Ein didda
Og so var eg mamma til eina fantastiska fitta gentu :o)
Tíðin áðrenn diddan kom skuldi ganga við at fyrireika ymisk ting, so sum at seyma pútur til barnasongina og seyma eina uglu ella tvær...men við danska summarhitanum bleiv tað til onkis. Huff tað var strævið, og er tað eitt sindur enn. Eg eri konstant um at bresta av hita. Gleði meg til ein bítandi kaldan vetur.
Tað einasta av kreativum tingum eg fekk gjørt var 3 sjálvklistrandi hvalar, sum prýða pusluborðið og eitt órógv. Hvalarnir eru teknaðir upp á svart sjálvklistrandi pappír og klipt út. Tá diddan verður troytt av teimum, klippi eg bara eitt nýtt djór út. Hon hyggur annars intenst at hvalinum, tá hon verður skift.
Firvaldarnir eru kliptir úr litføgrum gávupapíri og eini gamlari bók. Klipsa saman í fleiri løgum og klistra fast í einum pappskýggi, sum aftaná bleiv límað við gávupappíri. Órógvið hongur ikki uppi enn, men tað kemur nokk.
Bingo køka
Eg gjørdi Bingo-smákøkur til ein kollega, sum gavst á arbeiðsplássi mínum herfyri. Kollegain dámdi tíbetur sera væl smákøkurnar, men sjálv helt eg ikki tær eydnaðust. Tíverri hevði eg gjørt dupulta portión av køkudeiggi, so nú vóru góð ráð dýr. Eg gavst við at gera fleiri smákøkur - ístaðin bakaði eg ein botn av smákøku deigginum.
Googlaði meg fram til, at rossaber (brombær) hóska seg væl til lakress.
Frá kaos til eina lekra lakress pavlova við sjokolátu í, róma omaná saman við rossa- og hindberum.
Bingo uppskriftin er frá "Kvinnan_41"
Botnur:
4 eggjahvítir
100g sukkur
100g putursukkur
100g sjokuláta 70%
100g bingokúlir
Knúsa bingokúlir og sjokolátu - best er at goyma bingokúlurnar í køliskápinum og síðani knúsa tær í hvirlu. Píska eggjahvítarnar stívar og rør sukrið og putursukrið í. Vend síðani kúlurnar og sjokulátuna í.
Skal bakast í 1 tíma við 125 gradir.
Omaná:
250 ml róma
1 pakka rossaber
1 pakka hindber
Koyr stíva róman á kakuna og stoyt berini omaná.

