Bloggur
Børn & kaffi: Heimagjørdir sjokulátupinnar
Í dag seta vit hol á desember mánað, og nógv børn hava uttan iva við spenningi latið fyrstu lúkuna á jólakalendaranum upp. Desember er mánaðurin har hugni og samvera verða sett í hásæti. Og tað verður altso ikki nógv jólaligari enn jólafilmar á sofuni og eitt stórt krúss við heitari sjókulátu.
01.12.2021

Onkuntíð er stuttligt at gera eitt sindur meiri burturúr, og tá eru hesir sjokulátupinnarnir ein løtt og festlig loysn.

Tað einasta tær tørvar fyri at gera sjokulátupinnarnar er:
Silikon ísterningaformur
Myrk, ljós ella hvít sjokuláta úr góðari góðsku. Umleið 50 g til hvønn pinn.
Træpinnar til ísar ella sleikisneisir
Pynt; t.d. knústar jólastavar og mini skúmgæti

Eg gjørdi sjokulátupinnarnar til familjuna, og tí valdi eg at brúka eina góða mjólkasjokulátaplátu, sum eg veit teimum øllum dámar.

Sjokulátan varð skorin í smá petti og smeltað yvir vatnbað. Smeltaða sjokulátan varð latin í ein silikon ískterningaform. Mín formur hevur 6 rúm, so eg brúkti umleið 300 gr. T.e. umleið 50 g av sjókulátu í hvørt rúmið.

Formurin varð settur í kuldaskápið í umleið 20 minuttir, ella til sjokulátan var harðnað eitt sindur. Síðani vórðu træpinnar settir í miðjuna á hvørjum rúmi. Formurin stóð í kuldaskápinum í umleið hálvan tíma afturat, og tá hugdi eg javnan eftir, at pinnarnir ikki koppaðu til aðra síðuna.

Tá sjokulátan hevði staðið í kuldaskápinum í umleið 50-60 minuttir tilsamans, var hon nóg hørð til at leggja pyntið omaná. Einki mark er fyri, hvat tú kanst leggja á, men her heima vóru knústir jólastavar og mini skúmgæti best umtókt. Tá sjokulátupinnarnir vóru pyntaðir, varð formurin settur inn aftur í kuldaskápið í ein hálvan tíma afturat. So er klárt at njóta teir saman við heitari mjólk.

Børn kunnu saktans verða við at gera sjokulátupinnarnar. Tey kunnu gera til sín sjálvs at njóta ella til at geva sum gávu. Tað er so stuttligt hjá børnum at sleppa at geva okkurt, ið tey sjálvi hava gjørt, og tað er onki so fitt sum at fáa eina heimagjørda gávu frá einum barni.