
Bollin, ið eingin vil hava ;)
Vit kenna tað øll; at vera so kensluborin, gleði og sorg í einum. Gleðin um at síggja tey kærkomnu og sorgin at kvøða tann elskaða. Hesin tungi betongkassi er fyltur av hesum kenslum, grátandi og sorgarbundnar verur møta glaðum og nýstandi verum. Í hesum føri rúmar hesin betongkassin flogvøllinum í Kastrup, men hetta kundi verið einhvør flogvøllur, eitthvørt heim ella menniskja.
Hetta er eitt upplivilsi fyri meg; mær dámar væl at eygleiða hesa støðuna og aðrar støður, ið eyðmerkja flogvallir, nevnliga køir. Í eini kø broytist øll gleði og sorg til vreiði og ótolni. Illfýsandi kvinnur og lættari irreteraði fólk, bíða í ótolni at sleppa avstað, sleppa at fýlast inná hvussu illa alt er fyriskipa, og tað verður dúgliga fortalt um aðrar upplivingar í samband við keðiliga bíðitíð og betri bíðitíð. Alt ímeðan allur haturin verður beindur at tí einkulta arbeiðsfólkinum, ið roynir at gera sítt besta. Konfliktir eru aldrin lættar at loysa.
Komin inn um, sett seg til rættis, spent trygdarbeltið er alt ein lætti og nú vil ein bert avstað. Nú ein situr í flúgvarinum hjá Atlantic Airways er ein næstan heima. Mær hevur altíð dámt væl at flogi við Atlantic Airways, serstakliga tí eg haldi, at starvsfólkini umborð eru álítandi og duga sítt arbeiði. Eg havi aldri følt meg ótrygga umborð. Fyri mítt viðkomandi hevur tekniski og funktionelli kvaliteturin altíð verið í ordan hjá Atlantic Airways. Eg havi aldri verið so óheppin, at mín flúgvari er seinkaður ella avlýstur, tí veit eg ikki hvussu tann eftirfarindi og uppbyggjandi kvaliteturin er. Men eg havi hoyrt nógvar søgur, og eg hugsi, um tað veruliga er so, sum fólk siga. Eg skal nokk siga tykkum frá hvussu og hvat, tá eg havi upplivað hetta.
Fyri nøkrum árum síðan valdi Atlantic Airways at gevast við tollfríu søluni umborð og síðan at gevast við at bjóða ferðafólkunum heitan mat. Tollfría sølan bleiv flutt á flogvøllin í Vágunum og nú fáa ferðafólkini ein sandwich-bolla. Eg eri ikki ónøgd við hesi tiltøkini. Tað, at tað nú ber til at hyggja eftir øllum vørunum, ger tað eitt sindur meiri spennandi at keypa og tendensurin til meirkeyp er avgjørt til staðar. Og harav er úrvalið eisini blivið munandi betri.
Hesin vælsignaði sandwichbollin, sum eisini hevur øst nógv, øsir ikki meg; hvørki gastronomiskt ella persónligt. Túrurin snýr seg um tveir tímar – ongin doyr í hungri. Hinvegin, so fær ein ríkiligt av kaffi ella te, okkurt søtt afturvið og ikki at forgloyma, spiritus, vatn. sodavatn og tíðindabløð. Hetta verður alt bjóðað okkum ferðafólki ókeypis. Og samanumtikið er heildarupplivingin ikki versnað av hesum stakkals og nógv umtalaða sandwichbolla.
Kanska um prísurin á ferðaseðlunum til tíðir indikerar tað, so er hetta hvørki Thai Air ella Singapore Airways.
Er ølin ov tunn og pylsan ov tjúkk?
Hetta er ein mannfólkaverð. Her eru mannfólk í nógvum sniðum og støddum. Tað einasta etandi tú kann keypa her, eru yvirvaksnir frankfurtarir og eplasalat. - Og maturin verður skolaður niður við øl í stríðum streymum. Fyri summi, er hetta kanska ein ov stórur biti at svølgja, men ikki fyri Marin og Sissal!
Ja, hetta ljóðar, sum ein góð byrjan til ein erotiskan velling, men so er ikki; hetta er bert eitt lítið brot úr okkara gerandisdegi. Vit vóru í arbeiðsørindum, vit høvdu fingið álagt tað uppgávu at skonkja leskiligu droparnir frá Føroya Bjór til teir mongu túsundtals gestirnir, ið vitjaðu Ølfestivalin 2010 í Keypmannahavn.
”Seje tøser, rigtige, kvinder, Miss Føroyar og hmmmmmm” vóru bert nakrar av teim mongu, til tíðir í so speiskligu, viðmerkingunum vit fingu hetta vikuskiftið, frá teim skeptisku monnunum. Fyri teir var tað allarhelst ein ov stórur biti at svølgja, at her stóðu tvær frískar damur og nýttu orð so sum; yvirgera, undirgera, dark-lager, all malt, góð javnvág, sera aromatisk, góð froða. Og frøin bleiv ikki sørt størri, tá vit presenteraðu ein av bryggjarunum hjá Føroya Bjór, ungu, vøkru og serstakliga dugnaligu Annika Waag.
Annika Waag og pápi hennara Einar Waag, tvær eldsálir í føroyskum vinnulívi, hava av sonnum gjørt Føroyar kendar sum eitt land, har gott øl verður bryggjað. Tey hava ført bryggjaríið víðari og í dag er Føroya Bjór yvir 120 ára gamalt. Hetta er eitt bryggjarí við eini ríkari søgu, traditión og mentan. Men sjálvt um tey hava nógv ár á baki, royna tey at endurnýggja teirra øl-úrval og hetta eydnast teimum sera væl. Sct. Brigid ølirnar vóru sera væl umtóktar og nú eru tað tvær Ydun øl, ið eisini eru væl umtóktar, serstakliga er Ydun Rhubarb eitt hitt her í Keypmannahavn.
