Barbara á Tjaldrafløtti nýggjur blaðstjóri á Kvinnu
10.09.10
Barbara á Tjaldrafløtti er nýggjur blaðstjóri á Kvinnu. Hon tekur við, nú Annleyg Lamhauge fer í farloyvi.

Barbara er 49 ár og útbúgvin Cand. Scient. Adm. frá Roskilde Universiteti. Hon hevur harafturat eina master í etikki og virðum. Barbara er gift við Fróða Vestergaard, og er mamma at 19 ár gomlu Elin Sofíu og 16 ára gamla Hanusi. Barbara er úr Klaksvík og býr í Havn.

Barbara hevur drúgvar royndir frá almennu umsitingini, har hon hevur starvast bæði á Løgmansskrivstovuni og í Uttanríkisráðnum. Hon hevur havt ábyrgd av altjóða menningarsamstarvi við lond sum Liberia, Ghana og Jordan, umframt av starvsfólkapolitikki og samskipan av landsstýrisfundum. Barbara eigur allar útgávurnar av Kvinnu, og hon hevur stóran áhuga í leiklutinum hjá kvinnum í samfelagnum og í politikki. Henni dámar væl at ferðast, hon hevur stóran áhuga fyri mentan, list og tónleiki.

- Endamálið við Kvinnu er at varpa ljós á kvinnuleiklutin í øllum samfelagsviðurskiftum. Hetta gleði eg meg til at vera ein partur av og fáa fram, sigur nýggi blaðstjórin. - Eg fari at gera onkrar broytingar í blaðnum. Eg vil gjarna hava meiri at lesa. Fyrst og fremst ætli eg mær, at ‘Dýpdin’ verður djypri. Og eisini fari eg at gera meiri burtur úr mentanarsíðunum í Kvinnu. Og sjálvandi fara vit framhaldandi at skipa fyri fleiri spennandi tiltøkum.

- Eg gangi í bindiklubb og havi nógvar vinkonur, sum hava stóran týdning fyri meg. Mær dámar væl at gera tað hugnaligt heima, eg kann brúka heilar dagar upp á innrætting. Tað er ordiliga lekkurt at dekka eitt vakurt borð og bjóða vinum heim til eitt stuttligt kvøld. Allarbestu kvøldini eru, tá vit syngja og flenna av heilum hjarta, sigur Barbara.

Barbara hevur havt fleiri álitisstørv, og hon er nú forkvinna í Ráðnum fyri Brekað.

Fyrsta blaðið, Barbara er blaðstjóri á, er Kvinna nr. 7, sum kemur í november í ár.

Vit á Kvinnu ynskja Barbaru til lukku við blaðstjórastarvinum!
Bloggar
Mais'a: Innbjóðingar til føðingardaginGer sjálv fitt føðingardagsinnbjóðingar til børnini
Les meira
Sminkupungurin: VippukurlararMonika misti vippukurlaran vekk á Ólavsøku, ups :(
Les meira
Elinsa grøna verð: Saft av ribsberjumElin hevur heintað ber og gjørt lekra saft
Les meira
Bit: AtlanticbollinEin á veg upp og ein á veg niður, og hvat so?
Les meira
Ogga gogga gummi blogga: Bingokúlukaka-Svanna hevur gjørt Bingokúlukaka à la Pavlova Les meira
Kjak