Bloggur
Eg eri crazy cat lady
Einaferð mamma, altíð mamma - hjá hvørjum sum helst, sær tað út til. Tí nú havi eg fingið mammukenslur fyri fressinum.
21.04.2020

Fressurin Findus Emil er nú vorðin so mikið gamal, at hann er blivin kynsbúgvin. Tað merkir, at hann er konstant í óró. Hann vil inn, tá hann er úti og út, tá hann er inni. Fram og aftur - fram og aftur, allan dag. Onkutíð vil hann vera úti alla nátt og fríggja, gangi eg út frá.

Eg fái ikki sovið, tá hann er úti um náttina. Og hoyri eg frensarnir í grannalagnum mjava eftir hvørjum øðrum, vakni eg og renni út fyri at bjarga mínum. Eg kann ikki nógv meir enn at neva eftir hinum fressunum, men í tað minsta veit Findus, at hann hevur mína uppbakning - eisini tá hann skal berjast.

Tíðin var eisini búgvin til at hansara klokkuverk skuldu ”snipp- snippast”. So eg mátti til djóralæknan. Lítli Findus var so doyvdur - og eg fekk sterkar mammukenslur. Eg helt tað vera so syndarliga synd í honum, sum hann gekk og dovnaðist inn í svøvnin. Tá hann so varð doyvdur, byrjaði læknin at gera tað, hann var umbiðin til. Snipp-snipp.

Nú varð henda mamma bekymrað! Far hann nú pínustillandi við sær heim? Eri eg ein góð kettumamma, hóast eg snipp-snippi hann?

Og læknin lovaði mær alt gott. Eisini, at hann vildi vakna um eina hálvan til ein tíma eftir operatiónina. Men har gingu 3!!!! tímar, til hann vaknaði, og var trill í ørviti… Åh góðasta kettubarnið! Hann hoppaði upp á borðið og datt niður. Stakkalin.

Eg avlýsti pilates. Eg mátti vera hjá mínari kettu. Tó tordi eg ikki at skriva tað til mín pilateslærara (hetta er skrivað áðrenn korona). Í ótta fyri, at eg varð dømd til at vera crazy cat lady. Sum eg eftir øllum at døma eri við at verða til.

Nú er nakrar vikur farnar, síðan Findus bleiv snipp-snippaður. Og eg havi fingið eina mammurump-kettu, sum vil kelast og klemmast nakað væl meir enn áðrenn. Og hóast eg var so bekymrað fyri mínum kettubarni, so er hetta eisini ein góð loysn fyri hann. Hann hevur fingið fri í sálina og slappar meira av.