- Og á ølfestivalinum er nógvar øl í nógvum útgávum; her eru nógvar myrkar øl, fyldigar øl við nógvari humlu og sum hava ein feril av annaðhvørt kaffi, karamel, chili, blómum, fruktum, malti og eru yvirgeraðar ella undirgeraðar. Stuttligt er tað, at ganga runt og smakka hesar mongu ølirnar, men tað er líka sum, at vit mettast nokk so skjótt av øllum hesum inntrykkunum vit fáa.
Tá leygarkvøldið nærkaðist, vóru tey vitjandi mettaði av hesum ymisku bjórunum og tey eftirlýstu ein góðan og reinan pilsnara ella eina gull. Tískil vaks mannamúgvan uttanfyri Føroya Bjór básin støðugt einamest av tí, at Føroya Bjór m.a. er kent fyri teirra frálíka Veðra-bjór og Gull.
Tað eru allarhelst fleiri, ið halda, at hetta eru meiri ”keðiligar” øl, kanska alt ov vanligar og smakka ikki av nøkrum ávísum. Men hetta eru klassiskar øl. Vit kenna eisini aðrar klassikarar frá umverðini; Chanel-draktin, Eggið frá Arne Jacobsen ella Dick knívin. Keðiligt? Avgjørt ikki. Hetta eru lutir, ið avspegla tað góða handverkið í vøruni. Fyristilla tær, um onkur bað Arna betrekkja Eggið við nervøsum velour!
Annika Waag vísti á, at tann ringasta ølin at bryggja eru ávíkavíst pilsnari og gull. Tað sæst, merkist og luktast beinavegin, um tað ikki er væl bryggjað. Og tað er hugvekjandi, hvussu fá bryggjaríir høvdu pilsnara og gull í teirra sortimentið. Spurningurin er kanska hann, um tey flestu bryggjaríini fylgja trendinum ella er pilsnarin og gullin ein ov stór avbjóðing?
Men Føroya Bjór veit, hvar Dávur keypir ølið!
Gavlbakken 26, 2730 Herlev, liggur beint vid Herlev hallerne
bus 167 frá herlev st. til netto, so eru tit har :)
Offurlamb og øskuostur
Dýrabiðudag bóðu vit um dýrarygg, og bønirnar vóru hoyrdar. Vit høvdu bjóða fólki til døgverða henda dýrdar dag, tá allir heiludagar verða pakkaðir saman undir ein: Dýrabiðudag.
Matskráiin, sum Marin hevði staðið fyri, var samansett av heimagjørdari aspargessuppu við hvítum asparges. Til hana høvdu vit eina góða hveitiøl.
Høvuðsrætturin, sum var tað, við høvdu glett okkum mest til, var ein púra feskur lambsryggur uttan annað enn salt og pipar. Lambskjøt hevur ein so sárbaran smakk, og klæðir tí best at vera stoktur au naturel. Afturvið rygginum eplabátar, eina tjúkka rómasós og eina griska salat. Afturvið sarta lambssamikkinum, helt Marin, at ein Chianti hóskaði væl og sjálvandi ymisk sløg av øl frá Føroya Bjór, ið kom væl við hjá teim mannligu gestunum.
Til dessert hevði Marin valt nakað, ið hóskar perfekt til árstíðina og til tíðina vit liva í: Ein Morbier øskuost! Osturin er so samansettur, at miðan er eitt tunt lag av øsku. Osturin luktar milt sagt ræðuligt, tá man letur hann upp, men smakkar akkurát líka væl sum hann luktar illa, so tað var super, duper. Afturvið høvdu vit víndrúur, heimagjørt súltutøj/kompot sum Sissal hevði gjørt úr appelsinum, blommum, súreplum, rosinum, perum, mandlum og citrónsaft. Harumframt franskar smørkeks. Vit høvdu fingið eina út av bert 450 fløskum av Vino Santo dessertvíni, og tað nippaðu vit til til dessertina. Vínið bleiv framleitt til Cop 15 ráðstevnuna, ið var í december mánaði í fjør. Sjálvt etikettin á fløskuni var økologisk, og tað var fyritøkan, Bend the Trend, ið stóð aftanfyri framleiðsluna. So umframt at síggja m.o. Vivienne Westwood og prinsin av Ghana, fingu vit eisini tað burturúr arbeiðstímunum til ráðstevnuna at fáa nakrar fløskur av hesum ótrúliga góða víni.
Tá hesin dýri biðidagur var komin at enda, sótu vit øll væl nøgd við borðið. Vit vóru tó samd um, at lambið var ofra fyri eina góða sak, og at tað í veruleikanum eru alt ov fáir heilidagar í kalendaraárinum. Tí skjóta vit upp, at vit splitta dýrabiðidag upp aftur í fleiri smærri heilidagar, har vit kunnu eta okkum um rygg. - Lambsrygg!

Tað kemur altíð ein rækja og ein sporvognur afturat
Nú er føðingardagur í familjuni, og vit eru boðin út at eta. Uppfinnsami føðingardagsbeiggjin hevur fingið viðmælt Running Sushi á japansku matstovuni, Osaka, ið liggur niðalaga á Istedgade, á Istedgade 3. Niðalaga merkir á vestmannamáli oman ímóti hovedbanagarðinum.
