Bloggur

Mammudagur

Mammudagurin nærkast, og her er eitt gott boð upp á heimagjørdu gávuna til mammuna, ommuna ella aðra kvinnu, ið tit eru góð við.
06.05.2022

Mammudagin vísa vit mammum, ommum og øðrum mammufigurum, at vit virðismeta tær. Klassisku mammudagsgávurnar sum blómur og sjókuláta eru altíð væl móttiknar, men ein heimagjørd gáva, ið børnini hava gjørt, tað elska allar mammur - íhvørtfall um tær líkjast mær eitt sindur.

Hendan myndin er løtt at gera. Bæði pápar, ommur og abbar ella onnur, ið vilja hjálpa børnum at gleða mammuna, kunnu gera myndina saman við børnunum.

Tak fyrst eina vangamynd av barninum, meðan tað blæsir við útstrektari hond framman fyri munnin. Prenta myndina út og klipp hana, so bara barnið er á. Líma andlitsmyndina á høgra horn á einum øðrum pappírsarki.

Boygg eina tóma vesipappírsrullu saman, so hon evnar eitt hjarta. Tú kanst binda elastikk um rulluna, so rullan ikki missir hjarta-skapið. Dippa annan endan á vesipappírrulluni í máling og trýst varisliga niður á pappírið omanfyri hondina. Endurtak nakrar ferðir.  Lat barnið skriva eina heilsan á ella ramma inn.




Viðkomandi greinar