Ongin neyðsemja her!
"Tað fór at blíva kalt í einum vissum staðið, áðrenn eg fór at brúka eina standard svarta pusle tasku sum oftani fylgur við vogninum" var nær um tað fyrsta, eg hugsaði, tá eg sá tvær strípur á graviditets testinum. Mín termin nærkaðist alvorliga, og eg hevði leitað nógv - tó uttan eydnu. So ein dagin fóru eg og lítla systir mín ein túr í Illums Bolighus. Tað var kærleiki við tað sama og eg bíleggi taskuna frá Øreskov við brestin. Eg havi lovað, at hvørki eg ella íbúð okkara skal gerast alt ov pregað av einum elskaðum barnið...men mongum brestur ætlan, tó ikki enn og vónandi slett ikki :o)
Barsil
Ogga gogga gummi blogga fer nokk at dreyða seg eitt sindur um børn, barna interior o.a. í ein tíð. Eg eri nemligani við barn og havi termin um átta dagar. Eg nýti síðstu frítíðina áðrenn barnið kemur og royni at stákast og gera alt klárt. Danska summarið er ófantaliga heitt :-/ men tað gongur nokk. Vognur, barnasong, pusluborð og barnaklæðir eru keypt. Tað er ikki heilt bíligt at fáa eitt barn...men eg vænti tað man so fær vigar upp og meiri enn.
Niðanfyri er Povl Kjær´sa Roking Lamb. Haldi tey eru to die for og tað er prísurin tíverri eisini. Eg má heldur fara og samla flóskur meðan eg trilli :o)
Ein sera fiks song
Helligens hetta er
ein snild song. Hon fyllur jú onki um dagin, ella tá man ikki hevur brúk fyri henni. Genialt - eg vil hava!
Leingi livið Rabarban
Eg elski rabarbur! Havi tað nokk við rabarbum, sum danir hava tað við jarðberum - rabarbur vekja einans góð minnir hjá mær :-)
Eg gjørdi ta nemmastu rabarbukompottinina herfyri (sí myndir niðanfyri).
Skar eitt bunti av rabarbum í passaligar skivur - kókaði líka mongd av vatni og sukuri (havi altíð eina stong vanilju liggjandi í sukurskálini). Tá siropurin var komin upp á kók, stoytti eg hann yvir rabarburnar og lat lok á ílatið í 10 min. Síðan koyrdi eg siropin í grýtuna aftur og lat koma upp á kók aftur. Stoytti aftur oman á rabarburnar og lok á í 10 min. Enn einaferð tók eg og stoytti siropin í grýtuna, lat koma upp á kók og at enda oman á rabarburnar aftur.
Á hendan hátt kókar tú ikki rabarburnar, men tær gerast deiliga moyrar og søtar.
Rabarbukompottin smakkaði herligt aftur við vaniljuísi.
Color me AJ
AJ lampan av Arne Jacobsen frá 1957 er nú at fáa í fimm litum: sand, reytt, petroleum, gulum/grønum og ljósa bláum.
Haldi so avgjørt at tær eru flottar, men men... mær dámar tær best í hvítum og svørtum.
Hevði tó neyvan sagt nei til eina í petrolium.
Gott vikuskiftið øll somul!

Pyntiringar
Hetta er ein so fittur og bíligur máti at prýða veggin.
Broderingsringar við ymiskum toyrestum í.
So kanst tú jú bara skifta stoffið eftir árstíðunum, humøri ect

finsk føroysk svensk
...faktist havi eg sjálv hacka eina Ikea máttu
NÄCKTEN fyri 8 kr...nemligani okkara Iittala máttu til vesið.
Vil líka siga, at eg altíð sjávl havi verið ímóti at hava máttur á einum vesið ella í hvørtfall tætt við kummuna :o) Men tá tú ikki hevur gólvhita...so er tað himmalskt at standa og busta tenn á eini fluffy máttu. Eg teknaði savoy vasan hjá Alvar Aalto upp og kliptið síðani eftir forminum.
Outside the box
Mær dámar SERA væl tankan, at keypa eina vøru og so nýta vøruna á annan hátt, enn hon var ætlað.
Á síðuni
Ikea Hacker vísa fólk, hvussu tey hava "hakkað" eina
Ikea vøru...og hví ikki?
Skammulin Benjamin verður nýttur á nógvar aðrar mátar og oftani útklæddur.
Hví hava sama skammul sum 19 mill. onnur, tá man kann við t.d. krit máling broyta og gera skammulin serligan?!
Gleðiligar Páksir (better late...)
Mær leingist altíð nógv heim til Havnar og fam. um høgtíðir.
Eg og maðurin hava enn ikki okkara egnu Páska siðvenju fyri uttan, at slappa nógv av, eta lamb og nógv annað gott so sum seriøst góða sjokolátu.
1. apríl hava vit eina siðvenju at lumpa hvørt annað. Í ár koyrdi eg bláa matliting í mjólkina. Reaktiónin frá manninum gjørdi mín 1. apríl :o)
Danskur brúðar bloggur
Eg elski alt viðv. brúdleypum! Áðrenn eg giftist kundi eg brúka tímar uppá brúðar bloggar... teir eru ein sera góð og ókeypis kelda til íblást, um man sjálvur stendur fyri tørn:o)
Elizabeth handan
"Pretty Chic Blog" skrivaði til mín herfyri og spurdi, um hon kundi blogga um okkara brúðardag. Tað vildi eg fegin og tað bleiv til heili trý innlegg.

