Bloggur
Elisa Vang: Skal mann hava gjørt av við seg, áðrenn mann verður innløgd á psykiatriska deplinum??
Elisa Vang skrivar gestablogguna í dag ... Á Gestablogguni á kvinna.fo, kanst tú lesa spennandi, stuttligar, álvarsamar, lívsjáttandi og inspirerandi bloggar, sum ymiskir høvundar skriva. 
22.04.2022
Systir mín er sjúk. Hon hevur bipolara sjúku og persónsórógv. Tað merkir, at hon hevur ekstremar upptúrar og ekstremar niðurtúrar. Tó hevur hon aldrin havt ein slíkan “upptúr”, sum hendan seinasta mánaðin. Hon hevur verið ekstremt manisk og haraftrat havt psykosur, sum - eyðsæð - er ógvuliga ræðandi.
Hon er nú komin “niður aftur” - og í denn grad eisini. Hon hevur eina djúpa depressión, kryddað við angstanføllum. Hon hevur í nakrar dagar bønað og biðið um at sleppa at blíva innløgd á psykiatrisku deild, so hond kann verða tikin um hana, ímeðan hon hevur tað so ræðuligt; so hon kann verða observerað í stabiliseringsperioduni; so fakfólk eru um hana, um hon fær psykosur aftur; so hon kann koma seg. Tí hon megnar tað ikki sjálv.
Hon hevur verið hjá eini sjey læknum, summir venda henni í hurðini, summir tilvísa innlegging. Fyrradagin var hon hjá egnum lækna, sum “innlegði” hana, men komin á psyk varð hon vend í hurðini har.
Men hon sleppur trods fanan ikki at innleggjast. Hon hevur verið hjá eini sjey læknum, summir venda henni í hurðini, summir tilvísa innlegging. Fyrradagin var hon hjá egnum lækna, sum “innlegði” hana, men komin á psyk varð hon vend í hurðini har. Hon fekk at vita, at læknin skuldi ringja til hana. Hann ringdi, bað hana taka nervastillandi medisin og hvíla seg í tvær vikur. Hetta riggar ikki, og hon er enn depressiv og hevur angist.
Hon bílegði nýggja tíð hjá egnum lækna í gjárskvøldi á heimasíðuni; av reinari desperatión, tí hetta er óúthaldiligt. Og í dag fekk hon SKRIVLIGT aftursvar frá læknanum um, at viðkomandi ikki kundi hjálpa henni?!
Hon hevur so spurt Sinnisbata í dag, um hvat hon skal gera. Har vóru boðini, at hon bara skuldi troppa upp á skadastovuni, tí tey ikki kunnu bara venda patientum í hurðini - heldur ikki, tá talan er um psykiskar trupulleikar.
HVUSSU ofta skal ein psykiskt óstabilur persónur avvísast og eyðmýkjast, áðrenn hond verður tikin um viðkomandi?
Vit hava so júst verið við henni á skaðastovuni í kvøld (hósdag). Har varð hon send niðan á læknavaktina (igen, igen, igen), fyri síðan at fáa boðini um, at hann, vaktlæknin, ikki hevur mót uppá at ringja á psyk um kvøldarnar, tí tey taka.ikki.fólk.inn. At hann kendi alla rulluna, og tað altíð endar við skeldaríi, tí psykiatararnir hava vakt heimanifrá (eisini forvaktin) og koma ikki inn, uttan so talan er um “absolut akutt” tilfeldi. Hvat fanin er tað fyri nakað? Tí yvirskriftin: Skal mann hava gjørt av við seg áðrenn, ella hvat?
So: læknavaktin kann onki gera um kvøldið og hennara egni lækni kann einki gera um dagin. Hvat skal man so gera?!
Eg haldi, mest av øllum, at spurningarnir, eg siti eftir við í kvøld, eru:
HVUSSU ofta skal ein psykiskt óstabilur persónur avvísast og eyðmýkjast, áðrenn hond verður tikin um viðkomandi? HVÍ hava vit ein psykiatriskan depil, tá psykiskt sjúk ikki verða tikin inn? HVØR eksisterar fyri hvønn? Psyk er her fyri patientarnir og ikki umvent. Tað hoyrir ongastaðni heima, at patientar skulu liggja á knæ og bidda um at verða tikin í álvara!

Elisa Vang er 35 ár og starvast sum samsiftisfólk hjá Føroya Arbeiðarafelag.