Bloggur
Aftur á stovn?
Nú skula børnini í barnagarð aftur. Samfelagið skal latast upp aftur. Sjálvandi skula børnini passast, um eg skal kunna arbeiða, men nú er tað, eg verði ørkymlað.
16.04.2020

Tí so lurtaði eg eftir útvarpinum. Har var greitt frá. at endamálið hjá einum barnagarði ikki er at hava børn, so foreldur skula arbeiða, men at menna børn. Ok - tað kunnu vit so gott kalla tað, men eg brúki also barnagarð, so eg kann sleppa til arbeiðis. Menningina helt eg, at vit foreldur skuldu standa fyri? Jú, vist fáa tey menning á barnagarðinum, men álvara, so helt eg, at tey vóru har, so eg fekk arbeittt.

Tað havi eg ikki verið eisnamøll at hugsa. Løgmaður boðaði frá at, stovnar skulu lata upp, so foreldur fingu frið at arbeiða.

So kom korona. Øll børn skuldu heim at passast. Bert neyðansning kundi brúkast. So er tað, at eg verði ørkymlað aftur. Tí nú letur barnagarðurin upp aftur, men eg skal greiða kommununi nágreiniliga frá, nær eg havi tørv á ansning, nær eg komi við teimum, og nær eg ætli mær at koma eftir teimum.

Sum eg havi skilt, er hetta, so tey vita, hvør ansningartørvurin er. Men hvat sigi eg ja til?

Er tað at avlevera børn uttanfyri stovnin, at lata børn vera úti allan dag, at vóna at tey halda frástøðu, so tey ikki verða smittað ella smitta hini børnini? Hvussu nógv vaksin vera har - og ikki minst, hvør vaksin? Er tað ein 20 ára gomul, sum stendur við allari ábyrgdini?

Eg havi tørv á ansing, tí eg og maðurin skulu til arbeiðis. Men eg havi enn størri tørv at verja míni børn, frá ansning sum eg ikki ordiliga havi álit á.

Álitið manglar vegna vantandi kunning. Eg veit ikki, hvat eg sigi ja til. Tað er faktisk komið hartil, har eg ikki ræðist korona, men heldur mannagondina fyri børnini.

Boðini frá løgmanni samsvara ikki ordiliga við ansingartilboðið. Ordiliga naiv helt eg, at nú skuldi landið latast upp aftur nú, men sum eg skilji á mínari kommunu, so skulu tey bert ansa børnum sum hava tørv á tí.

So er spurningurin, hvussu akuttur okkara tørvur er… Kann annar okkara keypa sær nakrar frídagar, og so spara vit á annan hátt onkra aðrastaðni? Jú, eg vænti at hetta verður okkara loysn, inntil eg fái greið boð, um ansingartilboðið er eitt tilboð vit ynskja at taka av.

Eg vildi ynskt at løgmaður, læknar og øll tey sum standa fyri ansning vóru einig, áðrenn stovnar lótu upp aftur. Sum nú er, eri eg bara ørkymlað.