Istedgade er ein stuttlig gøta. Faktisk kann hon deilast í trý. Niðalaga er tann heldur grái og meir skumli parturin, har tað ikki er so spennandi at ganga einsamallur eftir kl. 20.00. Eftir Mariukirkjuna er annaðleiðis. Á hesum strekkinum byrja teir meir ivasomu handlarnir og barrinar at blanda seg við lítlum, trendy designara forrættningum, har yngri kreativar sálir selja sínar spennandi kreatiónir. Tað er her tú kann keypa modernað innbúgv, vistfrøðiligar vørur v.m. Longur niðan tú kemur móti Enghave plads økjast tær í tali, og her finnur tú eina rúgvu av caféeum, har gestirnir ofta sita og arbeiða við síni Mac teldu íklødd teirra citywise klæðum. Td. kann nevnast Bang og Jessen, ið er serstakliga populer, og har tað ofta er tættpakkað bæði inni og úti á smala fortovinum.
Tær gomlu bodegaðirnar mitt á Istedgade, td. McKlud og Blomsten síggja út, sum tær altíð hava gjørt, men klientellið er skift út. Gomlu stamkundarnir eru har enn, men teir eru yvirrendir av ungum lesandi, ið inntaka støðini so at siga hvørt kvøld í vikuni. Ovast á Istedgade eru bagelshops, íslendska merkið Birna hevur handil her, væl blandað við øðrum minni forrættningum og kioskum. Á Istedgade finnir tú alt, tú kanst hugsa tær, og ein túrur oman hesa gøtuna, er eina uppliving verd. Ikki at gloyma allar síðugøturnar, har enn fleir lítlar forrætningar goyma seg.
Aftur til Osaka. Vit høvdu bílagt borð og vóru væl móttikin av tænaranum, ið vísti okkum til borðið. Tá vit øll høvdu bílagt Running sushi og drekkivørur, ma. japanskt øl, gav hon okkum hvør sín lítla, kókandi heita lappa at vaska hendurnar við, áðrenn vit byrjaðu at eta. Running sushi fungerar so, at tú situr við eitt borð, ið stendur upp ímóti einum bandið, ið koyrir runt. Hetta samlibandið er í tveimum hæddum, og avlokað við glasveggjum.
Við hvørt borð er síðan ein lítil hurð, ein letur upp, og tekur síðan tann tallerkin, ein vil hava. Tallerkarnir vóru eisini eina viðmerking verda. Teir vóru í sterkum litum, lilla, reyðir, grønir og bláir. Super flottir, og gjørdu upplivingina enn betur! Á ovasta bandinum eru heitir rættir, m.a. rækjur, nudlir, lambakotelettir, rísrættir, hønsarungaspjót, veingir og marineraður høsnarungi. Har er laksakotelettir, smáir kjøtbollar osfr. osfr.
Á niðara bandinum var sushi. Har var eisini frukt og ein kokusmjólkasuppa, ið smakkaði sum smeltaður vaniljuísur, mmmm. Tað var stór frøi á okkum, ið øll elska mat, tá vit sóu hetta sindriga systemið, Running sushi var.
Tá eg uppá eitt tíðspunkt rópti, tí ein rækja, sum eg vildi hava var farin framvið, áðrenn eg náddi at taka hana, segði beiggji mín: “Sissal, slappa av, tað kemur altíð ein rækja og ein sporvognur avtrat”. Bara at sita og velja matin heilt sjálvur, eta tað ein hevði hug til , tá ein hevði hug til tað, og uttan at reisa seg upp, kann nakað verða betur?
Nei! Vit sótu og ótu og prátaðu og ikki minst flentu í einar 3 tímar hetta kvøldið, og fyri 229,- hvør + drekkivørur má sigast, at tað var allar pengarnar vert. Maturin smakkaði væl og av teim uml. 40 rættunum má sigast, at har manglaði onki. Um ein av gestunum í einum selskapi ikki er til sushi, so er ríkiligt av øðrum at taka av, so eingin fer svangur til hús. Tænastustøðið var høgt, tað bleiv rudda skjótt av, og ein sat ikki og bíðaði eftir meir drekkivørum ella øðrum.
Hetta var ein fínur háttur at fara út at eta á. Interaktivt, og vit hyggaðu okkum frá vit komu, til vit vanadraðu niðan aftur eftir Istedgade oman á Halmtorvið, at drekka kaffi, sum enda á einum fínum kvøldið.

- Rullubandið var 2 x 25 m. langt. Tað fluti seg 1 m. í 12 sek. Tvs. uml. 5 m. í 1. Min.
- Tað tók bandinum uml. 4, 5 min. at koyra allan vegin runt, tvs. tað flytir seg 0, 85 m.sek., ella 8,5 cm., pr. sek og har vóru 250 tallerkar x 2 á bondunum.
- Príslegan er mánadag til hósdag 199,- Í vikuskiftinum 229,- Børn undir 12 ár, hálvan prís.
- Matstovan bjóðar eisini à la carte og mat út úr húsinum.
Kvinnulist í Føroyahúsinum.
Í dag er heitari í Keypmannahavn, enn tað hevur verið leingi. Fólkið á gøtuni tykist glaðari og lættari um hjarta, hóast húgvir, turrikløð, handskar og vetrarfrakkar enn so at siga fjala andlit og kroppar. Enn er ov tílðliga at sita út í fortovscaféeunum og drekka kaffi. - Men nú verður tíbetur ikki so leingi, fyrr enn tey fyrstu fara at hætta sær at seta seg útum, pakkað inn í teppi.
Men innandura er heitt og gott, og tað er tað eisini á Vesterbrogade 17 A, har Føroyahúsið í Keypmannahavn heldur til, og eisini Listafelagið í Keypmannahavn, ið hevur haft til húsa í Føroyahúsinum seinastu 25 árini.
Í 2009 hevur Listafelagið í Keypmannahavn haft fleiri ferniseringar sunnudagar, har ung listafólk hava sýnt fram. – Ung listafólk er at skilja ung í aldri og/ella ung í verki.
Hesar ferniseringar og framsýningar hava verið væl vitjaðar, og áhugin fyri føroyskari list hevur verið stórur. Í 2010 er ætlanin hjá Listafelagnum at geva eitt boð í mun til føroyska samtíðarlist, at vísa á ein veg inn í framtíðina, har felagsskapurin setur dagsskránna á altjóða pallinum.
