Bloggar
03.12.09
Hevur tú áhugað fyri innrætting? Elskar tú lekrar litir og dámar væl lekkur ting? Ella ert tú meiri til móta ella stuttligar søgur?
Fylg við bloggarunum á Kvinna.fo, sum regluliga leggja nýtt tilfar út til tín at lesa og fáa íblástur frá.
Petrina bloggar um móta. Hon gongur runt í havnar gøtum, og sær spennandi fólk og klæðir. Eisini hevur hon fingurin á pulsin, tá tað kemur til móta úti í heimi. Svanna býr í Keypmannahavn og sneytar runt í býnum har. Hon kemur hvønn dag fram á mangt og hvat, sum hon so bloggar um. Maibritt elskar litir og lív og fram um alt dagdvøljur. Hon klippur, seymar, málar, tapetserar og bindur. Tekur myndir og vísir okkum, hvat hon nú hevur funnið uppá.
Kom inn her regluliga at síggja okkurt nýtt og lekkurt.