Monika Nolsøe Johannessen
Monika er útbúgvin Make up artistur og stílistur og bloggar um sminku og vælveruvørur.
Sminkupungurin hjá Moniku
Summarbein
29.04.12
Nú summarið er í nánd, skal kroppurin gerast summarklárur – bæði so og so..
Vetrarklæðini eru løgd á niðastu hill, og tey ljósu og løttu klæðini fáa heiðurplássið í klædnaskápinum... 

Kvøldini gerast ljósari, og fólk tykjast hava eitt lættari lyndi... Jú summarið er sanniliga ársins besta tíð – eisini í Føroyum...

Eftir at hava verið í «venjingarkoma» tað mesta av veturinum, eri eg so spakuliga byrja at venja.. og ikki nokk vid tí.. DSB er enntá skift út vid mína ónáttúrliga flottu súkklu frá 1995 (sum btw situr føst í triðja gir).. So nú er at koyra á!.... (Og jú, tað er tungt at súkkla í 3 gir, tá man skal upp um Valbybakke tvær ferðir um dagin) ;)

Hetta er tó ikki nokk, tá tað kemur til at gera kroppin summarkláran... Húðin skal eisini røktast. Og í summarhálvuni er kropsolja eitt stórt MÁST!  Olja gevur húðini ikki bara vætu. Mótsatt einum krembodylotion, so gevur oljan húðini eitt glow. ið supplerar tí sólbrenda litinum perfekt...

Eg plagi at skifta ímillum ymiskar oljur, og í ár er valið fallið á SOTHYS Elixir Nourrissant Corps... Hendan oljan er ein tann besta eg nakrantíð havi roynt... Wauw sigi eg bara!  Tad mær dámar serliga væl við hesu olju, er tað, at hon gevur húðini ríkiligt av vætu (uttan at feitta), og so hevur hon ein anga, ið heldur óvanliga leingi.

SOTHYS er eitt franskt merki, ið framleiðir vælveruvørur bæði til andlit og kropp... SOTHYS setur luksus í hásæti - og er prísurin (tíanverri) eisini har eftir.. 375kr..
 
Elixir aromaoljurnar fáast við 6 ymiskum angum, og broytast teir frá sitrón kryddaðum anga, íð gevur orku, til avslappandi lavendula.

Millum annað kunnu hesir trýggir nevnast :
LEMON AND PETITGRAIN, fresh and tonic
VANILLA AND SANDALWOOD, enchanting and sweet
ORANGE BLOSSOM AND CEDAR WOOD, musky and woody

Tann, sum eg eri fallin fyri, er Vanilla and Sandalwool... mmmmm... Love it!... Og so passar hann eisini perfekt til mítt Victor and Rolf luktilsi... SCORE!


Allar oljurnar




Hetta er so tann, ið mær dámar best..




P.S
Gloym ikki at brúka peeling, um tú vilt hava líka lekkur bein sum hendan ;)

Sminkupungurin hjá MonikuAltíð okkurt lekkurt í sminkupunginum.Les meira
Mais'a: Lættir litir Mais'a hevur aftur verið í kreativa horninum.Les meira
Ogga gogga gummi blogga: Svanna bloggar um ymiskt til hús og heim og okkurt afturat. Les meira
Elinsa grøna verðElin skapar nýtt úr nýttum.Les meira
Eyðna: Renn avstaðEyðna bloggar um rennigleði og vælveru Les meira
Sminkupungurin hjá Moniku
Monika Nolsøe Johannessen
Monika er útbúgvin Make up artistur og stílistur. Ring til hennara og bílegg persónliga stíling og øll sløg av make up, so sum veitslu og brúdleyp.

Hon bjóðar eisini serlig stíling- og make up kvøld fyri bindiklubbar, arbeiðspláss, vinkonur v.m. har tit fáa eitt hugnaligt kvøld við persónligari stíling, og har tit læra at leggja make up.

Ring og hoyr nærri á 251168.
Luca Debesar gøta 3
PO Boks 1099
FO-110 Tórshavn
Tel. 66 11 11
Fax 355 350
kvinna@kvinna.fo
V-tal 521124


Redaktiónin
Renn avstað

Upp á Stás
Mai'sa
Ogga gogga 
Elinsa grøna verð
Sminkupungurin 
mammastA MYasta     

Nýggjasta blaðið
Tekna hald
Keyp blað
Haldaragáva
Søgan
Samband
Starvsfólk