3 x Sofaborð
Fastur mann mín, var ein túr til kaffe síðsta ár. Hon hevur nokk hugsa: "Hví í allari víðu verð hava tey ikki eitt sofa borð?", tí á jólum til økologiska Skællings gás, gav hon okkum trý perfekt teak indskuds borð í gávu. Hon hevur sjálv arvað tey frá hennara fastur.
Borðini passa væl inn til okkara, og so slapp eg frá at taka eina avgerð, um hvussu okkara sofaborð skuldu síggja út. Takk Jórun fastur :o)

Vit hava nú altíð Heims Atlasið standandi frammi. Kemur væl við oftani!
Eitt nýtíðar slott
Um tú goymur upp á ein lítlan royalist ella er ein inkarnerað av slagnum, so mást tú hyggja at DR1 í morgin kl. 20.00. Krónprinsparið hevur fingið sett teirra vetra býli á Amaliuborg í stand. Parið ynksti sær eitt nýtímans heim/slott og í tí sambandi hava tey bjóðað tíggju listarfólkum (nýggju menn og eina kvinnu) at prýða veggirnar á slottinum. Kathrine Ærtebjerg, Tal R og
Olafur Eliasson eru nøkur av listarfólkinum, ið hava prýtt ávikavist køkin, Fredriksa skrivstovu og trappuna.

Eitt foxy Hotel
Eg ynski mær at sova, um ikki annað so bara, eina nátt á
Hotel Fox.
Tá Volkswagen Fox bilurin skuldi lancerast í Danmark vóru 21 altjóðað listafólk við royndum innan grafiskari sniðgeving, urbanari list og myndaprýðing boðin at innrætta hvørt sítt rúm til eitt
Hotel Fox mitt í Keypmannahavn. Úrslitið er eftir mongum at døma eitt hitt mest áhugaverda og nýskapandi hotellið yvirhøvur!
Men hvat kamar skuldi man valt sær?
StofMM
Eg búgvi uml. 2 min frá Fiskatorginum í Keypamannahavn og havi ein fastan túr ígjøgnum torgið.
Fyrst inn í
Stof2000, síðan uppá og í Top Shop, yvir í Monki runt um til Søstrene Grene og so inn í H&M. Niðirundir aftur inn í Føtex, keypi blomstur á veg út og so kanska líka í Helse at keypa eina
Müslibar.
Túrurin kostar mær oftast 2 pakkar øko mjólk, breyð og kanska eina mini fløsku Atsi í Søstrene Grene pluss eitt rest stykki frá
Stof2000 til 15 kr.
Tann dagin
Stof2000 lat upp í Fiskatorginum á Kalvebod var eg SERA glað. Har finnur man mangt og hvat...tó er handilin ljósár vekk frá service og sjarmu sum Marjun Heimá:o)
Nips, nips og aftur nips
Um tú ert til feminin nips og stuttlig curiosa, so er
Girlie Hurly nakað fyri teg. Handilin liggur á Istedgade og stendur til at sprongja við sum eigararnir siga "Gaver til enhver lejlighed - også din egen..."
Eg gekk ein túr framvið ljósareyða haldilin nú eitt kalt kvøld og tók nakrar myndir av teirra mongu sýnisgluggum.
Less is more
Eg eri spurd nakrar ferðir, hvar sofa okkara er frá, síðan Kvinna nr. 08 kom út.
Tað tók mr. K og mær eitt sindur meiri enn 2 ár at finna eina sofu. Eg ynksti mær eina ull sofu, tí tað er mest fjálgt og mr. K ynskti eina sofu, har hann kundi liggja strektur (hann er nokkso høgur).
Less frá Bolia.com var í ull og nóg lang til mr. K, og so var hon ikki so dýr. Vit skundaðu okkum at keypa puffin, tá hann eitt ár seinni bleiv framleiddur. Tað góða við ikki at hava puffin fastan í sofuna er, at man hevur fleiri møguleikar at innrætta sína stovu, og at puffurin kann brúkast sum eyka sitipláss.
Loppur í Forum

