You complete me!
You complete me!
“Hjáááálp!... Eiméeee, hevur tú sæð mín vippu kurlara?”
Soleiðis ljóðaðu neyðarrópini, ið komu út úr mínum munni ólavsøkuaftan, tá staðfestast kundi, at mín dýrabari vippu kurlari var vekk!
Eg leitaði alt húsið upp og niður, men nei kurlarin var vekk!... Eg havi átt mangan vippu kurlara, men ongan sum hendan. Hann kemur heilt inn til vippu røturnar, og boyggir tær perfekt!
Um tú hevur langar vippur, er tað eitt gott hugskot, at boyggja vippurnar 2 ferðir, fyrst heilt inni við røturnar, og so eisini líka boyggja tær “mitt á vippunum” og á hendan hátt fært tú opnað eyguni maksimalt. Eru vippurnar stuttar, er nokk við einum “knekki” og tað skal helst vera so langt inni ímóti røtrunum sum gjørligt. Á hendan hátt fært tú snýtt teg fram til, at tær síggja longri út, enn tær í veruleikanum eru.
Eisini er tað umráðandi at hava ein góðan kurlara, men ringt er at siga júst, hvat fyri ein er bestur, men fyri mítt viðkomandi, er tað tann bíligi kurlarin úr H&M, ið tænir mínum vippum best. Ein kurlari er eitt sera einkult “tól”, og er tað ikki nógv tú skalt gera við hann, fyri at viðlíkahalda hann. Tað einasta tú skalt hyggja eftir er, um pútan fær hol í. Tað fáa tær flestu, eftir at tú hevur nýtt hann í eina tíð. Og er tað so, at hol er komið í pútuna, er tað sera umráðandi, at tú skiftir hana út (ein eyka fylgir altíð við) ella at tú keypir ein nýggjan kurlara. Fyri at opna eyguni enn meir, ber til at hita kurlarin í 30 sek við einum hárturkara, áðrenn tú bukkar vippurnar (men ansa eftir, hann kann blíva sera heitur)
Ein kurlari skal altíð nýtast áðrenn maskara verður smurd á (annars hanga vippurnar fastar í kurlarinum). Men um tú nýtir ein kurlara við hita (ikki ein, ið tú hitar sjálv við hárturkarinum), so skal hann nýtast eftir at maskara'in er løgd á.
Eg havi nú fingið fatur á einum nýggjum kurlara frá H&M, og kenni meg endiliga “heila aftur” ;-)

Compact foundation frá Nielens Jord
19.07.2010.
Eg havi seinastu vikurnar roynt nakað nýtt, nevnliga compact foundation. Eg havi annars altíð verið ein “foundation/putur kinda girl” men helt, at nú var tíð at royna nakað nýtt!
Compact foundation minnir um eitt "kremut putur". Tú smyr tað á við einum pensli ella við svampinum, ið hoyrur til. Hevur tú turra húð, vil eg avgjørt mæla tær til at smyrja teg væl inni í dagkrem áðrenn, og at tú brúkan ein pensil í staðin fyri svampin. Hevur tú tað, vit kalla normala – feittuta húð, er svampurin fínur at brúka. Kremið leggur seg á húðina við einum sera tunnum lagi. Tað kennist sum um ein einki hevur á húðini og gevur tað húðini ein sera flottan javnan lit. Húðin sær veruliga sunn út, eftir at kremið er koyrt á!
Eitt tað besta við kreminum er, at tað inniheldur ikki parabenir og parfumu. Eftir at tú hevur havt kremið á í ein heilan dag, vil húðin enn kennast lekkur og sunn, og tú sær ongar irritaionir á húðini, sum tú kanska ger, eftir at hava nýtt onnur merkir.
Kremið er útmerkað til gerandisdagin. Vel tí ein lit, ið líkist tínum egna. Smyr eitt lætt lag á húðina um morgunin og hav so kremið við tína lið gjøgnum dagin, so tú av og á, líka kann fríska húðina upp við at duppa svampin lætt eftir andlitinum.
Sigast skal eisini, at eg sjálv havi fingið nógvar spurningar um, hvat tað er, ið eg brúki til mína húð, tá eg havi havt hetta kremið á, so hetta kann bara anbefallast! ...
Nielens Jord er at fáa hjá, m.a Athena í Vági, Siri í Havn og flestum apotekum kring landið.
Tak meg ikki í tí, men eg meini at prísurin liggur um 200,-
Enjoy ;-)

In a perfect world we need...... perfect make up!
23.05.10.

