Kvinna er komin
04.03.10
Nú stundar til 8. mars, og nýggja Kvinna setur sjóneykuna á kvinnuumboðanina í nevndum. Skulu kvotur ásetast ella ikki fyri at tryggja eina størri javnstøðu? Sjónarmiðini hjá teimum báðum Jóhan Páll Joensen, formanni í Arbeiðsgevarafelagnum, og Stine Bosse, danskari vinnulívskvinnu, eru áhugaverd og ymisk.

- Dvøl við ta góðu løtuna, ráðir Marentza Poulsen til í Kvinnusøguni. Hon býr í Reykjavík, har hon starvast innan matstovu og katering, og undirvísir eisini í matgerð. Hon er ein inspirerandi kvinna við eini spennandi søgu.

Ger litríkt páskapynt við at klippa, mála og líma saman. Páskalitirnir fríðka nógv um, nú ljósari er í veðrinum, og flestu okkara hava tikið jólaperurnar niður.

Finn tær eitthvørt plagg í einum av endurnýtsluhandlunum kring landið. Ver smart og stuðla samstundis einum góðum endamáli.

Legg ikki Kvinnu frá tær áðrenn tú hevur lisið herligu eygleiðingarnar hjá Súsonnu Danielsen um Skori Kai á Gullkorn síðunum.
Bloggar
Mais'a: Innbjóðingar til føðingardaginGer sjálv fitt føðingardagsinnbjóðingar til børnini
Les meira
Sminkupungurin: VippukurlararMonika misti vippukurlaran vekk á Ólavsøku, ups :(
Les meira
Elinsa grøna verð: Saft av ribsberjumElin hevur heintað ber og gjørt lekra saft
Les meira
Bit: AtlanticbollinEin á veg upp og ein á veg niður, og hvat so?
Les meira
Ogga gogga gummi blogga: Bingokúlukaka-Svanna hevur gjørt Bingokúlukaka à la Pavlova Les meira
Kjak