Eg havi keypt mær ein nýggjan breyðsnerkjara. Mín gamli, trúfasti Rowenta, sum pápi mín keypti í fimmtiárunum blankur og rundur, og við einari, genialari funku, orkaði ikki meira. Eitt seinasta ógvusligt puff frá honum, og alt var yvirstaðið, og eg næstan lippaði. Eg kannaði, um har kundi gerast eitthvørt, so hann kundi halda fram við at snerkja, men gakk! Hann endaði á Hjalla. Hann kundi havt endað sínar dagar í býarsavninum, men tað er ikki til meira, so á Hjalla var einasti møguleiki.
So at kanna snerkjaramarknaðin á netinum og síðani ein svipp oman í Elding. Har var ein ørgrynna av snerkjarum. Eg vendi mær til ein ungan mann, og segði honum, at eg ynskti mær ein snerkjara, sum ikki kravdi, at eg var noydd at fara út á Setrið í nakrar vikur ella mánaðir fyri at læra og fata funkurnar. Orki ikki, tá einfaldir brúkslutir gerast torskiltir, tí tað er smartari. Annars eri eg rímiliga væl fyri á tí økinum. Altso á funkuøkinum. Ikki á Setrinum.
Hann sá ivingarsamur út, vendi sær til ein annan ungan sølumann, og eg hoyrdi hann teska: Hvat er ein breyðsnerkjari? Hin svaraði, eisini teskandi: Ein tóstari! Fittir vóru teir, og hildu meg bæði vera stokkdeyva og til ta tollutu síðuna.
Ná. Vit bæði funnu stevið, og eg fann ein Bosch snerkjara, sum eg helt, eg kundi liva við. Fryntligi unglingin greiddi mær frá, hvussu einfaldur snerkjarin var, og eg trúði hvørjum orði. Snerkjarin gleið lættur og elegantur niður í mín ryggsekk, eg rindaði serprís, tí hann var tann seinasti av sínum slagi í handlinum, og vit bæði, fóru til gongu løtt í huga. Altso, ikki sølumaðurin og eg, men snerkjarin.
Komin heim skuldi beistið standa sína roynd. Eg gjørdi, sum hann segði, men har hendi ómetaliga lítið. Ja, nærum einki. Sinnið fleyg í meg, snerkjarin fleyg niður aftur í ryggsekkin, og vit bæði fóru skúmandi oman aftur í Elding. Nú hevði eg gingið eini 6.000 snerkjara”fet aftur og fram! Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt.
Innkomin í handilin sissaðist eg, og fryntligi unglingin stóð aftur fyri mær. Haldi meg annars vera rættiliga ósjónliga í handlum og almenna rúminum annars, komin til árs, sum eg jú eri.
Eg havi hvørki stengur, sum røkka upp í armholurnar sum hjá Barbie, lekkurt sítt skínandi hár sum dugnaliga Barbara í Degi og viku ella barm sum Marylin Monroe, men, men. Man skal aldri siga aldri. Hann kendi meg aftur, smíltist og spurdi, hvat “tóstarin” gjørdi á diskinum. Eg segði sum var. Hetta lortið riggaði ikki. Eg mátti pumpa breyðið upp og niður einar 10 ferðir, og tað var líka vítt sum sítt. Eingin brúnking. Hann smíltist og segði, at eg hevði brúkt funkuna, sum tiðnaði breyðið. Eg skuldi brúka stoppfunkuna, sum lýsir reytt, skuldi breyðið snerkjast. Íðan, tað er so logiskt so logiskt. Stoppfunkan, sum lysir reytt. Sjálvandi. Býtta eg.
Og ja. Tit hava gitt rætt. Snerkjarin gleið aftur niður í ryggsekkin, og vit bæði aftur til gongu.
Og vita tit hvat? Hon riggar! Stoppfunkan.