Bloggur
Á ferð á Kalsoynni
Mammasta og genturnar hava verið á ferð í Kalsoynni. Ein væleydnað uppliving, og tær ætla sær heilt víst at venda aftur - við betri tíð!
12.08.2021

Aftur ein góðveðurdag eru vit, genturnar, á ferð. Hesu ferð til Kalsoy.

Tað kann tó væl vera, at um tú spyrt genturnar, hvar tær hava verið, at tær ikki vita, at tær vóru á Kalsoynni. Konsekvent gekk eg og segði við genturnar, at vit vóru á Kunoy.

Yes… Um norðoyggjar vóru við í Trivial, hevði eg ongan ost fingið. Eg veit illa nokk, hvat vendir upp og niður og mátti hyggja á Google fyri at finna útav, hvørjari oyggj Klaksvík lá á. So tá vit vóru heimkomnar, og eg so pedagogiskt hugdu í kortið við mínum gentum, gekk upp fyri mær, at eg hevði fylt tær við bullshit.

Eg eri tó ikki heilt býtt, tí eg spurdi allíkavæl um røttu oynna á Facebook, tá eg fann ein bólk, sum kundi svara mær, hvørjum vit kundu fáa tíðina at ganga við við børnum á Kalsoynni.

Sjálv kundi eg hugsa meg fram til kópakonuna. Visitkalsoy.fo var ikki til stóra hjálp til barnaaktivitetir. Har stóð skrivað upp og niður um kópakonuna og aðrar søguligar hendingar á Kalsoy, men ikki hvar eg kundi fanga kombikk, hvør á var ”the shit”, ella hvar besti ísur var at keypa. Tað vistu 'mammur í Føroyum' harafturímóti alt um.

Ein vinarlig sál skrivaði eina nágreiniliga lokala guide um barnaaktivitetir - og takk fyri tað!

Tí Kalsoy er so nógv, nógv meir enn kópakonan. Hon var heilt vist eisini eina vitjan verda - eisini við børnum.

Men eg hevði undirvurderað tíðina.

- Tíðina, nær eg skuldi vera á keiini í Klaksvík, um bilurin skuldi við. (Vit hoppaðu í bilin hjá einum í familjuni)

- Hvussu lítið, tú nært at síggja, tá børn hugna sær og eru til staðar ”í løtuni”

- Nær, eg skuldi koma í køina aftur frá Syðradali, um eg vildi yvirum til Klaksvíkar

So vit náddu ikki tað stóra. Drønaðu til kópakonuna og funnuð maðkar og ormar. Eg skuldi bara verið steðgað har.

Men eg insisteraði uppá at fara til Trøllanesar at eta ís í kioskini í Trøllanesi. Har var deiligt, men tær gjørdust kaldar og funnuð ongar ormar. Humørið dalaði.

So máttu vit drøna til Syðradals fyri at koma rættstundis í køina, har 12 bilar sleppa við yvirum. Vit vóru nr. 23 í køini…

Av tí sama vunnu vit ein tíma, har Sam fór ein lítlan rundtúr, áðrenn vit sluppu av oynni aftur.

Tímin gjørdist aftur til eina stjørnustund, har vit funnu eitt lítið vatn uppi í bygdini í Syðradali. Hóast vatnið var ísakalt, vóru genturnar til fittastu útróðrargenturnar í einum tunnubáti og onnur fekk nýggjar vinir uppá 20 min (sum børn bara duga).

Eg dugi at síggja, at hetta bert var ein brellbiti hjá okkum. Vit hava als ikki fingið nokk av Kalsoy og venda heilt sikkurt aftur við betri tíð og við gisting.