðingardagskort, har man rullar eitt pappír í miðjuna (larvan) og síðani skrivar eina heilsan til føðingardagsbarnið :-)

Navia diddutroyggja
21.08.2010Halt munn altso, hvat annað kann man gera enn at sita inni og binda? Nú veturin er fyri framman, er gott at fáa eina deiliga troyggju til at hava við í vøggustovu/barnagarð. Tá ið man so hevur bundið nokk av troyggjum til dreingirnar, so finnur man eina fitta lítla diddu, til at verða pynti-dukka. Hendan diddan er so deiliga lítil, so skjótt er at binda ;-) Og tá ið diddan so eisini gongur í vøggustovu, er tað nokk so smart at skriva navn á troyggjuna ;-)

Summarhús hugni í durinum
19.08.2010Havi tapetað mær durin í summar. Helt at tá ið einki summar var (teir dagarnar tá ið tað bara regnaði) so mátti eg royna at koyra summarhugnan inn :-) Havi hongt nógv ymisk gomul, kaseraði spegl inn í durin. Málaði rammuna á teimum stóru hvíta, meðan tey lítlu fingu gulan lit. Eri ikki rættiliga liðug við durin enn, men tað kemur seinni ;-)

Borðprýði við súreplum
30.07.2010Havi sitið og hygga mær í morgun. Gjørdi mær hesa dekoratiónina. Eg havi holað mær eitt súrepli, koyrdi síðani film niður í, soleiðis at blóman eg setti í, fekk vatn. Veit faktist ikki, hvussu blómurnar eg havi brúkt eita, men tær blomstra bara síðst í juli. Sera lætt at gera ;-)

Krakkur
29.07.2010Keypti mær ein trækrakk frá Dugna á Kambsdali fyri einari tíð síðani. Nú eg gjørdi mær durin í stand, fann eg mær krakkin fram og málaði hann gulan og tapetaði hann við tapetinum eg havi tapetað durin við. Lakk skal sjálvandi eisini út yvir tapetið á krakkinum, so at Aron (yngsti sonurin) kann standa á honum. Tað er ikki altíð at Aron røkkur eftir øllum í durinum :-)

Bundið rør við dansiringinum
21.07.2010Í øllum regninum, setti eg meg at binda. Ætlaði mær fyrst at binda mær eina troyggju, men puha... alt for leingi. Steðgaði, tá ið eg var komin upp undir arm, hugsaði at hetta var gott til í summar, so kann eg altíð binda víðari í vetur ;-)

...

Deilig meturvøra frá Stof & Stil
08.07.2010Havi verið inni á heimasíðuni hjá www.stofogstil.dk og fann tað lekrastu meturvøruna. Har eru so deiliga nógvar inspiratiónsmyndir. Her hyggi eg mest eftir til býlið, men tey hava eisini nógva meturvøru til at seyma klæðir. Bókstavarnar helt eg vera ordiliga skegir, og ætli eg mær heilt sikkur at seyma okkurt líknandi. Eftirsum at tað er "summar" hmmm.... so royni eg at lata vera við at gera alt ov nógv inni, men royni at hugna um uttanfyri. OK! í dag er kanska ikki tað besta summarveðrið, men so nýti eg dagin til at hugna um og vitja onkran, ið eisini hevur frí, líka sum eg ;-)

Pip Home stell
29.06.2010So havi eg endiliga funnið døgurðastellið, eg ætli mær at samla uppá. Var ein túr á Glyvrum, tí eg skuldi keypa mær summarblómur, men endaði við at keypa mær tveir koppar við skál. Stellið eitur Pip Home og er frá Hollandi. Tá ið eg kom heim, fór eg at googla uppá Pip Home og fann heimasíðuna www.pipstudio.com, har var bæði stell og alt møguligt annað tilhoyr.

Summardáin við ongum stelki
24.06.2010Hvussu nógv foreldur hava ikki roynt tað, at fingið summardáar sum næstan ongan stelk hava? Ein fitt-ur lítil genta/drongur sum vil gleða mammu sína, við SO fínum blómum. Hon/hann fær eitt klemm og ein muss. Eitt gott hugskot er at koyra vatn í ein kopp ella glas og leggja summardáarnar í. Fitt dekoratión til summarborðið :-)

Summarsligt tapet
14.06.2010So havi eg aftur bestilt tapet ;-) MEGA spent at fara í gongd við at tapeta. Tapetið er frá Eijffinger "Amore di Colore". Haldi, at tað er so deiliga summarsligt. Ætli mær at tapeta mín lítla 70'ara dur.