5 góð ráð.
Consealer (dekkstift)
Er títt loyniliga vápn til fullkomna húð. Nýt eitt
sindur av tíð, til at finna rætta litin, og nýt consealarin undir
eygunum, rundan um nøsina, munnin og evt. á óreinheitir i húðini.
Dagkrem við liti
Eitt 'lætt' lag av dagkremi við liti, ger húðina javna og vakra á ein
heilt náttúrligan hátt.
Ein øðrvisi háttur at fáa 'lit' á, er at nýta sjálvbrúnara. Men verð varðin,
tí 'appilsingult' er IKKI ein náttúrligur litur til húðina ;-)
Blush
Litir á kinnunum útstrála sunnheit og vælveru.
Vel ein lit, ið líkist tínum egna náttúrliga liti. Legg hann á, við einum 'blush
kusti' frá oyranum og inn eftir kinnabeininum.
Foundation
Ert tú tann, ið setur húðina i fokus, tá tosað verður um smyrsl, so er
foundation eitt 'must'.
Finn eitt foundation, ið hevur sama lit, sum tín egna húð
Vel eitt ''lætt'' foundation til dagligdagin og eitt, ið er meira dekkandi
til um kvøldið og onnur endamál.
Varrar
Friska alt anlitið upp við at brúka lipgloss ella varrastift. Vel ein heitan,
lekkran summarligan lit, so sum peach, rosa ella pink.. Um tú velur eina
varrastift, hav so eitt klárt lipgloss til at fríska litin upp við.
Sweet Summer Citrus..
04.05.10
Eg havi leingið verið stórur fjeppari av “Body butter” kremunum frá The Bodyshop.
Tey eru serliga væl egnað til turra húð, og er tað akkurát nakað til mín.
Tey fáast við alskyns anga, og plagi eg, at skifta ímillum, alt eftir, um tað er summar, vetur, vár ella heyst.
Og júst nú, havi eg verið úti og ognað mær nýggja summar body lotion (saman við skrub og body wash).. Nevnliga tað lekkra og frískliga Sweet Citrus Body Butter frá The Bodyshop.
Ert tú ein av teimum, ið elskar frískan summaranga, so er hetta júst til tín.
Man kann ikki annað, enn at blíva i goðum lag, og í summarhýri av hesum deiliga frískliga citrus anga, ið ger bæði kropp og sál klár til ein nýggjan summardag.