Í samband við at 8. mars er í nánd, hevur Listafelagið bjóða fýra listakvinnun at sýna fram. Tær eru Hansina Iversen, Beinta av Reyni, Jórunn Dánialsdóttir og Elisbeth Pike. Eisini var Lena Nicolajsen, sniðgevi, boðin við at greiða frá, og Marin H. Hentze gav sítt ískoyti til dagin við listarligum mati og matgerð.
Hansina sýndi 4 nýggjar, abstraktar oljumálningar uttan heiti fram. Teir vóru eyðkendir av bláum, grønum, gulum, reyðum og myrkaviolettum litum. Íblásturin hjá Hansinu kemur frá amerikanskari, abstraktari, ekspressionistiskari list. Orsøkin til at málningarnir ikki hava heiti er hon, at hon ikki vil leiða ákoðaran nakrastaðni. Hansina vil heldur lata áskoðaran sjálvan gera sína egnu tankar og hugmyndir.
Beinta av Reyni framsýndi 6 málningar, har temaið sýntist at vera tað avskorna. - Tað, ið er uttanfyri. Á myndunum blandar hon tað abstrakta við tí naturalistisk, og henda blanding gevur eina sera væleyðnaða og avbjóðandi uppliving fyri áskoðaran.
Jórunn Dánialsdóttir, ið er útbúgvin handarbeiðslærarinna, vísti fram 18 áseymaðar myndir. Hennara verk á framsýningini góvu eina góða, áhugaverda og sera vældeyðnaða nýskapan av einum listahátti, ið var nógv frammi í 1980´ unum. Jórunn sýndi eisini bundnar lutir, ma. húgvur, pannubond, handskar og handliðshitarar fram.
Elisabeth Pike, ið hevur verið búsitandi í Toronto í Canada síðan 1970, framsýndi 13 oljumálningar. Litirnir á myndum hennara eru sterkir og djúpir, og nógvar av myndinum ímynda andlit, kroppar og pør.
Lena Nicolajsen, sniðgevi frá Danmarks Designskúla, greiddi frá um sítt virkið sum sniðgevi og sniðgevisgongdir og um sína endaligu verkætlan frá skúlanum. – Talufremjandi leikur til børn við hoyri - og talitrupulleikum. Í løtuni arbeiðir hon við grafiskum og illustrativum verkum fyri ymisk virki og kommunur.
Marin, matsniðgevi, hevði kreerað ein áhugaverdan platta, grundaðan á føroyskar/ norðurlendskar rávørur til dagin.
Longu kl. 15 var nógv fólk komið, og tað var lurta í spenningi, tá bæði listafólk og kokkur stillaðu seg upp á lítla pallin og greiddu frá um hvørjar tær vóru, hvat tær tóktust við og um framsýningina. - Beinta av Reyni var tíverri ikki til staðar.
Prátið gekk dúgliga, myndir umrøddar , eygleiddar og keyptar. Eisini var væl fylgt við og lurtað, tá Lena kl. 16.30 helt fyrilestur um síni produktir, sum hon hevði lagt fram á eitt borð mitt í rúminum, so gestirnir kundu síggja tað, hon hevur skapað og framleitt.
Í samband við ferniseringarnar, Listafelagið í Keypmannahavn hevur hildið, hava listafólkini, eins og tey gjørdu í dag, greitt frá um teirra list, lív og virki. - Og ferniseringarnar hava verið væl vitjaðar av fólkið í øllum aldrum.
Inntil nú hevur Listafelagið bjóðað eitt sindur av mati, víni og øðrum drekkivørum ókeypis til tey vitjandi. Men nú fara tey at royna ein nýggjan leist við at Marin fer at gera spennandi, nýskapandi, listarligan mat. Mat, ið er framleiddur og grundaður á føroyskar og norðurlendsar rávørur og tilfeingi. Henda mat ber síðan til at keypa til feriniseringarnar.
Marin arbeiddi koncentrera í køkinum frá tíðliga á morgni, við gera matin til reiðar, og seinni, tá gestirnir bíløgdu, við at anrætta á tallerkar til teirra. Hon greiður frá, at hon hevur lagt seg eftir, at platturin skal vera femininur og stílreinur. Hetta kemst av at tað er Listafelagið, ið skipar fyri, og tí er tað estetiska aspektiði hugsað inn í skapanina av plattinum. - Tað feminina íslettið kemst av, at tað er kvinnudagur 8. mars, og av tí at tað eru kvinnur, ið sýna fram. Hon hevur harumframt lagt stóran dent á, at platturin er ein samanhangandi eind, bæði í skapi, útsjónd og ikki minst, at ymisku rættirnir komplimentera og stuðla hvørjum øðrum. Soleiðis fær viðskiftafólkið eina heildaruppliving av matinum og listini.
Tað var stórur áhugi í vakra plattinum hjá Marini, ið var samansettur av føroyskum lomviga, eplamorli og súltaðum rótum, krabbasalat við súreplum og agurk, toski við tara, spinat og eini blómu av viólslagnum, ið eitur Pansy. (Stedmorderblomst). Harumframt var ein urtaemulisón við radisum og breyð og smøri. Øll lótu serstakliga væl at plattinum, og fólk vóru áhugaði í, og vóru ikki bangin fyri, at royna okkurt nýtt, spennandi innan matgerð. Marin greiðir frá at hugburðurin aftanfyri matin er hann, at hon roynir at lýsa ymisk ættarlið av kvinnum: Lomvigin, eplamorlið og súltaða rótin stendur fyri tí eldri kvinnuni, ið nýtti nógva tíð í køkinum við at matgerða, súlta og koncervera. Fiskarættirnir standa fyri tí nútímans rákinum við sushi og tí lætta, spinkla matinum. Urtinar eru síðan tað gastronomiska sjónarmiði, har rávørur, ið klæða hvørjari aðrari verða samansettar, og harvið avmynda náttúrina, td. við urtameulsiónini og radisuni, ið líkjast einum urtapotti.