Novemberkaktus
08.06.2010Tá maður mín og eg giftust, í mars mánaði fyri 11 árum síðani, keyptu vit nógvar smáar urtapottar av Novemberkaktus at pynta borðini við. Tá ið brúdleypi var av, goymdi eg mær ein urtapott. Hann livir í "bedste velgående" men er ikki serliga penur longur. Stamman er blivin brún og hørð, so nú havi eg klipt mær ein avleggara, sum eg havi koyrt í vatn. Vónandi kemur rót á, so eg kann fáa mær eina nýggjari plantu :-) Novemberkaktus sær ikki serliga pen út (haldi eg) men blómurnar sum koma á, er ordiliga penar.

Firvalda kort
06.05.2010Gjørdi hetta kortið til ein sum skifti arbeiði. Ein firvaldur sum flýgur avstað.
Firvaldurin er gjørdur úr einum gomlum kaseraðum kovboybuksum, við glimmur á veingirnar. Føli-hornini eru úr stáltráið og á endanum er ein perla sett í. Tað sama er gjørt til halan á firvaldinum (hmmm.... veit ikki rættiliga um ein firvaldur hevur hala. Ná men OK). Firvaldurin er límaður á eitt tunt pappír, við mynstrið á. Tað tunna pappíri er líma á eitt harðari, litað pappír. Keypti klistrimerkir av gull-firvaldum, sum eg síðani klistraði á tað harða pappíri. Haldi at tað er eitt fitt kort at geva einum góðum arbeiðskollega sum fer aðrar leiðir ella einum sum ferð aðrastaðni í lestrarørindum e.l.

Innbygdur bonkur
23.04.2010Tá ið vit bygdu gongina um og fingu niðurgongd, fekk eg mær ein innbygdan bonk. Hann verður nógv brúktur. Keypti mær tvær kurvar úr Skemmuni at koyra allar húgvurnar, turriklæðini o.a í. Og so ikki at siga tað, at kunna seta seg niður og læta seg í/úr styvlarnar.
Bant mær eina nýggja Kvinnu-troyggju úr Sirri-tógvi, sum eg eisini eri sera glað fyri. Annars er stuttligt at síggja hvussu uppfinnsom fólk eru at binda Kvinnu-troyggjuna í øllum møguligum litum :-)

Taska
19.04.2010Havi gjørt mær eina nýggja tasku. Sama slag sum eg havi gjørt áður. Hesaferð havi eg keypt mær lekkurt toy frá Marjun Heimá. Bandið á taskuni er bundið í 3 strimlum, sum eg síðani havi flætta saman. Bondini eru bundin aftur og fram, ein umgang rætt og síðani ein umgang rangt. Havi eisini gjørt mær ein lumma uttaná taskuni til fartelefonina. Annars so er taskan bundin uppá sama mátan, sum tann fyrra eg havi víst.

Vestar til nýføðingin
10.04.2010
Tey flestu í familjuni hjá mær, kenna hesar vestarnar. Eg havi bundið nógvar eftirhondini. Teir hava mítt yndismynstur úr føroysku bindibókini. Eg eri ikki ein sum dugi so væl at lesa mynstur (tími heldur ikki), so sum oftast geri eg bara mítt egna. Hesar vestarnar havi eg skrivað uppskrift uppá til nýføðingar.
Klikka eina ferð á myndina so hon verður størri, so fært tú lisið uppskriftina.

Korfirmatiónskort
28.03.2010
Meðan alt húsið hevur sovið í morgun, havi eg sitið og hugnað mær við at gera konfirmatiónskort/fermingarkort. Um eg havi tíð, dámar mær best at gera míni egnu konfirmatiónskort.
Ígjøgnum ár og dag havi eg gjørt nógv kort eftirhondini. Havi altíð skrivað til lukku í einum, altso "tillukku". Lurtaði eftir útvarpinum tann eina morgunin, har Jógvan í Lon, málfrøðingur, fekk ein spurning um, hvussu ein skrivar til lukku, og svarið var: til lukku í tveimum orðum. So frá nú av verður alt frá mær av skrivað til lukku í tveimum ;-)

Til konfirmatiónsborðið
14.03.2010Konfirmatiónirnar eru í hondum, og sum sagt, hevði eg eina konfirmatión, at fyrireika á heysti 2009. Alex'sa konfirmatión var svørt, hvít, turkis og gul ;-) Keypti mær nógvar ymiskar fløskur frá Dugna. Fløskurnar vórðu málaði svartar og gular blómur koyrdar í (um várið eru páskaliljurnar góðar at brúka). Stearinljósini vóru turkis, og fingu svartan stáltráð og ein kross hongdan á. Hvítur dúkur við gulum løbara í miðjuni var lagdur á borðið. Borðkortini eru gjørd á telduni.