Nýtt í Føroyum
14.04.10
Nú fæst merkið INK by Dennis Knudsen eisini í Føroyum.
Eg var so heppin, at fáa eina rúgvu av INK vøru frá Dennis Knudsen eftir hansara fyrilestur, fríggjakvøldið áðrenn páskir á Hotel Hafnia.
Eftir at hava roynt hetta make up nú í eina tíð, er bara eitt at siga, og tað er thumbs up!
Make uppið er útmerkað og prísurin er eisini á góðari leið. Ikki í bíligara endanum, men so avgjørt heldur ikki í tí dýrara.
Serliga kann eg viðmæla tykkum at royna "Primer" bæði til andlit og til eygu, ið ger at bæði foundation og eygnaskuggar halda allan dagin.
Eisini hevur INK eitt sera snilt lipgloss við ljósi í (sum m.a. GOSH eisini hevur) men Dennis hevur verið so mikið snildur, at hansara lipgloss hevur ein knøtt, soleiðis at tú sjálv kanst tendra og sløkkja ljósið.
Út yvir eina fína make up røð hevur Dennis Knudsen eisini "haircare" by Dennis Knudsen.
Les meira um Detox shampoo í næstu blaðútgávu av Kvinnu.
Dennis Knudsen Haircare og INK eru at fáa í wellness.fo í Tórshavn.
Piff paff peach
15.03.10
Litir, litir og fleiri litir.
Tað er nú, at tú sum elskar litir, sleppur at nýta alt títt litríka make up. Slepp tínum natúrliga "looki" og royn nakrar nyggjar, lekrar og spennandi litir.
Vár (og summar) trendurin verður litir í langar banar, og serliga verður PEACH (fersken) nógv at síggja.
Men saman vid peach eru eisini lilla, pink og korall tey heilt stóru hittini beint nú.
Um tú ikki er tann, ið vanliga brúkar eygnaskuggar, so far út og finn tær eitt lekkurt lipgloss ella neglalakk í einum av teimum frísku várlitunum.
Ger teg klára til várið við at leggja eitt gott og lekkurt foundation á húðina, legg síðan eitt orduligt lag av maskara (uttan klumpar sjálvandi) og enda við einum lekkrum lipglossi í einum lekkrum summar liti. Eitt tvey trý, og tú ert klár til at taka ímóti várinum 2010..
Hokus Pokus mandluolja í fokus!
Eg havi leingi havt tann trupulleika, at tann kaldi føroyski veturin tekur sera hart á mína stakkals húð.
Eg havi roynt næstan øll sløg av kremum, ið eru til kroppin, sum bæði lova hetta og hatta.
Men tó havi eg ikki funni júst tað, ið eg havi leitað eftir.... Inntil eg fann Weleda Citrus Mandluolju!
Tey krem, ið eg áður havi roynt, hava gjørt húðina mjúka og bleyta eina løtu. Men eftir tað, er tað sum um, at kremið forsvinnur og húðin aftur verður turr.
Og tað er júst tí, at henda oljan er so fantastisk! Hon hóskar seg sera væl til okkara vetur, sum fer so hart við húðini.
Oljan leggur seg uttan á húðina eina løtu og tornar síðan inn í húðina. Eftir sær, letur hon ein lekkran glans, uttan at kennast feittut.
Eg havi nýtt oljuna nú í næstan 2 mánaðir og krukkan er nú við at tømast. Men eitt er so heilt sikkurt, so skjótt sum krukkan er tóm, setið eg hol á eina nýggja!
Hendan oljan er at fáa hjá
SIRI (www.siri.fo) og prísurin liggur á uml. 160,- fyri 100 ml. Hetta haldi eg vera ein rímiligan prís.
Tú kann velja ymiskan anga til oljuna. Tann, eg valdi æt Citrus Refresh... Kanska angin, ein hevur at velja í millum, ikki eru sooo spennandi, men ajaaa... Oljan riggar! Og um tú (eins og eg) stríðist við turra húð, so er hetta avgjørt oljan til tín! :)
