Jórun Klein
Útbúgvin kliniskur dietistur og starvst á Landssjúkrahúsinum
Dietisturin
Tað er betri at ganga ein túr enn ikki at renna ein túr!
29.01.10
Smá fet eru vegurin fram, tá íð tú skal lætna. Hetta merkir, at tú tekur støði í tínum núverandi vanum og lívi. Málið er at finna fram til tær broytingar, íð

• Eru góðar fyri tína vekt og heilsu
• Tú hevur hug til at gera
• Eru realistiskar í tínum gerandisdegi - Ikki bert teir næstu 14 dagarnir, men í laaanga tíð

Tað íð er avgerandi er, at tú skal uppliva hvørja broyting sum eitt so lítið fet, at tú næstan ikki kann lata vera við at gera tað. Tá íð tú tekur smá fet, kanst tú blíva við og við. Tá íð tú hevur tikið eitt lítið fet tann rætta vegin, kanst tú taka eitt lítið fet afturat eftir eina tíð. Tú fer tá at uppliva góð úrslit – og tað ger eisini at tú fær hug til at halda á!

Kanningar vísa, at tá íð tú lætnar á henda hátt, gongur tað seinni í byrjanini, enn um tú lætnar við td. at telja kaloriur. Men sum frá líður lætnar tú meiri við smáum fetum. Tí mást tú frá byrjanini vera ógvuliga tolin. Set tær ítøkilig mál, íð tú setur tær fyri at gjøgnumføra - Gerningar, íð tú upplivir sum smá fet, og sum taka støði í tínum núverandi vanum. Um tú setur inn tey røttu støðini, kann tú lætna nógv og eisini klára at halda dreymavektina við líka.

Og minst til, at tað er heilt vanligt viðhvørt at eta ella drekka okkurt, íð ikki er serliga sunt - Tað er ein partur av eini nátúrligari javnvág.

Sjálvt tann longsta ferðin byrjar við einum feti. Tað er sera einfalt, men ofta torført at minnast til í tí dagliga:

• Tað er betri at eta eitt súrepli um dagin enn ikki at eta 6 um dagin
• Tað er betri at ganga ein túr enn ikki at renna ein túr

Gott vikuskiftið!
Dietisturin
Jórun Klein
Hon er útbúgvin kliniskur dietistur og starvast á Landssjúkrahúsinum
Ráðgevar
Jórun KleinJórun Klein er kliniskur dietistur og starvast á Landssjúkrahúsinum. Les meira
Katrina í GeilSmíl við stíli, sigur Katrina, og gevur okkum tølandi stílprei ;)
Les meira
Sigrið HøjstedHon er vitugi coach'urin á Gullkornsiðunum í Kvinnu, sum gevur okkum ein nýggjan vinkul uppá tilveruna Les meira
Hilda ViderøHilda Viderø er familjuterapeutur og hevur seinasta árið givið góð ráð í blaðnum Kvinna. Hon hevur egna fyritøku Les meira
Bloggar
Mais'a: Innbjóðingar til føðingardaginGer sjálv fitt føðingardagsinnbjóðingar til børnini
Les meira
Sminkupungurin: VippukurlararMonika misti vippukurlaran vekk á Ólavsøku, ups :(
Les meira
Elinsa grøna verð: Saft av ribsberjumElin hevur heintað ber og gjørt lekra saft
Les meira
Bit: AtlanticbollinEin á veg upp og ein á veg niður, og hvat so?
Les meira
Ogga gogga gummi blogga: Bingokúlukaka-Svanna hevur gjørt Bingokúlukaka à la Pavlova Les meira
Kjak