Um Kvinnu nr. 5, 2010
15.07.10
Mítt lív: Guðrun Ludvík
Hennara design liggja í serliga útvaldum mótahandlum kring heimin. Guðrun Ludvík hevur satsað uppá ein dreym. Tað hevur verið hart arbeiði allan vegin, men við hennara vilja av stáli hevur tað eydnast henni at fáa suksé.

Kvinnusøgan: Elisabeth Olsen
-Eg vamlist av oyðslinum í Føroyum, sigur Elisabeth Olsen. Hon er virkin umhvørvisaktivistur og býr í Keypmannahavn, har hon ma. var eitt av virknastu mótmælisfólkunum til stóru umhvørvisráðstevnuna COP15.

Dýpdin: Powerkvinnur í Keypmannahavn
Nøvnini hjá teimum eru av og á at hoyra í fjølmiðlunum í Føroyum. Gunn Danielsen, sum er nevndarlimur í Búskaparráðnum. Chirstin Plate, sum er rithøvundur. Og Marianna Andreassen, sosiologur. Men hvørjar eru kvinnurnar, sum hava sína dagligu gongd í Keypmannahavn, har tær eru í høgum størvum? Hvussu síggja tær Føroyar og okkum føroysku kvinnur?

Sóljumóti
Lættur summarmóti úr løttum og frískligum tilfari. Strípur og prent sett saman við klassiskum ella denim. Fá íblástur til summarmóta, sum hóskar føroyska veðrinum.

Shopping í Malmø
Svenska krónan kann lokka flestu av okkum yvir um sundið til triðstørsta bý í Svøríki, Malmø. Vitjar tú Keypmannahavn í summar, so er lætt at taka tokið til hetta mekka við svenskum high-street merkjavørum og eksklusivum vintage. 

Summarhús: Í Saksun og Miðvági
Summarhús eru ofta lítil. Tí er neyðugt at innrættað seg sera funktionelt á lítlum plássi. Í Kvinnu hesaferð eru tvey summarhús, sum eru bæði vakurt og funktionelt innrættað, har atlit er tikið til upprunahúsið.

Uttanfyri
Grasvøllurin skal viðlíkahaldast, runnar og trøð skulu klippast og skjótt verður augustlyngurin at síggja.

Dagdvøljan: MEGA pútur
Vakrar stórar pútur, sum eru seymaðar til havan ella terassuna. Tær eru seymaðar úr voksdúki, so tær tola væl ein døggvátan grasvøll ella eitt sindur av summarsirmi.
 
Nýggj Kvinna
Thomina Hanna í Lon hevur ikki verið í vanligum klædnahandlum í áravís. Hon er ein stór kvinna og hevur trupulleikar við at finna smart klæðir. Síggj broytingina frá at vera í óformiligum svørtum klæðum til at vísa sínar kvinnuligu formar.

Sminkiborðið
Tín persónligi stílur hevur ofta eina ávirkan á títt val av vakurleikavøru. Velur tú vistfrøðiligt, svart og rátt ella velur tú frískt? Finn tín stíl í Kvinnu.

Boksin: Spyr Bara
Mimi Steintórsdóttir, advokatur, og Súsanna Skaale, sálarfrøðingur, eru nýggjar í Boksini. Hesaferð hugleiðir Katrin Kalsberg, lækni, um børn, sum pissa í song.
Bloggar
Mais'a: Innbjóðingar til føðingardaginGer sjálv fitt føðingardagsinnbjóðingar til børnini
Les meira
Sminkupungurin: VippukurlararMonika misti vippukurlaran vekk á Ólavsøku, ups :(
Les meira
Elinsa grøna verð: Saft av ribsberjumElin hevur heintað ber og gjørt lekra saft
Les meira
Bit: AtlanticbollinEin á veg upp og ein á veg niður, og hvat so?
Les meira
Ogga gogga gummi blogga: Bingokúlukaka-Svanna hevur gjørt Bingokúlukaka à la Pavlova Les meira
Kjak