Hetta var ein áhugaverdur dagur, við áhugaverdari list, bæði innan málningar, matgerð, sniðgeving og handverkslist. Samanumtikið kann sigast, at føroysk list, og kvinnulist, dregur fólk til, og hevur sera nógv at bjóða uppá á.

Úti á Amager liggur eitt kaffihús…
01.03.10
Tað er sunnumorgun, og hesin kaldi veturin hevur lagt seg sum eina tunga dýnu yvir Keypmannahavn. Tann fyrr so vakri kavin er rúgvaður framvið fótgangarafeltunum, væl blandaður við salti og kavasjabbi. Men vit hava valt at baksa okkum langt úteftir longu Amagerbrogade fyri at fáa okkum brunch.
Amager er ikki tann býarparturin í Keypmannahavn sum er gastronomiskt væl fyri; her eru einkultar café’ir, sum ikki skilja seg burturúr mongdini, nakrar fáar matstovur og nógvar myrkar barrir, ið tiltrekkja vælkenda amagersegmenti; kvinnur við ov bleiktum hári, rokkarahvølpar hvørs besti vinur er ein styggur kamphundur og menn, sum hava sæð betri dagar.
Men heilt úti á Amager, burt frá ferðsluni og tí meiri miðstaðarkenda, liggur eitt hugnaligt kaffihús, Ingolfs Café, sum umframt tað vanliga cafékonceptið, bjóðar teirra gestum, live-tónleik, bingo, bókmentakvøld og økologiskan mat.
Brunch ber ikki dám av nøkrum fakligum meistaraverki, sum oftast eru tad liðugtgjørdar rávørur, sum eru lagdar vakurt á ein tallerk; m.a. ostur, súltutoy, jogurt, pylsur, bacon, breyð, juice og kaffi. Og sjálvandi egg í ymsum útgávum, sum oftast røregg, ið als ikki livur upp til heitið røregg, sum á fronskum kallast Oeufs brouillés; egg rørd saman við róma og bakast í einu kassurollu, og skal serverast meðan eggjamassin framvegis er hálvflótandi og blankur. Men allarhelst av tí, at vit liva í eini anti róma- og smørtíð, verður smørið skift út við olju og rómin skiftur út við lættimjólk.
Tað virkar so lætt at gera eggja rættir, men Marin greiðir frá, at bæði hennara gamli stjóri, hennara lærarar á kokkaskúlanum og navnframi Bo Bech hava fortalt henni, at ikki fyrr enn ein kokkur meistrar allar eggjarættirnar í kokkabókini, kann ein kalla seg ein veruligan kokk.
Men tað er ein sonn gleði tá stóri brunchtallerkurin verður settur fram fyri okkum; her eru bert økologiskar rávørur, nýbakað breyð, fleiri sløg av donskum pylsum, back-bacon, tvey sløg av heimagjørdum súltutoy, frískt pressa appelsinjuice og fairtrade kaffi. Og sjálvandi røregg og ymiskt annað sum vid tíðini hevur sníkt seg á tann danska brunch-htallerkin; pesto, humus, salat og frískar fruktir. Ein úrmæls brunchtallerkur og prátið gongur dúgliga meðan vit eta. Kaffihúsið ber dám av, at nógvir av gestunum leggja tíðum leiðina framvið her, so tað er sera lætt at práta við fólk her og tænastan er góð og persónlig.
Hetta fær okkum at minnast aftur á familjuna og andrúmið heima í Føroyum og tá vit eru lidnar at eta, hava vit hug at fara inn í køkin vid tallerkunum og siga manga takk og vit síggjast!
Vitja heimasíðuna:
http://www.ingolfskaffebar.dk/
Bøkur og kaffi við útsýni til buffaloskógvar
15.02.10 - Paludan
Vit hava mangan undrast á, hví tað ikki er nøkur bókacafé í Havn. Hví tað td. ikki er ein bókacafé í forleingilsi av gamla bókhandli. - Tað hevði verið upplagt. At sita og drekka kaffi, lesa bøkur, hoyra upplestur osfr. er ein fínur máti at hugna sær uppá, og væntandi hevði hetta glett mong. Klaksvíksingar eru so hepnir at hava tað fantastiska staðið, Leikalund. Vónandi vera fleiri av slíkum at síggja í Føroyum í framtíðini.
Ein av mongu bókacaféunum í Keypmannahavn er Paludan café, ið liggur á Fiolstræde beint við Nørreport. Bókacaféin er partur av bókhandlinum Paludan. Á caféini er ein sera hugnaligur og avslappaður stemningur, og her er altíð nógv fólk.
Gestirnir, ið eru í øllum aldrum sita í stóru hølunum við tvey- og fýramannsborð og práta. Tey sita við farteldum og skriva surfa á tráðleysa netinum, - eitt tilboð, caféin bjóðar viðskiftafólkinum. Tey lesa bøkur, bløð og avísir, ið liggja frammi at lesa og blaða í. Her kanst tú sita og hyggja og lesa í bókum, tú ert áhugaður í, og um tú hevur hug, so kanst tú keypa bøkurnar heim við úr bókahandlinum, ið er á loftinum.
Caféin er uppdeild í trý rúm. Tú traðkar frá gøtuni inn í breinniovnsstovuna, ið er tað stórsta rúmið í caféini. Har eru veggirnir klæddir við bókum frá gólv til loft og har er, sum navnið ber boð um, ein lítil brenniovnur. Úr hesum rúminum er eisini atgongd til antikvariatið í kjallaranum og til bókasøluna á loftinum. Tað næsta rúmið er tað mest hektiska. - Her er barrin og trappurnar upp á eitt minni loft, ið er tað mest friðarliga rúmið í caféeini. Í hesum rúminum er eisini gallarí, har skiftandi framsýnigar vera hildnar.
