2007
Demokratia hevur handað sítt álit
19.12.2007
Demokratia hevur í dag, 19. desember 2007, handað álit sítt til landsstýrismannin í javnstøðumálum Bjarna Djurholm. Í álitinum verður greitt frá nevndararbeiðinum, og eisini hevur nevndin gjørt fleiri tilmæli til, hvussu kann arbeiðast víðari fyri at økja um kvinnuleiklutin í politikki.

Tað var eftir tilmæli frá Útnorðurráðnum, at landsstýrið samtykti at seta eina nevnd – Demokratia – til tess at økja um kvinnuleiklutin har, ið politiskar avgerðir verða tiknar, tvs. bæði í lands- og kommunalpolitikki.

Tað er óvist, um Demokratia fer at halda fram í 2008. Nevndin hevur arbeitt í hálvtannað ár og skal eftir ætlan niðurleggjast um ársskiftið. Tjóðveldi hevur lagt uppskot fram um, at nevndin skal halda fram í 2008, men uppskotið fall burtur, tá ið løgtingsval varð útskrivað.

Les meira um Demokratia á www.demokratia.fo.