Lívsneyðug ráðstevna - RFF 30 ár
21.12.2005
Hvussu skal ferðslutrygd skipast í Føroyum? Hetta er yvirskriftin á ráðstevnuni, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd skipar fyri í Føroyum 19. januar, og sum Synergi samskipar.

Er arbeiði títt so ella so tengt at ferðslu/ferðslutrygd í Føroyum?
So ert tú sjálvskrivað/ur til ráðstevnuna. Ráðstevnan vendir sær til ein breiðan hóp, sum onkursvegna er knýttur at arbeiði við ella hevur áhuga í einum væl skipaðum ferðslupolitikki og fyribyrgjandi ferðslu-trygdararbeiði. Eitt nú politikarar hjá landi og kommunum, embætisfólk hjá somu, ingeniørar, arkitektar og onnur, ið fáast við planlegging og bygging av ferðslunetinum, politi, akstovur, bilasølur, tryggingarfeløg og ymiskir felagsskapir. Annars eru fólk, ið onkursvegna hava áhuga í evninum, sjálvandi eisini vælkomin.

Les meira um ráðstevnuna á www.synergi.fo, har tilmelding til ráðstevnuna eisini fer fram.