Leðurpungur í haldaragávu
Tá ið tú teknar eitt árshald (8 bløð) av Kvinnu, fært tú henda serliga leðurpungin, sum tú bara fært frá Kvinnu.
Pungurin er serlig føroysk sniðgáva. Hann er serframleiddur til Kvinnu og fæst ikki til keyps í handlunum.
Pungurin er úr ektaðum leðri. Virðið á leðurpunginum er 250,- krónur!
Tað er føroyski sniðgevin, Svanhild Strøm, sum hevur sniðgivið leðurpungin.
- Pungurin er frekur og femininur. Stílreinur, men við einum twisti, sigur Svanhild. Hon hevur fingið íblástur frá klemmupungunum úr 80-unum, sum eru á veg fram aftur.
Tú kanst velja ímillum trý sløg av leðri: mjúkt ruskinn, metallic silvur og trendy lakk-leður.
Kvinna valdi at biðja Svanhild Strøm um at sniðgeva gávuna, tí vit vilja eggja og stuðla evnaríkum føroyskum sniðgevum. Og vit halda, at Svanhild er ein teirra. Vit á Kvinnu takka Svanhild fyri gott samstarv og ynskja henni allarbestu eydnu!
Stutt um Svanhild Strøm:
Fødd: 05.04.79. Útbúgving: Produktudvikler frá Teko Center DK 2002. Svanhild er best kend fyri klæðini, hon hevur gjørt til Eivør Pálsdóttir. Teir flottu kjólarnar, ofta sæddar til framførslur hjá Eivør. Svanhild hevur eisini arbeitt fyri Deres á Strøgnum í Keypmannahavn, har hon hevur havt alla ábyrgd av sniðgeving til kollektiónirnar hjá kenda amerikanska merkinum “Everlast”. M.a. damu- og harraklæðir undir heitinum streetwear, sportswear og fitness.
|