Konfirmatiónsklæðir til dreingin
10.03.2010Ja, so nærkast konfirmatiónirnar. Vit høvdu eina konfirmatión fyri miðlinginum Alex í heyst. Haldi, tað er so lítið, man sær til konfirmatiónsklæðir, til dreingirnar. Men tíbetur er tað ikki nøkur "lóg" fyri hvat dreingirnir skulu verða í ella hvussu stutt hárið skal verða longur :-) Alex "slapp" at hava langt hár, stríput slips og vest. Ja, ok! "Lógin" hjá mær er at alt skal verða svart/hvítt. Vónandi er hetta inspiratión til allar mammur og pápar at dreingjum.

Langa smala gongd?
04.03.2010Langa smala gongd. Tað eru tað sikkurt nógv sum hava. Helst húsini frá 70-unum. Tá ið vit keyptu húsini, var gongin long, smøl og myrk við ongum vindeygum. Nú hava vit mála alt hvítt, fingið nýggjar hvítar hurðar, harav hurðarnar til køkin og durin hava vindeyga. Og tað eri eg ordiliga glað fyri. Men, men... Sjálvt um tú hevur mála alt hvítt, so er gongin long allíkavæl . So fyri at bróta langa veggin av, tapseraðu vit eitt petti av vegginum við litaðum tapet. Fann eitt gamalt rusta fjósvindeyga, sum eg pussaði, málaði og fekk spegl sett í. Og so sjálvandi yndisliturin hjá mær, turkis mátti eisini koma uppí part.

EL-málari í niðurgongini :-(
23.02.2010Nú vit eru í gongd við at innrætta kjallaran, máttu vit bróta veggin niður til niðurgongd. Hvør hevur sagt, at tað skal verða lætt hmmm... Ná, men vit hava ein ljótan el-málara mitt á vegginum. Flyta hann, puha... nei tað tora vit ikki. So eg fekk ein kassa gjørdan. Hvítan kassa vildi eg ikki hava, haldi tað er nokk at hava hvítar veggir. So eg keypti mær eitt sindur av tapeti og klæddi kassan við tí. Voila! Her er EL-málarin.

Lekkur taska
08.02.2010
Hendan taskan er sera løtt at gera. Taskan er bundin við 2 tráðaðum Navia tógvi, og síðani havi eg brúkt eitt viskustykki frá SkjalmP.
Mannagongd:
Kasta 147 eygu upp á rundstokk nr. 3,5
Bint fyrst 5 umfør svart. Bint mynstrið og so aftur 5 umfør svart.
Síðani bindur tú eitt umfar rangt, og so bindur tú svart 7,5 cm langt.
Tak 20 eygu upp á til honk. Honkin verður bundin føst í kantin. Tak 2 eygu av annaðhvørt umfar, til 10 eygu eru eftir. Bint síðani honkina í ynsktari longd og tak so eyguni uppá aftur til 20 eygu.
Legg viskustykkið í helvt og runda niðaru hornini av og seyma saman. Viskustykkið er størri enn bundni kanturin, so viskustykkið má rykkjast. so tað passar í breidd. Seyma síðani bunda kantin og viksustykkið saman.
Voila! Nú hevur tú eina lekra tasku :-)

Troyggja úr tógvi frá Unique
01.02.2010
Havi bundið eina troyggju til Aron úr Unique tógvi. Haldi, at tógvið er barasta so lekkurt. Hendan troyggjan er bundin úr 2-tráðaðum, men tógvið fæst eisini í 3 tráðaðum. Tógvið verður keypt í grammum og fæst í øllum hugsandi litum. Tógvið er eisini sera gott at tøva við. Keðiligt nokk, so havi eg ikki skrivað uppskriftina niður :-( Men kanska kemur hon eina aðru ferð :-)

Mín sól í køkinum :-)
28.01.2010
Fyri nøkrum árum síðani, keypti eg eina messing ljósakrúnu. Vit høvdu keypt hús, sum vóru frá síðst í 70'unum, har alt var myrktbeisa. Lampan passaði ordiliga væl til stílin tá. Men, eg var ongantíð nøgd við alt tað brúnbeisaða. So vit byrjaði at mála alt hvítt (puha... vit hava keypt nógva hvíta máling eftirhondini). Hvítt bleiv í so hvítt fyri meg. So litir vóru koyrdir ymsastaðni aftur at tí hvíta. Tíðin kom, at eg spreimálaði mína messing ljósakrúnu, og ja... hon bleiv gul. Nú hevur hon so hingið í køkinum í næstan 1 ár, og eg eri barasta so glað fyri hana. Haldi at hon er sum ein sól, sum lýsir upp í køkinum, sjálvt um hon ikki er tendrað. Eri heilt sikkur uppá, at litir ávirka lagið á okkum, tí í okkara køki er lagið altíð gott. Ja, ok, nú veit eg ikki um tað er tí, at maturin er har, ella kanska tað er lampan ;-)

...