Beint uttanfyri vindeyga liggur Fiolstræde við øllum sínum forrætningum, og gesturin sær støðugt fólk ganga framvið stóru vindeygunum. Tað hendir meir enn so, at onkrar stuttligar typur derfilera framvið. Vit høvdu t.d. gleðina av at síggja tað vit gittu mátti vera ein týsk pornostjørnu av kallkyni, ið var tveir metrar høg við kritahvítum bundesliegahári, stone-washed cowboybuksum, ið sótu skeivu megin miðuna, og í pinklittari t-shirt, sum var spartla á hansara muskuløsa kropp.
Á høvdinum hevði hann eitt stórt aluminiuskuffert og við síðuna av sær eitt lítið nips av eini kvinnu í einum skóm, ið líktust mistonkiliga nógv buffaloskónum frá hálvfemsunum. - Eitt sera skelkandi upplivislsi fyri okkum. Tíbetur fingu vit samla okkum sjálvar og okkara moralsku snerputheit og puritanska sinni við at hyggja inn ígjøgnum vindeyguni á Universitetsbókasavnið frá 1861, ið liggur beint yvir av. Eitt sindur mentaður má ein vera i disse dage.
Køkurin á Paludan er opin frá 09.00 til 21.30. - Matskráin bjóðar uppá lættar annrættningar, hollar millummáltíðir, og tær flestu drykkivørurnar koma frá smáum lokalproducentum, hvørt ofta boðar frá góðsku. Har eru øll tey vanligu kaffi - og tesløgini, smoothies, øl og spiritus, køkur og sjokoláta. - Møguleiki er harumframt fyri at fáa kaffi og te út við, og henda møguleika brúka m.o. tey juralesandi nógv, av tí at jurafakultetið liggur fáar minuttir frá caféini.
Maturin er tó ikki tad primera á Paludan, men tann góða atmosferan skapar eina góða uppliving, og sum heild er hetta ein deilig café.
Vit bíløgdu ostatallerkin, ið taldi trý sløg av osti, glaseraðar nøtur, jarðber og annað grønt og eina laksatvíflís. Portiónirnar vóru ríkiliga stórar og ikki minst, góðar til prísin, ið var uml. 60 kr. fyri ostatallerkin og 80 kr. fyri tvíflísina.
Ein hugnaligur dagur við góðum mati, góðum lesnaði og góðum útsýni í góðum selskapi. - So ger tað ikki so nógv at tað er keðiligur mánadagur, og at tað enn frystir minusgradir uttanfyri. (Guð viti, um týskarin náddi heim, áðrenn hann frysti í hel. – Um so er, at hann stillaði buffaloskógvarnar, so gjørdi hann tað í tað minsta við stíli.)
La Glace, tín bjarging frá (sukur)trongd og sút.
Tað er framvegis ísakalt í Keypmannahavn, og tá vit eru so skirvisligar og illa polstraðar, vóru vit noyddar at gera okkurt fyri ikki at frysta í hel. Sum kunnugt, er onki so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, tí hvat er betur fyribyrging ímóti kulda og kava enn rómi, kaffi og vaniljukrem? – Ongin!
Tí valdu vit at fara á kondittarí, har júst køkur og kaffi kunnu taka alla sorg og sút burtur úr likami og sál.
Fyri okkum er kondittarí synonymt við hugna, prát, vinskap, tíðindini, kaffi, køkur, rundstykkir, avísir, mynttelefon og reyðar benkur og stólar. Tá vit sum børn komu til havnar, var eitt tað besta vit vistu, at fara inn á kondittaríið, sum nú tíverri er farið um sýnuna. Sum ungar, var hetta staðið ein fastur partur av gerandisdegnum. Hvat gøla tað er, at kondittaríið ikki er meir, kundu vit skriva nógv um, men hetta er ikki rætta tíðin ella staðið at gera tað í, so vit gera tað heilt stutt: Tað er ongin ivi um, at kondittaríið í Havn var ein stovnur í sær sjálvum, har fólk í øllum aldrum hittust fyri at práta meðan tey inntóku kaffi, gásabringu, heitt/kalt eplasalat við frikadellum ella eini kókaðari pylsu. Tað var her m.a. Randi, Elingborg, Marjun, Frida og Hanna serveraðu, prátaðu og settu sín serliga dám á hetta fantastiska staði mitt í heimsins minsta stórbýi. Tað var her, ein lærdi fólk at kenna, sum ein annars ikki hevði lært at kent. Kondittaríið var sum eitt heim, og tá lykilin var snaraður í hurðini seinastu ferð, mistu vit og havnin ein mentunarstovn, ið aldri finnur sín líka.
Men, Keypmannahavn hevur enn síni kondittaríir, og eitt hitt mest kenda er La Glace, ið var stovna 8. oktober 1870. La Glace er elsta kondittarí í Danmark og liggur á Skoubogade 3 á strøgnum í gamla Keypmannahavn. Staðið hevur ígjógnum 6 ættarlið givið viðskiftafólkinum lívskvalitet, sum tey skriva á heimasíðuni. Júst í hesum kondittaríi hevur ein av heimsins bestu kondittarum, Gert Sørensen, slitið sínar skógvar og ganda við sínum køkukynstrum. Kondittarin Gert hevur m.a. gjørt tí víðagitnu “sportskøkuna” til ein fastan part av køkuúrvalinum, ið telur óteljandi køkur í óteljandi skapum, litum og støddum, og ikki at gloyma, - prísklassum. Td. ber til at keypa eina lagkøku fyri uml. 550 kr. - Hon er so eisini til 12 persónar. La Glace selur eisini brúðarkøkur og aðrar køkur til øll hugsandi endamál út úr húsinum. Tað er hesin sami Gert, ið hevur sett støði á kondittarínum, ið er mett sum verandi sera høgt. La Glace er eitt av teim støðunum í Keypmannahavn, ferðafólk fara, tá tey vitja býin, javnt við lítlu havfrúnna og Christiania. Tað er ikki bert ferðafólki, ið koma á kondittaríið. Her koma vinfólk í øllum aldrum, av báðum kynum, ung fólk, barnafamiljur, fundarfólk og sjálvsagt køkuelskarar, eisini í øllum kynum, støddum og aldrum.