Pleyga tínar vippur
17.02.10
Síðsti bloggurin hjá mær var jú um maskara, og tí haldi eg tað vera uppá sítt pláss, at eg hesa fer fari at skriva eitt sindur um hvussu tú skal pleyga tínar vippur, og um hvussu tú brúkar tína maskara, soleiðis at tú fær flottar og natúrligar vippur.
- Makeup og makeupfjernari slíta tínar vippur og gera tær turrar. Hetta er sjálvandi ikki gott fyri vippurnar. Tí er tað eitt gott hugskot at forkjela vippurnar við einari røktandi maskaru, nakra ferðir um vikuna.
- Tú hevur nokk hoyrt tað fyrr, men eg sigi tað einaferð enn: Sov ikki við maskara! Tað økir nevnliga um vandan, fyri at tínar vippur knekka. Og trúgv mær, tað vil tú ikki hava!
Soleiðis leggur tú maskara á
- Syrg fyri at taka burtur restirnar frá gamlari maskara, áðrenn tú leggur nýggja maskara á. Brúka gjarna ein vippukurlara, tí hesin ger, at eyguni opnast meira og fær tey at sýggja størri út. Klemma ikki ov hart, tí tað kann geva vippunum eitt ónatúrligt ”knekk”. Fyri at fáa besta úrslit, skalt tú hita tín kurlara við einum hárturkara og hareftir buga vippurnar í ein minutt. Gloym ikki, at tú skal brúka vippukurlaran áðrenn maskara - ella kunnu tínar vippur knekka av.
- Smyr maskara’ina á við eini sikk-sakk-røðrslu, soleiðis at tú sleppur undan samansklistraðum vippum. Smyr fyrst eitt lag av maskara á tað eina eygað, og síðani eitt lag á hitt eygað. Far so aftur til tað fyrsta eygað og gev tí eitt lag afturat og so til síðst, aftur hitt eygað. À hendan hátt, fáa tínar vippur fyllu, uttan at klumpa!
Haldføri
- Livitíðin hjá einari maskara er tríggjar mánaðir, plagar man at siga. Men skift hana gjarna út áðrenn, um hon virkar turr og óintrisant.
- Tá tú smyr maskara á, skal mást tú ongantíð ”pumpa” bustina upp og niður í maskara’ini, tí tá tú ger hetta, kemur luft niður í maskara’ina og tornar hon tí skjótari, samstundis sum at tað eisini koma bakteriur niður í við luftini. Maskara er jú ein ”feittvøra”, og tað er har bakteriur liva allarbest.
Endurnýtsla
Eitt gott hugskot er at goyma bustina, eftir at maskaran er tóm. Tu kann nevnliga brúka bustina aftur, bæði til tína vippur og brýr. Smart! Men minst líka til at vaska hana fyrst ;-)
True love, or just a one time thing...?
04.02.10
Nú er mín maskara (False Lash Effect frá MaxFactor) aftur tóm, og tí er ikki nógv annað at gera, uttan at herja á aftur, í míni leitan eftur míni fullkomnu maskara.
Ìgjøgnum ár og dag havi eg nokk verið tað ein kann kalla eina "mascara slut" og havi eg roynt nógvar ymiskar maskaraðir... Men havi eg enn ikki funnið mína fullkomnu maskara, og tykist tað heldur ikki sum um eg fari at finna hana.
Tvær tær siðstu ferðirnar, havi eg havt hesa somu maskara, og er hon eisini heilt ókey, hon gevur ókey fyllu og klumpar ikki. Men alíkavæl haldi eg ikki at hon er "the real thing"... Hon er ikki heilt "løtt" nokk, og tað er sum um vippurnar vera óv tungar og hava hug til at fara niðureftur, um man smyr óv nógv á.

