Bloggur
NÝGGJUR BLOGGUR: Vetrarkransar við turkaðum appilsinum
Kvinna.fo hevur fingið ein nýggjan bloggara. Noomi S. Christiansen, Børn & kaffi, fer frameftir at blogga og vísa okkum síni kreativu hugskot.
17.11.2021

Nýggjur dagur, nýggjur bloggur. Kvinna.fo er so heppin at hava fingið ein nýggjan bloggara. Noomi S. Christiansen er útbúgvin lærari, gift og eigur fýra børn. Vælkomin, Noomi, vit gleða okkum at síggja, hvat tú fert at vísa okkum.

Í sínum fyrsta bloggi, hevur Børn & kaffi gjørt vakurt vetrarprýði.

---

Nú veturin ordiliga er byrjaður at gera um seg, og dagurin er vorðin stuttur, so er tíðin eisini komin til at fjálga um inni. Eg havi hongt ljósperur upp og eri so smátt byrja at vetrapynta. Eg havi leingi ætlað mær at turka appilsinir og nýta tær til ymiskt prýði. Og nú havi eg endiliga gjørt tað.

Tilgongdin er sera einføld, men tekur tíð. Fyrst skuldu appilsinirnar skerast í flísar, umleið 1 cm tjúkkar. Flísarnar vórðu lagdar á plátu við bakipappíri á, og ovnurin varð settur 80 stig. Eg setti plátuna inn í ovnin, áðrenn eg fór í song og tók hana út aftur morgunin eftir. Flísarnar vóru enn eitt sindur saftigar, so eg lat tær luftturkað í eini 2 dagar.

Eg átti grann inni og saman við turkaðum appilsinflísum, kanelstongum og øðrum smálutum, eru nógvir møguleikarnir at gera ymiskt prýði. Eg fari her at vísa tykkum mín jólakrans, ið er evnaður úr einum akslatræi, granni og turkaður appilsinskivum.

Til hendan kransin brúkti eg eitt tunt metal akslatræ, sum eg boygdi til ein sirkul. Eg hefti nakrar greinar av granni á sirkulin samstundis, til eg var komin allan vegin runt. Tað er týdningarmikið at nýta nokk at metaltráði, so grannið er heft trygt, so tað ikki fer út av lagi, tá kransurin skal upp á hanga. Eg valdi ta síðuni av kransinum, ið eg helt vera vakrast, og byrjðaði at pynta við appilsinflísum og øðrum.

Tá kransurin varð liðugur, vóru grann og appilsinflísar enn eftir. So eg fór eftir einum akslatræi afturat og gjørdi ein einfaldan jólakrans til trappuuppgongdina hjá okkum.