Hølið er mála í einum myrkum laksaliti, og á gólvinum eru grøn og gul teppi við blaðmotivi, borðini eru svørt. Stutt sagt, minna hølini um eina scenu úr Matador. Staðið framstendur sum ein livandi mynd frá eini farnari tíð, uttan at tað tykist uppsteðga. Her eru farteldur, ung fólk og lív, ið gevur eina ábending um, at hóast býurin er fullur í tilboðum, er tíðin ikki farin frá køkum og kaffi í silvurkannum, - tvørturímóti.
Úrvalið á køkum er stórt, eins og tað var í Føroyum fyrr, tá ein dygd var løgd í at diska upp við tí stóra køkuborðinum. Td. vóru føðingardagarnar hjá ommum og fastrum eitt køkuorgie, har dámurin var hátíðarligur, uttan at vera snobbuttur. Í Føroyum tykist tað sum um hetta er eitt gloymt kapittul í matsøguni. Køkubøkurnar eru burturgoymdar og gloymdar, eins og tær køkurnar ein fekk fyrr, td. kvarkkakan, hjalskakan, othellolagkakan, gásabróstið, kringlur, waleskringlan, profiteroles og allar fromagurnar, ymerfromaga, citrón, romfromagan, jarðber osfr.
Á La Glace eru lagkøkur í nógvum løgum, við ymiskari fyllu. Har eru heimagjørd kremir, glasurir, puréir, ganachir, wienerbotnar, makrónbotnar, marcipanbotnar, mandelbotnar, sjokolátabisquitbotnar og ein rúgva av fromagum. Her eru smákøkur, wienerbreyð, fyltar sjokolátur og rómakøkur, og tað er eingin ivi um ómakin, nærlagni og tí stóru virðingini fyri handverkinum aftanfyri tær søtu sakirnar.
Vit bíløgdu kaffi, og tí víðagitnu sportskøkuna til Sissal, eina appelisin lagkøku til Marina og eina heystkøku, ið var gjørd av sjokulátu, sjokolátamandelbotnum og millum var sjokolátatrøffil, yvirtrekt við smørsjokolátu pynta við sjokolátabløðum til Leu. Tá vit høvdu arbeitt okkum ígjøgnum rómafjøll, glaseraðar appelsinbátar, sjokolátaskógir og kaffisjógvar, vóru vit ikki so skirvisligar og illa polstraðar longur. Vit fóru út aftur á gøtuna, út aftur í kuldan við eini kenslu av at vera forkelaðar, og við einum ella tveimu eyka holum í tonnunum.
Meeennn, hvat ger mann ikki fyri at stytta um veturin?

Etika CPH
29.01.10
Exchange Culture through taste
– Etika CPH, the grand opening
Kl. 19.20 í gjárkvøldið, fóru vit illa skøddu kvinnur eftir glerstoyttu gøtunum í miðbýnum í Keypmannahavn. Málið var greitt, Ny Østergade 14, har Etika CPH hevði upplatingargildi. Tá vit rukku málið, hittu vit beinanvegin fólk uttanfyri hurðarnar, ið vóru farin út í minusgradirnar at “bróta“ sunnu livureglunum í sushiverð, við einum drinki í eini hond og eini sigarett í hinari. Summar í stilettum og berum beinum í sjaskuta, salta kavanum, ið liggur sum ein brún dýna yvir allan tann ísakalda býin hesar dagarnar í januar. - Hetta sá út til at vera akkurát gott. - Eitt sindur av hesum og eitt sindur av hasum.
Innkomnar, kroystu vit okkum framvið tí obligatorisku mongdini, sum stendur/situr frammanfyri barrini. Víðari inni gjógnum bólkar av fólki, ið stóðu og snikksnakkaðu, fram til eitt borð, har vit setta okkum fyri ”diskret” at eygleiða og inntaka staði og fólkið.
Hýrurin var góður, fólk vóru glað og nøgd, og har manglaði onki, hvørki matur, drekka ella blíðskapur. Eitt nýtt stað í Keypmannahavn hevur latið dyrnar upp, og nú byrjar kappingin um viðkiftafólkið, um rennomé, um at ivirliva í krepputíðum, og um at markera seg á landakortinum, har ikki bert aðrar sushimatstovur, men eisini onnur spennandi tilboð, ið alla tíðina síggja dagsins ljós, hava sett sína nál.
Etika CPH er eins Etika í Føroyum, sushimatstova, har endamálið er, at sushi siðurin úr Japan rennir saman við norðurlendskum rávørum í eini ”skøn forening”, sum fólkið aftanfyri konseptið tekur til. Ætlanin er, at Etika CPH skal vera meir familjuvinarligt, enn aðrar sushimatstovur. Sushi hevur longu fleiri ár á baki, sum ein tann mest trendy, og sunni maturin, og hevur tí eisini verið synonymt við at hava tjekk uppá, hvat er hot og what´s not. - Og eingin ivi um, at um ein dámar sushi, ja so er onki so gott sum gott sushi. Krøvini til dygdina á vøruni eru og skulu eisini vera hørð. Tí líka so væl sum sushi kann smakka, tá rávøran er frísk og væl tilgjørd, líka so ræðuligt er tað, tá hon er knapt so frísk og illa handfarin.
