Bloggur

Stjørnumyndir á vetrarhimmalinum

28.01.2022

Januar er ein góður mánaður at eygleiða stjørnur. Tað verður tíðliga myrkt, og nógvar spennandi stjørnumyndir eru at síggja á vetrarhimmalinum.

Forfedrar okkara hugdu upp í himmalin og navngóvu stjørnumyndir eftir djórum, lutum og persónum í teirra gudalæru. Hugflogið skal verða gott fyri at at klára at skilja allar stjørnumyndirnar, tí ofta er ringt at síggja, hví ymsu myndirnar hava fingið givna navnið. Tískil er tað at hyggja efitr stjønumyndum, vælegnað til forvitin børn.

Tá vit nú øll endaðu í sóttarhaldi, so hugsaði eg, at tað var upplagt at læra børnini nakrar stjørnumyndir. Ætlanin var, at vit saman skuldu eygleiða vakra stjørnuhimmalin bæði úr garðinum hjá okkum og á Oyggjarvegnum. Eg sá fyri mær; okkum øll væl ílatin úti í kuldanum, børnini leitaðu eftir stjørnumyndum, meðan maðurin og eg drukku kaffi úr termokrússum. Eg ímyndaði mær, hvussu errin tey fóru at verða, tá tey fóru at finna Orion, tarvin og hundarnar báðar. Men teir sjey dagarnar vit hava verið heima í sóttarhaldi, hevur bara verið klárt eitt kvøld, og tá lá tað eina barnið við fepri. So vit eiga tað til góðar -  at finna stjørnumyndir á himmalinum. Men børnini kenna nú fleiri myndir, og vita hvørjum tey skulu hyggja eftir, næstu ferð himmalin er klárur.

Vit lósu fyrst á netinum um søgurnar aftan fyri ymsu stjørnumyndirnar- nógvar síður eru við søgum, og somuleiðis ein rúgvu av ókeypis sjónbondum á netinum. Eg valdi at byrja við veiðimanninin Orion, sum er sera lættur at fáa eyga á á vetrahimmalinum. Við síðuna av Orion er Tarvurin, Taurus, og tætt við eru hansara veiðihundar; Stóri og Lítli Hundur, Canis Major og Canis Minor.

Eg teknaði stjørnumyndirnar á pappír - stjørnurnar sum rundingar og strikur ímillum rundingarnar. Síðani gjørdu børnini eina fyrimynd av stjørumyndini við pípureinsarum og gulum perlum. Gular perlur á har sum stjørnur eru, og pípureinsararnir bundu stjørurnar saman.  Til ber eisini at finna stjørnumerkini á telduni ella teldlinum og gera eftir tí.

So kanska meðan vit bíða, bæði at sleppa úr sóttarhaldi og eftir klárum himli, so fari eg at fortelja børninum um Tær Sjey Systrarnar, Pleiades, sum eisini eru í stjørnumyndini Tarvurin.




Viðkomandi greinar