Hilda Viderø
Familjuterapeutur
Familjuterapeuturin
Hugleiðingar, nú tað stundar til jóla!
01.12.09
Jólini eru gleðishátiðin mikla. Børn og vaksin gleða seg til jóla. Hetta er familjuveitslan burturav. Ungdómar, sum lesa uttanlands, koma heim. Heimið er best á jólum. Væntanirnar eru stórar. Nú er hugni í hásæti. Jólini eru barnanna fest.

Jólagávur skulu keypast. Stuttligt er at ganga í teir pyntaðu handlarnar, og nógv er at keypa. Ein rættvís skipan má gerast. Hvar skulu vit vera hvønn dagin? Hjá foreldrunum? Hjá ommum og abbum o.s.fr. Alt skal passa saman, so øll verða nøgd. Nógvar familjur hava langa siðvenju, sum skal haldast um jólini.

Men! Tað eru eisini tær familjur, sum hesi jól ikki hava ta gleði, tey ynsktu. Árið, ið fór, tók ein kæran, og hetta eru so fyrstu jól uttan maka, mammu, pápa, son ella dóttur. Jú, sorgin er dupult á jólum hjá nógvum.

Tað er ein bólkur í okkara samfelag, ið eg fegin vil kasta ljós á. Ein bólkur, sum mangan er gloymdur. Ein ósjónligur bólkur.

Vit eiga nógv menniskju, sum eru merkt av seksuellum ágangi frá sínum nærmastu. Hetta er ein loynidómur so stórur, at hann má ikki koma fram í ljósið og als ikki á jólum. Nei, hesi so illa eyðmýktu menniskju skulu aftur hesi jólini leita sær skjól í ostaklokkuni.

Tey eru noydd at sita til borðs við honum ella henni, ið gjørdi hesa illgerð, bert fyri at varðveita familjuhugnan. Jú, nógv verður ofrað á familju-altarinum!

Familjan torir ikki at lurta og hoyra tað, sum hent er. Ella hvussu tann misbrúkti hevur tað. Sum tað ikki var nóg mikið! Hvør vil seta seg í støðuna hjá tí misbrúkta?

Og tú, sum ert rakt. Tú tekur alla skuldina á teg. Tí gongur mangur skemmrai fríur, og familjan andar lættan. Deiligt at vit fingu eini friðarlig jól.

At enda vil eg ynskja tykkum, sum aftur hesi jól mugu flýggja inn í ostaklokkuna. Tit skulu vita, at vit eru nøkur, sum hugsa um tykkum! Vónandi fáa tit skjótt eini jól uttan fyri osta-klokkuna.
Gleðilig jól!
Familjuterapeuturin
Hilda Viderø
Hilda Viderø er familjuterapeutur og hevur seinasta árið givið góð ráð í blaðnum Kvinna. Hon hevur egna fyritøku.

Ráðgevar
Jórun KleinJórun Klein er kliniskur dietistur og starvast á Landssjúkrahúsinum. Les meira
Katrina í GeilSmíl við stíli, sigur Katrina, og gevur okkum tølandi stílprei ;)
Les meira
Sigrið HøjstedHon er vitugi coach'urin á Gullkornsiðunum í Kvinnu, sum gevur okkum ein nýggjan vinkul uppá tilveruna Les meira
Hilda ViderøHilda Viderø er familjuterapeutur og hevur seinasta árið givið góð ráð í blaðnum Kvinna. Hon hevur egna fyritøku Les meira
Bloggar
Mais'a: Innbjóðingar til føðingardaginGer sjálv fitt føðingardagsinnbjóðingar til børnini
Les meira
Sminkupungurin: VippukurlararMonika misti vippukurlaran vekk á Ólavsøku, ups :(
Les meira
Elinsa grøna verð: Saft av ribsberjumElin hevur heintað ber og gjørt lekra saft
Les meira
Bit: AtlanticbollinEin á veg upp og ein á veg niður, og hvat so?
Les meira
Ogga gogga gummi blogga: Bingokúlukaka-Svanna hevur gjørt Bingokúlukaka à la Pavlova Les meira
Kjak