Blaðhaldari
05.09.2010
Eg elski loppumarknaðir, endurnýtsluhandlar og ovastaloft, um eg sleppi at gera sum eg vil har uppi.
Henda blaðhaldara keypti eg í Endurnýtsluhøllini hjá Dugna á Kambsdali, fyri 100 kr. Blaðhaldarin er gjørdur úr tekfiner og hevur metal bein.
Frammanundan hevði eg keypt eina rullu av tapeti í Tinghúsinum á Hjalla fyri 5,- kr.
Ætlanin er at tapesera eitt petti í stovuni við hesum tapeti. Blaðhaldarin skal standa upp at tapeseraða vegginum, tí valdi eg ein bláan lit, sum er í tapetinum. Beinini vóru illa farin, so eg pussaði tey við sandpappíri, áðrenn eg sproytaði tey við gullliti.
eitt petti av tapetinum
Nú eru berini búnað
15.08.2010
Vit hava ein gamlan ribsrunn í urtagarðinum. Eg veit ikki, hvussu gamal runnurin er. Hann var her, tá vit fluttu inn í 1986. Í fjør heyst klipti eg heilt nógvar gamlar greinar av runninum, so nógvar at eg var bangin fyri, at hann ikki toldi tað. Eg setti avkliptu greinarnar niður í sand. Onkur teirra hevur fest røtur. Kanska vit fáa fleiri runnar um nøkur ár.
Nú eri eg glað fyri, at eg klipti so nógv av runninum. Í ár ber hann sera nógv ber. Tey flestu er búnað nú. Vit hava heintað ber í dag upp í ein 3 liturs bolla. Vit kókaðu berini í 1 dl. av vatni í 15 minuttir. Hetta gav 300 ml. av ribssaft. Saftina hava vit fryst, til restin av berunum eru búnað, tá ætla vit at gera ribsgele.
Blómutyssi til familjuskeið
06.07.2010
Í dag hava Guðrið og eg gjørt klárt at taka ímóti 26 luttakarum á familjuskeiðnum á Háskúlanum. Skeiðið, sum er 3 dagar, byrjar í morgin ári. Vit hava verið eina ferð í urtagarðinum á skúlanum.

Smørsólja, skøra, soturgras umframt ein onnur blóma út urtagarðinum.

Gomlu fløskurnar er prýddar við ymsum blómum.
Jóansøkusvimjing 2010
27.06.2010
Tað var ein super góð uppliving at svimja rundt vatni í Vági á Jóansøku. Vit vóru eini 20 fólk úr Havnar Svimjifelag, saman við nøkrum frá Susvim.

Tvær spentar Elinar áðrenn svimjingina fríggjadagin. Elin Olsen, Elin Lindenskov, Eyðun Bærentsen.

Nú er klárt at fara. Lis Mortensen, Elin Lindenskov og Rakul Biskupstø.

So eru vit farin!

Rakul vann kvinnur.

Nr. 1 Rakul Biskopstø, 2. Tóra Bærentsen og 3. Ingibjørg Kristiansen.

Gentur. Nr. 1 Erna Katrin Olsen, nr. 2 Shaila millum Garðarnar og nr. 3 Lív Erligsdóttir.
Lekkur troyggja anno 1948
30.05.2010
Einaferð í vetur, tá ið eg leitaði í gomlum bindiuppskriftum uppi hjá mammu, fann eg eina svenska bindibók frá 1948. Mær dámar væl at blaða í gomlum uppskriftsbókum og bløðum, tí eg fái oftani íblástur. Í bókini sá eg eina litfagra opna troyggju. Tá eg sá hesa troygguna, segði eg við mammu, at hesa kundi eg funnið uppá at bundi, akkurát sum hon var í bókini. Síðani gloymdi eg alt um hesa troyggju.
15. apríl hevði eg føðingardag. Og hvat fekk eg frá mammu og pápa? Eina troyggju bundna eftir uppskriftini frá 1948. Mamma hevði bundið hana úr Snældu-tógvi. So nú gangi eg í einari troyggju, sum var sniðgivin fyri 62 árum síðani.

