Bloggur
Borðoy, sum skuldi vera Mykines
Oyggin, sum allatíðina glíður undan mær, er Mykines. Og higar gongur leiðin hesu ferð.
05.08.2021

Í fjør var hendan familjan í Bø á ólavsøku - í vøkrum, gomlum húsum hjá nøkrum kenningum. Og her var eg so snild at skipa fyri einum túri fyri familjina til Mykines. Ella tað helt eg. Eg hevði bílagt ferðaseðil FRÁ Mykinesi og aftur… Maður mín var tó ikki so yvirraskaður, hann hevur gjøgnum árini funnið útav, at hann eisini skal lesa allar ferðaselar, sum eg bíleggi. Tað hevur hann lært ”the hard way” á flogvøllinum.

Dóttirin hevði hoyrt eina søgu í vetur um súluna, sum búleikast í Mykinesi. Og hon vildi vita, um vit kundu fara har. Gamaní! Eg fór á Airbnb og fann eitt gott hús til okkum og fekk bílagt. Gjørdi meg klára at bíleggja tyrluna, tá tað gekk upp fyri mær, at man ikki sleppur í vikiskifti í Mykines um veturin. Tað er ikki samband til oynna so ofta.

Nú havi eg lært at bíleggja rætt, so eg var so spent, tá ferðaseðilin kom á mín mail og sera ”gott-er”, tá eg mátti avbestilla, tí tað endaði við, at Kolturtúrurin varð sama dag sum Mykines.

Dagin, vit skuldu fara, vakti eg genturnar tíðliga, pakkaði tasku og smurdi matpakka. Tá vit vóru klárar at fara frá húsum, kom ein mailur frá ferðaliðnum handan Mykinestúrin. Hann var avlýstur vegna veður…! Frata!

Væl pakkaðar varð túrurin broyttur frá Mykinesi til Borðoy. Busstúr við strandferðsluni og svimjihyl í Klaksvík! Vit vórðu ikki skuffaðar.

Enn einaferð var aktiviteturin at koma frá bussi til svimjihøllina, har vit døllaðu okkum, ótu matpakka og fingu landalæruna hjá gentunum uppá plass við Túnákortinum.

Eg havi ikki verið í svimjihøllini í Klaksvík fyrr, men fekk umgangandi Dynamitt-vibes og fór at minnast Isabellu Sabaru, har eg haldi, ein partur varð upptikin í just hesari svimjihøllini. Genturnar vóru enn einaferð væl nøgdar við túrin og hava dagliga spurt,um vit kunna fara til Klaksvíkar at svimja…