Stuttligir eiturkoppar (sum kunnu etast)
Um talan er um eina barna føstulávintsveitlsu ella gávur til lítlar grýlur, so eru hesir sleikipinna eiturkopparnir eitt ‘sikkurt hitt’. Teir eru festligir og rættiliga fittir og høvdu uttan iva glett bæði smáar og stórar grýlugestir.
Tað besta er, at teir eru so sera lættir at gera og krevja ikki nakran langan tilfarslista. Teir taka bara eitt eygablikk at gera, so upp á eina lítla løtu kanst tú hava rættiliga nógvir eiturkoppar.
Tilfar
Rundir sleikipinnar
Eygu ella perlur til eygu
Pínureinsarar
Lím
Soleiðis gert tú
Tak fýra pípureinsarar og boyggj teir umleið 1/3 frá øðrum endanum. (Eg brúkti 4 pípureinsarar til hvønn eiturkopp, men tú kann eisini klippa tveir pípireinsarar í helvt, og so brúka fýra hálvir pípureinsarar. )
Legg sleikipinnin har tú boygdi og legg longra endan eina ella tvær ferðir runt um sleikipinnin, so báðir endarnir eru eins langir. Boyggj beinini í lítil L-skap. Klistra eygu á - um tú ikki hevur eygu, so riggar tað fínt at líma perlur á til eygu.