myndin av troyggjuni í bókin

Eg í troyggjuni sum mamma hevur bundið eftir uppskriftini frá 1948.
Mynstrið á troyggjuni
Børnini tekna umhvørvið
24.05.201
Eg hevði úr at gera alla umhvørvisvikuna. Má siga, at eg eri sera væl nøgd, tí undirtøkan var stór til øll tiltøkini, sum vóru á skránni.
Ein av uppgávunun hjá mær var saman við Astrid Andresassen og Súna Christiansen at døma teknikappingina hjá Býarbókasavninum. Temaðið í teknikappingini er sjálvsagt umhvørvið.
Heilt nógvar tekningar vóru komnar inn. Hesar trýggjar vunnu.

Marjun Joensen 6 ár vann kappingina fyri børn undir skúlaaldri

Ró Holm Magnadóttir 7 ár vann kappingina fyri børn 1 - 3 flokk.

Lív Henriksen 11 ár vann kappingina fyri børn 4 flokkur og eldri.

Loppumarknaður í Sjónleikararhúsinum
08.05.2010
Longu kl. 10.00 í morgun var Sjónleikararhúsið í Havn stúgvnadi fult av fólkið. Har var long røð, longu langt áðrenn kl. 10.00. Eg var har kl: 10.10. Puha har var nógv fólk og trokan. Hevði næstan hug at fara út aftur. Men tíanbetur fór eg ikki. Har vóru so nógv hugnalig og fitt fólk at práta við :)
Eg bleiv verandi inni í Sjónleikararhúsinum millum klæðir, koppar, møblar, køkur, kaffi, fólk og okkurt skrambul í samfullar 2½ tímar. Tá fór eg út um. Uttanfyri var eisini huganaligt og nógv fólk at tosa við - deiligt.
Eg keypti fyri einar 300 kr. av ymiskum. Okkurt skal brúkast, sum tað er, annað seymast um, málast ella geri eg okkurt heilt annað við tað. Eg skal nokk fortelja, hvat eg brúkti tað til, so hvørt sum eg brúki tað.

hesin fitti smádrongurin hevur fingið annlitsmáling í Sjónleikarahúsinum.

Kom og renn :)
30.04.2010
Eg eri so stolt, eri akkurát afturkomin, havi runnið ein deiligan túr. Eg havi fylgt renniprogramminum, sum var í Kvinnu nr. 4 summari 2009. Eitt super programm, sum eg kann anbefala øllum at royna :)
Eg eri um at verða liðug við 5. viku í programminum - um eina viku skal eg klára at renna 5 km. spennandi um eg klári tað.
Vinkona mín Kathrina, fekk lokka meg at luttaka í Flagdagsrenningini í ár, eg var við allar 7,2 km. rann og gekk skjótt. Má siga, at tað kendist væl aftaná :)
Eg eri eisini farin at venja til Kvinnurenningina við Bragdinum. Venjingin er hvønn hósdag kl: 17 - 18 og leygarmorgun kl: 8.30. Eingin tilmelding krevst, tað er bara at møta upp, á Tórsbreyt, so er tú við :)

