Bloggur
Endiliga Mykines
Beint áðrenn mín marathon summarferia á 5 vikur endaði, slapp henda familjan loksins til Mykinesar
02.09.2021

Vit hava roynt upp til fleiri ferðir, og innsatsurin byrjaði í fjør, tá eg bókaði ferðaseðil Mykines-Sørvágur-Mykines. Hetta var ein minni errin løta, tá eg fann útav hesum.

So ein ferð útsett vegna veður og ein útsett, tí okkurt annað spennandi kom fyri.

Åh ja og ein, har eg optimistisk bókaði Airbnb, men hevði gloymt at kanna ferðing. Eg avbókaði airbnb, eisini her nokkso óerrin og flov.

Tú skuldi trúð at eg nú var serfrøðingur innan mykinesbókingar!

Løtan upprann, og tað vísti seg, at eg hevði sett spenningsstøðið nakað høgt, og genturnar høvdu ilt at sovnað kvøldið fyri og lógu í songini og vóru tystar, høvdu ilt onkrastnani, klandraðust, flentu, og alt tað man kann gera ístaðin fyri at sovna.

Tær vóru troyttar dagin eftir og langt úti av venjing at vakna til ein vekjara.

Dagurin bar dám av hesum.

Biltúrur var til bil-klandritúrur.

Bát-túrurin varð til 'eg-vil-sita-har-sum-tú-situr túrur'.

Komin í land, var aftur rokan í fjørðuni. Tær vildi berast niðan øll 97 trapputrin. Pápin játtaði at bera aðra, og so var galið aftur. Gott, hann venur nógv, tí hann fekk sína sak fyri, tá hann kom berandi við tveimum gentum, sum eftir nøkur trapputrin blivu tungar sum steinar.

Vit vildu út á hólmin. Hann var afturlatin.

Vit gingu til ein kikara á veg til hólmin, og eg mundi skitið grønar grísar, so bangin eg var fyri, at vit skuldu gera minnisvarða fyri genturnar eisini. Nei pínadoy, sum óttin knappliga fekk sætið í mær, eftir eg gjørdist mamma.

Komin til kikarin, tóku vit familjumynd. Onnur græt, hin skeldaði. Vit foreldur vóru troytt. Troytt av vantandi svøvni, troytt av keglan millum genturnar.

Tað var einki skeg!

Tó máttu vit drøna ein lítlan hagatúr afturat, tí tað vóru tríggir tímar, til báturin silgdi okkum aftur til Sørvágs.

Tann túrurin var av heilt øðrum kalibri! Humørið varð betur, vit fingu føði í genturnar, og har var spælt meira - bæði tær báðar, og tað eyðnaðist at fáa foreldrini við í leikin eisini.

Faktisk var kenslan av túrinum so góð, tá vit vóru komin heim, at eg havi fingið mót uppá at fara aftur. Tað vilja børnini eisini gjarna.

Í Mykinesi er eitt gott tjaldingarstað, sum kostar 100 kr. pr. vaksin at nýta pr. nátt. Tað var eg ikki greið yvir. Har sá stak hugnaligt út.