Frá 5 til 6 ár
26.01.2010
Puha... so var eg endiliga liðug við kamarið hjá Aroni. Aron er ordiliga glaður fyri songina, bjóðaði beinanvegin einum vini at sova hjá sær. Haldi, at eg havi fingið kamarið eitt sindur meira vaksið. Tann svarti liturin ger, at tað er ein eitt sindur størri drongur, sum býr her. Ja, og nú er gott pláss at spæla á gólvinum. Men inntil víðari tekur Aron alt upp í songina at spæla við.

Tapet frá Eijffinger
20.01.2010
Eri púra vekk í tapetinum frá Eijffinger. Eri MEGA fan av "Baronessen flytter ind", og tá ið hon fer í gongd við at gera rúmini um, brúkar hon næstan altíð tapetini frá Eijffinger. Inni á heimasíðuni
www.mptapeter.dk eru fleiri tapetir at síggja. Eijffinger tapetir kunnu bíleggjast hjá Colorama í Runavík.

Stearinljós ið skiftir lit
17.01.2010
Nú jólini eru farin um bak, er alt so myrkt og keðiligt (tað haldi eg). Fann eg hetta stearinljósið í Runavík. Á myndunum sær tað út sum tað eru 4 ymisk stearinljós, men hetta er eitt og sama stearinljós. Tá ið man setur eld í tað, byrjar tað at skifta lit innanífrá.

Heitur vestur
13.01.2010
Bant tí yngsta soninum ein vest úr Sirri-tógvi. Eg eri blivin púra vekk í tí litaða Sirri-tógvnum, og bant eisini teimum flestu børnunum (sum ikki leggja í at tað prikar) í familjuni vestar í jólagávu.

Aron 6 ár
09.01.2010
Aron fylti 6 ár 8. januar. Eg pyntaði við bókstavum yvir borðinum, og so gjørdi eg nøkur skeg innbjóðingar kort. Eitt tað besta eg veit, er at fyrireika føðingardag (kort, luftballónir o.a.) Ein ordiliga góður dagur :-)

Kamarið hjá Aron
05.01.2010
Kamarið hjá Aron er ikki so stórt, so nú tá ið hann verður 6 ár, sær junior-songin út til at verða ov lítil. Hvat skal man so gera? Tími ikki rættiliga at hava eina stóra song inn í kamari. Aron dámar so væl at spæla Lego á gólvinum. Ná, men hetta er so kamarið hjá honum inntil víðari. Men, eg havi planir um at gera eina song høgt uppi. Havi ein ordiligan handyman-pápa, sum væl tímir at hjálpa mær við øllum mínum hugskotum ;-)

Hyasintir
29.12.2009
Keypti mær hyastintir beint áðrenn jól. Og nú millum jól og nýggjár blomstraðu tær. Havi ligið sjúk nú í fleiri dagar, so tað er deiligt at síggja hyasintirnar líva upp í vindeyganum. Haldi at tær rigga væl sum kontrast til tey kavakløddu fjøllini uttanfyri :-)

Daimsmákøkur
23.12.2009
So havi eg endiliga baka smákøkur. Eg eri ikki rættiliga til tær "vanligu" jólasmákøkurnar. So hvørt ár baki eg daimsmákøkur. Haldi næstan tær eru ein millumting millum smákøkur og konfekt. Tað finnast nógvar uppskriftir upp á daimsmákøkur her á Kvinnu-kjakinum. Eg havi fingið mína uppskrift fyri nøkrum árum síðani frá eini vinkonu.
Daimsmákøkur
200 g smør (smeltast)
100 g sukur
100 g brúnsukur
1 tsk bakipulvur
300 g mjøl
7 ssk vatn
150 g daim (uml. 5 stk)
8-10 minuttir á 180 stig.

