Sambært presti eru jólini næststørstahátíðin í kirkjuárinum. Hetta er høgtíð við lít og har eru bæði jólaveitslurundan jólaaftan, sjálvi jólini og so dansikvøldini aftaná. Eisini renna jólinisaman við nýggjárinum, sum eisini er veitslukent. So tað er um at finna út av,nær man skal taka fjarðarnar uppá og nær man skal spara teir. Vanligt er, atsjálv jólahøgtíðin er meiri sámulig, meðan nýggjárið er meiri brúsandi ogchampagnukent.
Summi hava lyndi til at vera í so sámulig umjólini, yvir í tað óhátíðarliga og nærmast keðiliga, tí tað kann tykjast teimumtrupult at finna rætta hátíðarstevið í klæðunum. Til tey er at siga, at fyritað fyrsta so sæst ikki nógv aftur í troðkanini á kirkjugáttinijólaaftanskvøld, tá øll vilja byrja hátíðina við jólaevangeliinum. Fyri taðnæsta eru tey flestu í kirkjuni í frakka og stórum turruklæði, og fyri taðtriðja, so er jólaboðskapurin so gleðiligur, at ongin má spara seg, men lataseg so vakurt í sum til ber. Teyflestu duga sær hógv og eg havi ongum møtt enn í kirkjuni, sum man kundi dømtat vera farin út um mark.
Til veistlukvøldini annað jólakvøld,nýggjárskvøld og hini dansikvøldini eru stórmaskaðar nylonsokkar og fjarðarokaltíð ein sikkur og bíligur treffari at pifta jólkjólan upp við. Rulla háriðupp á gammeldags rullur, toupera tað og set ein flottan hárboyla ovast. Far ídansiskógvarnar á la “Vild med dans”, stramma belti á smalasta staðið ákroppinum og set eina stoffrósu á – tær eru á veg inn aftur og tú kanst akkuráttað sama vera trendsettarin. Eftir er at fara í langu silkihandskarnar fráKatrinu Christiansen, áðrenn leiðin gongur oman í býin at dansa.