Um Kvinnu

Vit á Kvinnu vilja skapa eitt rúm fyri okkum kvinnur, har evni í gerandisdegnum hava framíhjárætt. Eitt rúm, har vit kunnu fáa og geva íblástur. Kvinna er ein heild, har blað, heimasíða og tiltøk skulu erta so nógvar sansir sum gjørligt.

Vit hava allar eina serliga søgu at fortelja. Í blaðnum Kvinna fáa hesar søgur besta plássið. Men vit vilja sjálvandi eisini lesa um heilsu, móta, sminku, býli, hava, mat og stjørnur.

Á heimasíðuni kvinna.fo kanst tú ráðføra teg við aðrar kvinnur um júst tað, tú hevur hug til. Við tíðini er tað vorðið soleiðis, at størri og størri krøv verða sett til okkara vitan um líkt og ólíkt. Hevur tú eini góð ráð, ert tú í iva um okkurt, ella hevur tú brúk fyri góðum ráðum, kanst tú vitja heimasíðuna, tá ið tað passar tær best.

Kvinna skipar eisini fyri serligum tiltøkum, har vit hitta aðrar kvinnur úr øllum landinum og í ymiskum aldri.

Sansir geva Kvinnu út.

Vinarliga heilsanir

Annleyg Lamhauge

Blaðstjóri