Mirjam Haraldsen er fyrsti kvinnuligi løggildi grannskoðari
07.12.2004
Mirjam Haraldsen hevur á middegi í dag sum tann fyrsta føroyska kvinnan fingið prógv sum løggildur grannskoðari – statsautoriseraður revisor. Seinasta próvtøkan var í morgun í Keypmannahavn.

Hetta er eitt so flott avrik, at tíðindi máttu berast á kvinna.fo.

Frammanundan eru tað bara seks, sum yvirhøvur eru løggildir grannskoðarar í Føroyum.

”Tað er torført at gerast statsautoriseraður revisor, bæði teoretiskt og praktiskt, og tað krevur nógv av tær. Mirjam er stak dugnalig og hevur alt tað, sum krevst,” sigur Pauli Ellefsen, stjóri á KPMG.

Mirjam Haraldsen er úr Fuglafirði. Hon er 41 ára gomul og starvast hjá KPMG í Føroyum, ið frá nýggjárinum skiftir navn til SPEKT.

Vit á Kvinnu ynskja Mirjam hjartaliga til lukku við megnar avrikinum!