Retro perlur og leirlist um hálsin
22.04.2010
Hesa vetrar-hálsketuna havi eg haft um hálsin, næstan hvønn dag, síðani eg fekk hana í fjør heyst. Tað er leirlistakvinnan Guðrið Poulsen sum hevur gjørt hana, hetta er hennara vetrarketa 2009/10. Perluketan er samansett av hondgjørdum leirperlum og stórum retro perlum frá 1970 árunum.
Vetrarketurnar kosta 300,- kr. Leirlist hevur opið fríggjadagar kl: 16.00 - 18.00 og leygardagar kl: 10.00 - 12.00. Til ber eisini at avtala tíð á telefon 315355
Leirlist heldur til í Sjúrðargøtu 16 í Havn.
Føðingardagsheilsan frá 1999
15.04.2010
Eg havi ruddað í øllum møguligum kassum og bunkum. Vit hava liva í byggiróti í fleiri ár. Eg billi mær inn, at mítt arbeiðsrúm verður liðugt nakað skjótt, tí fór eg at rudda :)
Nógv er farið í "grøna ílatið" frá Endurnýtsluni, sum stendur uttanfyri - ílatið til pappírsburturkast. Millum alt pappíri fann eg hesa fittu føðingardagsheilsanina, sum eg fekk frá Háskúlanæmingunum 1999.
Vit hava minka okkara kWt sera nógv - harvið eisini minka um okkara útlát av CO2
09.04.2010
El-nýtslan hjá okkum var í 2006 4.787 KWT, sum er alt ov nógv, um vit fylgja donskum ráðum. Danir hava rokna út, at 1000 kwh pr. persón um ári er nóg mikið tó 1500 kwt, har bert eitt fólk er í húsarhaldinum, sí elsparefonden.
Vit settu okkum fyri at minka um okkara el-nýtslu, men tað skuldi ikki ganga út yvir okkara vanliga gerandisdag. Nú trý ár seinri eru vit komin á mál. Í 2009 brúktu vit 2005 kwh ella 1000 kwh fyri hvønn persón :)
Vit hava skift næstan allar perurnar í húsinum við láorkuperur, sløkkja standby ljósini, brúka spariskinnarar, sløkkja kontaktina tá í løðarin er løddur. Vaska upp og vaska klæðir við minni hita. Turka klæðini úti ella í hjallinum. Hava skift 21 ára gamla frystiskápið út við eina minni láorku frystiboks - orkuflokkur A+ sjálvandi :)
Tá vit umvældu húsini, fingu vit okkum ein høvuðsavbrótara, soleiðis at vit kunna sløkkja alt í einum. Um tú skalt byggja ella umvæla, so fá tær hesa funktiónina - hon er gull verd :)
So nógv hava vit minka um okkara el nýtslu seinastu trý árini.
Stabbamynd frá sev heimasíðuni av okkara elnýtslu seinastu trý árini. Á heimasíðuni hjá
SEV sær tú tína nýtslu undir sjálvavgreiðsluni. Loyniorðini finnur tú á tínari Sev rokning.
Nakrar leinkjur við góðurm spariráðum:
Góð ráð frá sev
Skjótt syftir seiðir
11 góð ráð frá Tórshavnar kommunu

Blást páskaregg og ullintur høsnarungi
02.04.2010
Í morgun fór eg mær ein túr uppá ovastaloftið. Eg hevði hug at gera tað eitt sindur páskaligt inni :) Okkara ovastaloft er faktist rættuliga ruddiligt - vit brúktu eitt heilt vikuskifti fyri umleið einum ári síðani at rudda og koyra burtur :)
Í dag tók eg kassan við páskatingum niður. Hesin kassin hevur ikki verið upplatin í fleiri ár, tí var tað sera spennandi at lata kassan upp :) Í kassanum vóru fleiri blást egg, sum Fía dóttir okkara hevur blást og dekorerað. Eg veit ikki, nær Fía hevur gjørt hetta, eg skjóti uppá, at tað eru eini 15 ár síðani.
Eggini eru málað við vatnlitum.
Eg havi hongt nøkur av eggunum upp í køkinum og skifti trillutráðin út við grønt silkiband, eg havi liggjandi.
Ver varin, um tú fer at blása egg! Á danskari heimasíðu ráða tey til at spritta eggini, áðrenn tú blæsir. Sí:
Spritta eggini áðrenn tú blæsir
Í kassanum fann eg eisini henda fitta ullinta høsnarunga :) Hann havi eg sjálv gjørt - tá eg barn. Hesin er lattur at gera. Tú skal brúka gult tógv, tveir hvítar pípureinsarar, reytt og hvítt pappir og eina svarta túsj.
Ger tveir gular duskar út tógvinum, ein eitt sindur størri enn hin. Tann størri er kroppur, tann minni høvd. Seyma duskarnar saman. Klipp eitt reytt nev og tvey hvít eygu, tekna tað svarta á eyguni. Líma eyguni og nevið á høvdið. Forma pípureinsarnar til føtur.
Gleðiligar páskir :)

Retro barnaklæðir
22.03.2010Tá dóttir mín Fía var barn, seymaði eg nógv av hennara klæðum. Mynstrini og íblástur til klæðini fann eg oftast í bókini "Børnetøj du selv kan sy 0 - 4 år" eftir Elsebeth Gynther og Bjarne Solberg.
Nú ommubørnin eru komin, er bókin tikin fram aftur.
Ommubørnini Lóa og Høgni klár at fara í song. Náttbuksurnar er seymaðir úr gomlum skjúrtum eftir grundmynstrinum í bókini.

