
SVART OG REYTT - Framsýning í Steinprenti
09.03.10
Grækarismessudag letur framsýning upp í Steinprenti á Skálatrøð, sum verður í somu litum sum tjaldrið, ið fær serligan ans henda dagin. Nú Grafiski Verkstaður Føroya skipar fyri eini lit-tematiskari framsýning er orsøkin tó meira listarlig og grafiskt grundað enn tjaldurslitirnir.
Tað verður skaldið Carl Johan Jensen, sum setur framsýningina, 12. mars kl. 16:00.
Tó at litirnir eru avmarkaðir, er stórt fjølbroytni á framsýningini, ið inniheldur verk hjá ellivu ymiskum listafólkum. Tey vísa teirra boð uppá grafiska sannleikan; svart og reytt uppá hvítt, ella øvugt eins og í spildurnýggja kolasvarta prentinum hjá Tóroddi Poulsen (1957) við áhugaverdu yvirlýsingini "VEGNA PLÁSSTROT Í HELVITI ER NÚ LOYVT AT ROYKJA DREKKA BANNA HORAST Á/Í HIMNI".
Torbjørn Olsen (1956), sum í løtuni er upptikin av eini nýggjari altartalvubílegging, vísir fram svart og reytt altartalvuavbrigdi, sum ikki er framsýnt áður. Hetta er av Tummasi, sum ivast so nógv í, at Jesus er staðin upp frá teimum deyðu, at hann kennir tørv á at stinga ein fingur í sár hansara í síðuni, fyri at fáa ítøkiligt identifikatiónsprógv, at tað veruliga er Jesus, sum stendur framman fyri honum.
Sostatt eru bæði himmal og helviti umboðað á hesi fjølbroyttu framsýning, sum Kinna Poulsen hevur valt út.
Framsýningin er opin dagliga í Steinprenti á Skálatrøð 16 frá 12. marts 2010 og ein mánaða fram.