Bloggur
Farvæl bilurin - takk fyri okkum.
Sum allar vita, so gongur lívið upp og niður. Har eru svárar løtur og so sanniliga eisini góðar. Fyri tíðina havi eg tað sum blomman! Her er sanniliga upptúrur. Tað er tí, at tað er lítið, sum gleðir meg sum ein gongutúrur. Serliga um morgunin.
02.10.2020

Sum kunnugt var Kvinnurenningin, og har sást eisini ein bloggur frá mær um, hvussu eg ætlaði at berja meg ígjøgnum renningina, hóast eg faktiskt slett ikki tími at renna. Eg kom ongantíð í renniblusuna og fekk ongantíð upp í lag at renna 5 km út í eitt. Í staðin rann eg eftir børnum, eg rann eftir bussinum, klokkuni, til arbeiðis, í barnagarðin. Tað er væl eisini eitt slag av Kvinnurenning um rætt skal vera rætt.

Men tað allarbesta var, at eldra dótturin slepti sínari súkklu-fobi og knekkaði koduna og fór at súkkla uttan stuðulshjól. Eg havi roynt í áravís at fáa hana á súkkluna. Hon hevur noktað, og verði bangin fyri súkkluni. Men so kom motivatiónin knappliga. “Mamma, eg vil læra meg at súkkla” og Bum! So súkklaði hon. Og tað er so við súkkling, at antin dugur tú tað ella ikki. Tað er nærum ógjørligt at ikki-duga tað, tá tað er lært.

Hon er spent sum ein bogi um morgnarnar, tí hon gleðir seg so inniliga at súkkla í skúla. Hóast hon dugir væl at súkkla, er hon ikki ein meistari enn. Best er um ein vaksin rennur tætt við, so hon ikki ríkur beint út á vegin til teir distretu morgunbilistarnir.

So nú fái eg ein morgungongutúr! Sjálvt um luftin er full av bilosið, eri eg so nøgd og glað fyri at sleppa at ganga, fáa pulsin øktan og snorið tá eg møti til arbeiðis. Tað er sum náttarstøvið ríkur av mær og frískluft-partiklar seta seg og hála kjálkarnir upp til eitt smíl.

Á sama hátt havi eg tað við at súkkla. Tað er mær ein gáta, at ikki fleiri gera tað. Eg meini so við, ein bilur er dýrur. Hann er dýrur at koyra, dýrur at halda og tað kostar eisini fyri kroppin at sita í bili. Faktisk er hann so dýrur, at fyri tær 200.000-300.000 kr ein bilur vanliga kostar, kundu vit ferðast 10 all inlusive ferðir, fingið nýtt tak, keypt mær 100+ sett regnklæðir/lekrir jakkar/skógvar, etið á KOKS dagliga í langa tíð, og hvat veit eg. Ting eg annars ikki meti vit hava ráð til.

Eg havi fult forstáilsi fyri bygdafólki, sum skal koyra langt til arbeiðs, fólk, sum ikki eru gongufør. Men eg havi eina hóming av, at ein stórur partur av bilistunum ofta kundu gingið ella súkkla í staðin. Eisini tá tað regnar.

Hatta var mítt uppróp! Og nú ætli eg mær at walk the talk!