Bloggur
Vælkomið vár, ljósari dagar og flytifuglar
Perlu-fasan heldur fram ... Nú eru tað flytifuglar, ið verða perlaðir. Vit hava perlað súlur, tjøldur, likkur og mýrisnípur.
03.04.2022

Sjálvt um termometrið hevur víst minustøl í seinastuni, so gleðist eg um longri og ljósari dagar. Við várinum er nýtt lív komið í urtagarðin, har tað er byrjað at næla og spíra, og páskaliljurnar eru so smátt  komnar undan. Eisini hoyrist meiri fuglaljóð, nú fleiri flytifuglar koma aftur aftan á vetrarvist í heitari londum. Tað er okkurt lívgevandi og vónríkt við at hoyra fyrsta “klipp-klipp” frá tjøldrunum.

Her heima eru vit enn í einari perlu-fasu. Og nú eru tað flytifuglar, ið verða perlaðir. Vit hava perlað súlur, tjøldur, likkur og mýrisnípur. Eg fann myndir av fuglunum á netinum, sum eg so prentaði út í rættari stødd. Myndin varð klistrað á baksíðuni á einari klárari perluplátu, so lætt var at síggja ígjøgnum.

Mær dámar so væl hendan mátan hjá børnum at perla. Tá tey perla uttan fyrimynd, so perla tey tað, ið tey síggja, og tískil er eingin perlaður fuglur eins.




Viðkomandi greinar