Sigrið Højsted
Life Coach
Life Coach
Liv í NÚ'inum
01.12.09

Nú beint undan jólum kundi eg hugsað mær at givið tær eina avbjóðing! Eina lítla avbjóðing, tó at hon eisini kann tykjast stór. Í øllum førum er hon einføld. Boðini eru: Liv í nú’inum!

Dugir tú hetta, so hvørva flestu trupulleikar eisini, um ikki allir.

Strongd og trupulleikar standast oftast av tí, ið vit ímynda okkum og stúra fyri í framtíðini, ella av tí ringa, ið er farið fram í fortíðini. Og vit hava ongar møguleikar at broyta tað, ið er hent – møguleikin er bert at broyta okkara hugsan um tað ella at góðtaka tað, ið er farið fram. Og tað, ið vit stúra fyri í framtíðini, fer kanska ongantíð at henda, so hví nýta so nógva tíð upp á tað? Men løtuna her og nú, hana hava vit, og í henni eru óteljandi góðir møguleikar.

Tað ber ikki til at vera stressað og til staðar í nú’inum samstundis. At vera í nú’inum ger tað møguligt hjá tær at handfara og megna alt, so hvørt tað natúrliga kemur til tín. Strongd hinvegin kemur av tínum tørvi á at hava eftirlit.

Tú kennir á tær, at tú missir tamarhaldið, tá ið tú hevur óloystar trupulleikar og uppgávur á láni. Men tørvurin á eftirliti og tamarhaldi hvørvur, tá ið tú ert til staðar í nú’inum. So hóast bunkin á skrivaraborðinum bíðar ella onnur mál á arbeiðsplássinum ikki eru avgreidd undan jólum, ber til hjá tær at njóta løtuna og dagarnar heima saman við familjuni, um tú ert tilvitað um at verða verandi í nú’inum.

Arbeiðsuppgávurnar hvørva jú ikki av, at tú hugsar um tær alla tíðina!

Hetta at liva í nú’inum ella at njóta løtuna er sera umráðandi, tí lívið gongur fyri seg her og nú. Og spurningurin er, um tann, ið brúkar meginpartin av tíðini í fortíðini ella framtíðini, kann siga seg at hava livað!? Hetta er kanska at gera ov nógv av... men okkurt er um tað.

Hugsa um, hvussu nógva tíð, tínir tankar eru í fortíðini og framtíðini. Royn at skifta fokus, hvørja ferð tú gerst varug við, at tankarnir leita aftur ella fram í tíðina. Far inn aftur í løtuna beint nú, har lívið er – og ven teg at góðtaka tað, sum er, og at verða takksom og opin við ongum fyrivarni, ekka ella stúran.

• Eygleið eitt barn, ið etur morgunmat, og virðismet tað vakra í tí.
• Hygg at maka tínum við ongum fyrivarni og verð takksom fyri, at tit eru saman.
• Bjóða tær til at vaska upp viðhvørt, og lær teg, meðan tú gert tað, at kenna fløvan frá heita vatninum, gleðast um, at gløs og talerkar verða rein eins og at hini í familjuni kunnu taka sær av løttum. O.s.fr.
• Tað snýr seg í stuttum um at liva beint nú, at steðga á og uppliva lívið við øllum sonsum. Tá gerst lívið litríkt og áhugavert.
 
Tað tekur tíð at læra hetta, um tú ert von at hugsa nógv um fortíð og framtíð. Men við venjing ber til, og er hetta eitt ómetaliga gott amboð ímóti bæði strongd, angist og tunglindi. Lívið er títt...

Life Coach
Sigrið Højsted
Hon er vitugi coach'urin a Gullkornsiðunum i Kvinnu, sum hvørja ferð gevur okkum kvinnum ein nyggjan vinkul uppa tilveruna.
Heimasiða: dik.fo
Ráðgevar
Jórun KleinJórun Klein er kliniskur dietistur og starvast á Landssjúkrahúsinum. Les meira
Katrina í GeilSmíl við stíli, sigur Katrina, og gevur okkum tølandi stílprei ;)
Les meira
Sigrið HøjstedHon er vitugi coach'urin á Gullkornsiðunum í Kvinnu, sum gevur okkum ein nýggjan vinkul uppá tilveruna Les meira
Hilda ViderøHilda Viderø er familjuterapeutur og hevur seinasta árið givið góð ráð í blaðnum Kvinna. Hon hevur egna fyritøku Les meira
Kjak
Bloggar
Mais'a: Innbjóðingar til føðingardaginGer sjálv fitt føðingardagsinnbjóðingar til børnini
Les meira
Sminkupungurin: VippukurlararMonika misti vippukurlaran vekk á Ólavsøku, ups :(
Les meira
Elinsa grøna verð: Saft av ribsberjumElin hevur heintað ber og gjørt lekra saft
Les meira
Bit: AtlanticbollinEin á veg upp og ein á veg niður, og hvat so?
Les meira
Ogga gogga gummi blogga: Bingokúlukaka-Svanna hevur gjørt Bingokúlukaka à la Pavlova Les meira