Manningin aftanfyri Etika CPH boðar ma. frá á Facebook, at 10´ini vera ”besindelsens årti”, har vit fara at liva meira simpult, har vit fara at síggja eina kulinariska minimalismu og at hetta verður eitt ártíggju, har brúkarin fer at krejva betri, reinari og edlari rávøru. Ongin ivi um, at hetta er í tráð við tíðina vit liva í. Umhvørvisráðstevnan er júst farin framvið, og ikki minst er hetta í tráð við útbreiðsluna av hugsanini um, at vit eiga at vera meir tilvitaði um, hvat vit fylla í kropp og sál. Vit ganga til yogaskeiðir, liva eftir mindfullness princippum, vit fara málrætta eftir upplivingum, ið m.a. geva okkum íblástur, yvirskot og møguleika at veksa sum menniskju. At gerast betur og at trívast betur sum foreldur, arbeiðsfelagi, vinur, partnari osfr. Vit ynskja og stremba eftir einum innhaldsríkum, sunnum lívið uttan strongd. -Tað er legitimt, góðtikið og møguligt hjá teim flestu í dag, at liva eitt lív, har hædd verður tikin fyri hesum viðurskiftum, - og hetta vita matstovuánararnir, og hesi krøv ganga tey á møti.
Etika CPH er trendy í allar mátar. Staði liggur væl fyri geografiskt. – Mitt í býnum. Interiørið, maturin, drekkjivørurnar og tónleikurin var tíðarhóskandi, modernað. Ma. dominerar ein stór reyð ríslampa, ið hongur uppi yvir trappunum oman í kjallaran, og undir loftinum er eitt akvarium. Stóra hølið, har matstovan heldur til, hevur stórum glasfacadur út til vegin, og har verður gott at sita í vár og í summar, tá tað verður heitari. Fyri at hølið ikki skal tykjast ov ógvusligt og áloypandi, er tað deilt í tvey. Eitt opið, ljóst rúm, har borð og stólar eru hvít, tekur ímoti, tá ein kemur inn. Goymt eitt sindur burtur aftarnfyri barrina er ein lounge, har veggir, sofur, stólar, rammur rundanum myndirnar og barrdiskurin er svart. Loungin hevur ein 80´ ara retro dám, sum tó ikki kammar yvir og gerst kitch. Bert myndirnar, ein einkult ramma og lampur og lampuskermarnir bróta burturúr tí svarta, við heitum reyðum og gulum litum. Hetta er eitt deiligt rúm, tí tað bjóðar inn til at seta seg niður og slappa av í einum stílreinum, myrkum, avslappandi umhvørvi. Hóast uppdeilingina, missur hølið í sini heild ikki eginleikan av opnum rúmi, við reinum linjum, samanhangangi og gjøgnumførdæri innrætting. Tað grafiska úttrykkið hjá Etika stuðlar samstundis heildarmyndini av staðnum, og liggur tætt at konseptinum einkultheit, reinheit og minimalisma. Logo, menukort osfr. er í heitum litum, sum ganga aftur m.a. í loungini.
Køkurin er opin, tvs. viðskiftafólikið sær kokkarnar gera mat. Inntrykkið er internationalt og hevur dám av asiatiskum gøtukøki. Framman fyri køksdiskin, er stóra barrin. Hetta hevur við sær, at barr og køkur sær út sum um tað er í tveimum ”løgum”. Hetta riggar stak væl, og gevur eina mynd av samstarvi millum køk og barr, og av at staði er bæði drinks og matur samstundis ella bert tað eina.
Niðriundir er ein sonn hola, har tað fyrsta ein sær, tá ein kemur niður ígjógnum vindiltrappurnar, eru tær fantastisku, sansaligu og djúpu myndirnar, ið prýða veggirnar. Av øllum, eru WC´ni tað stuttligasta á Etika, og vísir gestinum, at stílur og humor ikki eru tvey ymisk fyribrigdi, ið ikki kunnu sameinast. Á WC´ num eru tríggjar hurðar við tekstinum: What is behind door number 1, 2 og 3. Tey trý WC ini eru málaði svørt og pink, við geishaum á veggjunum hjá kvinnunum og sumobrótarum hjá monnunum. - At tað er spegl undir loftinum í kjallaranum er kanska eitt gamalt tricks, men spegl hava enn somu ávirkan á eitt rúm, sum tey altíð hava haft, - so tey eru vælkomin við inn í nýggju tíðina.
Hóast mong á okkara leiðum helst síggja fiskin væl kókaðan ella væl raspaðan og stoktan og smelt og epli afturvið, er sushi helst komi fyri at vera, - eisini millum føroyingar. Vit gleða okkum nú at fara á Etika CPH at eta eitt kvøld, tá vit kunnu seta okkum niður í frið og nýta matin og umhvørvið á ein annan hátt, enn tað av heilt náttúrligum orsøkum ikke letur seg gera í sama mun, tá tað er upplatingarveitsla, sum tað ger, eitt vanligt kvøld.
Nýggjur bloggur
Bit eitur okkara nýggi bloggur. Vit eita Sissal Kampmann og Marin Hentze, og vit búgva í Keypmannahavn.
Um Sissal: Sissal hevur áhuga fyri og arbeiðir við bókmentum, mentunarjournalistikki, formidling og upplivingarbúskapi. Øki, ið altíð á onkran hátt hava verið og altíð fara at hava hennara áhuga og brenna í lívi hennara.
Um Marin: Marin arbeiðir vid sínum áhugamálum og tað er matur og tænasta. Hetta eru tvey øki, sum arbeiða tætt saman og fungerar annað ikki, verður upplivilsi fátækari.