Bloggur
Endiliga kom mammudagurin
10.05.2020

Nú er aftur mammudagur. Maður mín og børnini vóru á loyniligari ferð í gjár. Pápin vildi gera tað loyniligt, men báðar vóru so spentar og noyddust at fortelja, at tær vóru á veg út at keypa mammu eina gávu til mammudagin. Eg spældi yvirraskað í morgun. Tú veit, fyri showið. Tað riggaði fyri tær lítlu.

Tær vóru so spentar í gjárakvøldi, at nú fór at vera mammudagur. Tær mundu ikki sovnað. Eg veit ikki, hvat tær hava ímyndað sær, men náttin gjørdist drúgv. Tær hava ligið meira ófriðaligt, enn tær plaga. Tí havi eg sovið illa í nátt.

Ungi grannin hevði eisini ball. Tað er sjáldan, og hann hevur fult uppiborið tað. Ballið helt meg eisini vakna. Eg haldi eg vaknaði eini 20 ferðir í nátt. Minst!

Eg gav upp og fór í eina barnasong og svav so deiligt. Og tíbetur fór eg, tí annað barnið pissaði í song, og pápin átti stríðið.

Endiliga kom gávan. Og spenningurin skuldi útloysast. Eg lat upp og frøddist yvir at eg hevði fortalt manni mínum nágreinliga hvat eg ynskti mær. Eftir 9 ár sum hjún, er tað gingið upp fyri mær at hann als ikki veit hvat eg hugsi. Og at vit hava ymsan smag. Sera ymiskan. Eg fekk tað eg ynskti mær.

Men spenningurin var óúthaldiligur fyri genturnar, sum nú vóru farnar at skeldast um púra líkasæl ting. Hvør skuldi sita hvar og hvussu.

Við morgunmatarborðinum var kaos. Nú skuldi HUGNAST! Og Guð náði tann, sum ikki hugnaði sær! Lítla var fratør um, at hon hevði fingið skeivan tallerk. Eldra kedd um, at eggið var trillað á gólv. Hon græt og vildi hava eitt nýtt.

Eg reisti meg fyri 7. ferð í morgun og royndi at biða øll hugna sær.

Eisini royndi eg at tosa við mannin mín. Men tað er eingin einkul uppgáva, tá logistikkurin yvir morgunmatarborðið skuldi útroknast.

Eftir 15 minuttir vildu genturnar hyggja eftir sjónvarp - nærmari youtube. Youtube er nokkso forboðið hjá okkum, tí har er einki skil á, hvat tær fáa at síggja har. Tær reistust frá einum hálvum morgunmatarborðið. Tað merkir at, svongdin kemur á tær í tí sekundi, eg ruddi av borðinum, um eina løtu.

Men satt at siga, var eg so móð at eg bara segði ja, fyri frið skyld.

So spýði kettan á gólv.

Nú sita vit øll, maðurin svevur, genturnar sita og gána til youtube, og eg havi mín egna skerm her.

Eg veit ikki, hvat tey øll høvdu hugsa fór at henda. Men eg haldi hesin dagurin líkist øllum hinum, men nú eri ein mamma við einari HAY vatnkannu og twin salt og piparkvørn frá Bodum.

Til lukku allar mammur. Tær sum fingu gávu og tær sum onga fingu!