Havi tó havt nakrar maskara´ir ið hava verið góðar, og sum mær hevur dámt væl, men har hevur altíð verið okkurt ið ikki hevur verið gott nokk.
Kanska eri tað bara eg? ella kanska er tann fullkomna maskaraðin ikki gjørd enn?...
Sigast skal, at eg havi langar, men ikki fyldigar eygnavippur, so tað ið eg leiti eftur, er fylla og ikki longd.
Ein av mínum yndis maskara'um er og hevur leingið verið Diorshow frá Christian Dior. Vippurnar blíva fantastiskar av henni. Tær fáa eina flotta fyllu, uttan at klumpa og verða bara super flottar................. Líka inntil hon verður turr og byrjar at dryssa. Hetta hendir longu eftir 1 mðr, og tað er bara ikki nøktandi fyri eina so dýra maskara.

Ein onnur maskara, sum mær hevur dámt væl, er tann frá Lancome, ið kallast Hypnose... Hon ger nemliga tað mótsatta av Diorshow, hon heldur í eini 3 mánaðir, og er ikki óbrúkilig fyrr enn hon er skrall tóm. Hon klumpar heldur ikki, MEN gevur tó ikki heeeeeilt somu fyllu sum Diorshow.
Ì mínum sminkupungið í løtuni, havi eg saman vid False Lash Effect, eisini eina frá Chanel, ið kallast INIMITABLE. Hon hevur eisini hesa víðagitnu plastikbustuna, sum tær flestu hava í dag. Og eg kann ímynda mær, at hon er góð til nógvar og stuttar vippur. Men til mínar longu vippur er hon ikki nr. 1. Og eg haldi eisini at hon virkar eitt sindur "gummiagtig" at hava á, tí hon blívur ikki orduliga hørð.

Yves Saint Laurent`sa Volume Effet Faux, hevur eisini havt sín bústað í mínum sminkupungið, men var tað ikki leingi, sjálvt um eg væl veit, at tað eru nógv, ið dáma hesa maskara væl. Eg haldi bara ikki, at hon er nakað serligt. Eg keypti hana fyrstu fer fyri trimum árum síðan, og brúkti hana upp. Men valdi so at keypa eina aðra, tá tíð var til at keypa nýggja... Fyri 6 mðr síðani helt eg, at eg líka skuldi geva henni ein møguleika afturat. Men sigast má, at eftir at hava brúkt hana einaferð, gav eg hana víðari til eina vinkonu, ið fekk størri gleði av henni enn eg. À mínum vippum klumpar og klebrar hon, og ger ikki nakað gott fyri vippurnar.

Lash Queen frá Helena Rubenstein er eisini góð. Hon er ikki fantastisk, men hon er væl brúkilig. Hon gevur ikki eina WAUW effekt, men hevur ein penan svartan lit, og klumpar ikki.

Men skal tú hava eina budget maskara, so vil eg viðmæla tykkum at keypa Max Factor, tí tær eru frálíkar samanborið við prísin.
So tað er bara at royna seg! Eg havi nú leitað í 10 ár og eri eg komin væl á veg, men tó ikki komin á mál. Og ja, eg havi gjørt nøkur feilkeyp eftir hondini, og havi eisini havt nøkur "maskara fling", men who cares, bara eg einaferð finni mína fullkomnu maskara ;-)
Nobody puts CHANEL in the corner
26.01.10
So var aftur leygarkvøld og vinkonurnar skuldu smyrjast eitt sindur, áðrenn vit fóru út at hugna okkum.
Tann eina var bangin fyri, at hennara húð fór at síggja ov sminka út, tí hon hevur eina rímiliga ljósa og frøknuta húð, og vildi tí helst ikki hava foundation (brúntkrem) á. Men i mínari verð er tað einki, ið eitur kvøld make up uttan foundation, tí tað sær aldrin gott út. Eg fekk tí lokkað hana at royna VITALUMIÈRE foundation frá CHANEL.
Sjálv brúki eg hetta kremið til dagligt og havi eg eitt annað meira dekkandi "í kvøld vil eg vera lekkur krem" (ið eg einans brúki til kvøld make up)...
Men av tí orsøk, at mín vinkona ikki brúkar tað stóra av smyrsli í gerandisdegnum, so valdi eg at fara tað natúrligu leið og ikki brúka eitt foundation, ið dekkaði ov nógv. Hon var sera glað fyri kremið, føldi næstan ikki at hon hevði tað á, og gav tað ein flottan natúrligan lit til hennara flott frøknuta andlit.
Hetta er eitt krem, ið er eitt sindur oljut, og tí hóskar tað seg best til eina húð, ið kanska er eitt sindur turr. Um tú vanliga brúkar foundation (brúntkrem), so er hetta eitt super krem til tín í gerandisdegnum. Men ert tú ikki von við at brúka tílíkt, er tað eitt super "í kvøld vil eg vera lekkur krem".... So til tykkum allar, ið mangla eitt gott foundation, farið út og ogni tykkum hetta fantastiska krem.

