
Stuðulin til ættleiðing hækkar 1. januar 2009
23.12.2008
Frá 1. januar 2009 hækkar stuðulin til ættleiðing úr 50.000 til 75.000 krónur.
Síðani á sumri 2007, hevur nevndin í Ættleiðingarfelagnum arbeitt miðvíst fyri, at stuðulin til ættleiðing varð hækkaður. Tað eitt samt løgting, sum atkvøddi fyri broytingingini.
- Nógv samskifti hevur verið við landsstýrisfólk og løgtingslimir, og nú er komið á mál. Hetta vísir, at hóast politiska skipanin mangan man tykjast tung at fáast við, so kann bera á mál, um arbeitt verður miðvíst við tolni, sigur nevndin í Ættleiðingarfelagnum á heimasíðu síni aettleiding.fo.
Nevndin fegnast um, at stuðulin verður hækkaður og takkar øllum teimum, ið hava gjørt hetta møguligt, serliga løgtingslimum og landsstýrisfólkum.
Í nevndini í Ættleiðingarfelagnum sita Heðin D. Poulsen, formaður, Anna Magnussen, Anja Andreasen, Alis Eidesgaard og Olaf Olsen.