Eri á veg til loppumarknað í Forum. So um tú ert stødd í Keypmannahavn, so er at skunda tær;o)
Eg vil búgva í COS handlinum
COS er eitt systirfelag hjá H&M. Klæðini eru minimalistisk, klassisk og modernaði. Minna meg nógv um Calvin Klein also mega minimalistiskt...ná mær dámar sera væl klæðini, men mær dámar enn betur interiørið í handlinum á Østergade 35 (heilt niðri á Strøget). Runt í handlinum eru smáar nichur við svart lakeraðum CH25 Wegner stólum og Poeten genialasta sofan hjá Finn Juhl saman við lampum frá 1950 og sofaborðum og puffum frá B&B. Prikkurin yvir i'ið eru hillarnar, sum eru í ljósum 50'ara pastel litum og natúr viði.
Klassiskt og Svart

Alt við máta...soleiðis havi eg tað við svørtum møblum. Tað kann lætt gerast ov nógv av tí góða og blíva ov dominerandi. 2009 var árið har fleiri danskir klassikarar fingu ein túr í svørtum lakki. Millum annað fæst Spanski stólurin hjá Børge Mogens nú í svørtum, tað sama við gamla kurvastólinum hjá Arne Jacobsen. Shaker stólurin hjá Børge Mogens og CH20 hjá Hans J. Wegner fáast eisini í svartari útgávu.
Franskar makrónur
Tað er meiri óvanligt, at marengs ikki er at síggja á føroyska kakuborðinum.
Tað hava vit til felags við franskar kvinnur.
Fyrst í november vóru eg og maðurin í Berlin ein túr, heim við hevði eg franskar marengs/makró frá Lenôtre.
Tær fronsku makrónurnar eru víðakendar, og makrónurnar frá
Ladurée hava enntá givið Sofia Coppola íblástur til litirnar til filmin "Marie Antoinette".
Eg hevði allar helst ALT ov høgar forvantingar. Tær smakkaðu tíverri ikki so væl.
Hvør veit kanska smakka tær himmalskt, tá man situr í kondittarínum í Paris ein vakran summardag?
Ein innbjóðing fit for a king
Eg dugi at ímynda mær, at eg hevði tað við okkara brúdleyps innbjóðing sum ein kondittari hevur tað við at velja sína egnu brúðarkaku og sum ein klædnasniðgevi hevur tað við at velja, hvussu brúðarkjólin skal síggja út ... ekstremt torført at taka eina avgerð.
Eg ynksti, at alt frá innbjóðingini til kjólan skuldi hanga ok saman. Eg tók tí byrjarnarstøði í mynstrinum frá toyserviettinum frá Royal Copenhagen. Saman við bindiklubbanum fóðraðu vit allar bjálvarnar við mynstrinum, sum eg hevði teknað í Illustrator. Eg útholaði hjørtur sum innsigli og keypti 2 kilo av gomlum enskum frímerkjum (brúkti tó bert tey í bláligum litbrigdum). Sjálv innbjóðingin saman við serviettum til kaku-buffetina og barrina blivu djúpprentað í eini heidelberg pressu frá 1907.
Jóla Snapshots
Snapshots av jólapynti tikið um morgunin og um kvøldið. Reyða Murano øskubikari gav eg fimm kr fyri, tann túrin má eg blogga um seinni (gjørdi kvettir av eini aðrari verð).
Eg eri ikki til reytt, so øskubikari/ljósastaki kemur bert fram á jólum.
Eg havi altíð elska kulørtar perur, tær minna meg um Chip og Chap. Fyri ekstra hugna samli eg upp á ymiskar plastik toppar at koyra oman á ljósperurnar.

Nýggjur bloggur
02.12.09
Og so kom stóri dagur, har Kvinna fekk nýggja heimasíðu við bloggum og tað heila.
Eg havi nú bloggað í nøkur ár á enskum, so tað at skriva á føroyskum...aja forandring fryder :o)
Í ár havi eg ognað mær ein jólakúluhaldara og pyntað hann við jólakúlum, ið hava stórt affektiónsvirði fyri meg.
Perlujólamaðurin er gáva frá bróðursyni mínum, jólasoppurin er keyptur í Berlin, tvey hvít útklipp eru frá ommusystur míni, osfr.
Á páskum verða egg í ymiskum formum og støddum hongd á haldaran.