Skjúrtulummin bleiv til "rumpu"lumma á náttbuksunum hjá Lóu.
Bókin "Børnétøj du selv kan sy 0 - 4 år er fyrsta í røðini av trimum, sum rithøvundarnir Elsebeth Gynther og Bjarne Solberg góðu út á forlagnum Klematis fyrstu ferð í 1977.
Bókin var útseld í nógv ár, men í 2009 er hon endurprenta og fæst í bókhandlunum. ISBN-10: 8764103331 - ISBN-13: 9788764103335.

8. mars húgva (100 ár)
8. mars 2010

Alttjóða kvinnudagurin fyllur 100 ár í dag. Tillukku við degnum :). Føðingardagsgávan frá mær, er ein húgva, bundin úr tvey tráðaðum tóvgið frá Sirri. Íblásturin til húgvuna fekk eg frá "hønsestrik" mynstrunum frá 1970 árunum.

Nýggja troyggju úr gamlari
24.02.2010
Hesa troyggjuna havi eg haft liggjandi, í einum gomlum kufferti, saman við øðrum gomlum pløggum eina tíð. Pápi mín átti hana. Hann brúkti hana einaferð í 1940 árunum. Hon er bundin úr føroyskari ull, helst úr heimaspunnum tógvi.
Troyggjan er mjúk og heit, rendurnar vóru slitnar og lýnlási manglaði tenn. Albogarnir er stoppaðir, tað er so væl gjørt, at tað næstan ikki sæst.

Eg havi klipt gomlu rendurnar av og bundi nýggjar á. Tær nýggju eru úr einari rest av turkislittari útlendskari ull, sum eg hevði liggjandi. Eg skifti lýnlásið út við eitt svart, sum eg havi seymað uttan á troyggjuna, soleiðis at troyggjan fær eitt meira nútíðar look :)

Nú havi eg eina mjúka heita troyggju at verma meg í í kavanum, at brúka uttandura í vár ella summarkvøld.

Lekrir beinvarmarar
18.02.2010
Tað er barasta so lekkurt, at ganga úti í sól og kava. Tað er ótrúliga vakurt og gott fyri sálina :) og soooo kalt brr brr brr :) Eg forgudaði mínar ullintu knæsokkar frá G&G, tí teir verma so væl, eru tunnir og góðir innanundir buksunum, um teir ikki skulu síggjast.
Eg havi sliti hol á mínar, enntá á tveimum pørum ... so kalt hevur verið í ár. Eg unni mær ikki at koyra so lekkrar sokkar burtur. Og eg hvørki dugi ella tími ikki at stoppa :) So eg klipti fótin av sokkunum, overlockaði kantin, nú havi eg tvey pør av lekkrum beinvarmarum

Vælkomin í mína grønu verð
15.02.2010
Vælkomin á mín grøna blogg. Her fari at blogga úr mínari grønu verð.
Í mínum arbeiðið, sum Háskúlalærari, spretta nógv góð grøn og kreativ hugskot. Summi hugskot gerast veruleiki, onnur bíða og búnast ella hvørva aftur.
Í samstarvinum við næmingar og skiftandi starvsfelagar hendir ein rúgva á kreativa økinum – sum bara má roynast. Kanska okkurt av hesum fer at síggjast aftur her á blogginum – vit fáa at síggja!
So eri eg eisini so heppin, at eg eri forkvinna í heilsu- og umhvørvisnevndini í Tórshavnar kommunu. At vera forkvinna í umhvørvisnevndini beint nú, er sera spennandi og avbjóðandi. Her fái eg enn meira innlit í GRØNU verðina, sum eg eisini fari at deila við tykkum.