Kramarhús jólini 2009
21.12.09
Hvørji jól geri eg mær nýggj kramarhús. Í ár havi eg gjørt hesi kramarhúsini. Fann gamlar toyrestir og perlur. Síðani keypti eg mær ein metur av bandi runt um kramarhúsini. Hetta er so úrslitið. Havi hongt kramarhúsini á eina grein, sum eg havi sett inn í stovuna, inntil jólatræið kemur inn 23. desember :-)

Jólahjørtu :-)
20.12.09
Nú eru bara 4 dagar eftir til jólaaftan. Eg gangi og hugni mær allan desember mánaða við at pynta. Nú haldi eg, at eg havi fingið øll jólahjørtuni upp á pláss. Helt tað var stuttligt at síggja, hvussu ymisk hjørtuni eru. Her eru keypt hjørtu, heimagjørd hjørtu, hjørtu ein kann brúka til ymiskt og onnur sum eru til prýðis.

Jólaheilsan á svávuldós
18.12.09
Í staðin fyri at senda jólakort, kanst tú geva ommum og abbum og øðrum í familjuni eina svávuldós við mynd framman og heilsan aftanfyri. Eg havi brúkt tær stóru svávuldósirnar
:-)

Jólasøla í Leirvík
17.12.09
Tað lýsir so vakurt niðri í bygdini í Leirvík. Beint við tað stóra jólatræið stendur gamli Føroya Banki so vakurt prýddur. Har er jólasøla. Fólk í bygdini hava evnað ymiskt til og sett til sølu. Eg tók nakrar myndir av tí, sum tey høvdu til sølu.

Jóladekoratión og annað gott :-)
15.12.09
Eg eri sera glað fyri ljósablátt / turkis. So eg royni altíð at fáa litin inn í tað jólaliga.

Jólaklokka úr grønlandsperlum

Jólaprýði úr grønlandsperlum
14.12.09
Omma mín og abbi mín sita nógv og perla við grønlandsperlum, og hvørt ár og kanska fleiri ferðir um árið fái eg ymiskt vakurt prýði. Her er tað jólaprýði, sum eg eri sera glað fyri, og sum eg vænti, eg verði enn glaðari fyri, sum árini líða.

Kramarhús til jólatræið

Hjørtur til upphang
11.12.09
Royni hvørji jól at designa mær nýggj kramarhús. Síðsta ár bant eg kramarhús (myndin). Klipti nøkur eyka hjørtur, sum eg seymaði saman, til upphang. Spennandi verður at vita, hvussu kramarhúsini fara at síggja út hesi jólini ;-)

Glansbíløt sum jólaprýði
08.12.09
Ein, sum eg arbeiddi saman við einaferð, hevði eitt gamalt glansbílæt frá tí hon var barn. Hon spurdi meg, um eg ikki kundi kopiera tað, tí dóttir hennara dámdi tað so væl. Men av tí at tað var so slitið og gamalt, vildi hon ikki geva dóttrini originalin. Eg slapp sjálvandi eisini at fáa eitt kopi. Helt sjálv, at tað var so vakurt, at eg mátt gera okkurt við tað. Gamla glansbílætið endaði sum jólaprýði. Til eitt upphang havi eg printað 2 einglar (soleiðis at tað er mynd á báðum síðum) og límað teir saman við tjúkkum pappírið ímillum. Síðani havi eg koyrt glimmur á eingilin.

Jólahosur
07.12.09
So eru jólahosurnar klárar. Eg havi seymað 3 til allar mínar dreingir. Hvønn adventssunnudag koyri eg (jólamaðurin) gávu í til teir ;) Eitt árið seymaði eg jólahosur í jólagávu til øll børnini í familjuni.

Jól á Gróðurstøðini
03.12.09
Eg fór mær ein túr á Gróðurstøðina, sum liggur í Hoydølum, hinumegin Studentaskúlan. Eg var í teimum høghælaðu....hehe...ikki tað heilt rætta outfittið, so veitst tú tað ;o) Men har er alt, sum eg hevði brúk fyri til jóladekoratiónina, so nú er bara at fara í gongd ;)

Jólahjarta
02.12.09
Hugnaligt jólahjarta við íblástri frá Kvinnu nr. 8. Her eru m.a. ribesgreinar knýttar á eitt akslatræ úr tunnum jarni. Prikkuta hjartað er frá GreenGate.

Øðrvísi adventskransur
02.12.09
Eg hevði eina rúgvu av kertiljósum aftan á eina konfirmatión. Av tí at eg brúki sera nógv stearinljós á jólum, fann eg uppá at seta hesi 3 saman við einum kavamanni, fyri at fáa jólahýrin. Retrofatið frá Rice gevur skeiva pippið kontrast, og bleyta kaninskinni bloytir upp.