Hetta kremi er eisini ein "luksus vøra" og kann fáast í Heilsu í SMS og kostar 399,-
Allar vørurnar eg havi skriva um higartil hava verið "luksus vørur" men no worries, eg skal nokk koma til tær minnu dýru vørurnar eisini;-)
From lipstick jungle to lipstick heaven..
21.01.2010.
Hmmmm, hettar boðar ikki frá góðum, hugsaði eg eftir at hava leitað ígjøgnum aaaaallar mínar varrastiftir, uttan at finna tað eg leitaði eftir.... Eitt sindur seinni rótaði ígjøgnum mína (stóru) hondtasku, tí eg skuldi finna mín vippucurlara, og vupti, so føldi eg okkurt, ið minti um eina varrastift. Eg bleiv ógvuliga glað og tók honduna úr taskuni......YES! Tað var mín yndis varrastift (Pretty Please frá MAC), ið eg hevði leitað eftir í nakrar dagar, og sum eg umsíðir fann!
Varrastiftirnar frá MAC eru mjúkari enn nakað tú kanst fyristilla tær, og tær hava tann mest fantastiska duftin av vanilju blandað vid sjokulátu.
Varrastiftirnar hava glans í og síggja (tíbetur) næstan út sum lipgloss á varrunum...
Og tá tú hevur hana á, er tað sum um at tú ert í LIPSTICK HEAVEN... mmmmmm, man fær heilt hug til at eta hana...

Prísurin liggur á uml. 125,- til 160,- alt ann uppá hvar tú keypur hana. Tíverri fæst MAC ikki í Føroyum. Men um tú fert til Keypmannahavnar, kanst tú keypa hana í Illum, Magasin og á flogvøllinum! Mmmmmmmac....
Your New Best Friend!
18.01.10
Night repair, serum frá Estée Lauder, er (eftir mínari meting) eitt MÁST í skápinum hjá tí modernaðu kvinnuni í 2010!.. Night repair er eitt serum, ið fer heilt niður í røturnar í húðini og reparerar húðina.
Fløskan er brún, ikki heimsins mest innbjóðandi design, men gullproppurin hjálpir eitt sindur uppá tað og ger hana eitt sindur meiri feminina. Hetta er ikki ein "vanlig" fløska, tí hon hevur ein sera snildan propp. Og serum´ið heldur sær leingi, tí tað fær ikki vitjan av óbodnum bakteriufyltum fingrum!

Serum´ið rættar uppá skaðarnir húðin fær ígjøgnum daglidagin, bæði av sól, regni, royki og vindi, og fyribyrgir framtíðar skaðum.
Henda vøran hoyrir til bólkin "luksus vøra" tí hon er ikki bílig. 50ml kosta 550,- og 100ml kosta 799,- (hetta eru prísir á flogvøllinum í cph).... MEN, mín fyrsta krukka var 50ml og hon vardi í væl meir enn eitt ár... So alt í alt er tað ikki soooooo dýrt. - Serum´ið verður smurt á andlitið, morgun og kvøld áðrenn dag/náttkrem verður smurt á húðina...... So míni fyrstu ráð inni á blogginum her eru: keyp Estee Lauder - Night repair serum, tú fert ikki at angra tað!!! Eg eri sjálv blivin "hooked"....
Vælkomnar á mín blogg
Hey tit, og vælkomnar til mín blogg, ið kallast "Sminkupungurin hjá Moniku"
Mítt navn er Monika Nolsøe Johannessen og eg eri útlærd stílist og Make-up artist í Keypmannahavn. Harafturat eri eg eisini útbúgvin vøddamýkjari, akupunktør og kostráðgevi. Og havi mítt egna firma, ið kallast "Øðrvísi"....
Mín bloggur kemur fyri tað mesta at snúgva seg um make up, har eg fari at geva tykkum góð ráð um vørur, og um hvussu ein skal, ella ikki skal, smyrja sær. Eisini fari eg at royna at dagføra tykkum um, hvat er tað nýggjasta nýggja innan make up, bæði innan vørur, litir o.s.fr.
Vónandi taka tit væl ímóti mínum bloggi :-)
MonikaNJ