Bloggur
Fellan at eiga hús - umbygging!
Vit hava verið húseigarir síðan síðsta summar og elska tað. Gaman í er tað dýrt og nógv er at gera við húsini. Men serliga grannalagið kann ikki gerast upp í peningi. Vit snøgt sagt elska at búgva júst her. Tað er tað rætta staðið fyri okkum og genturnar.
07.07.2020

Tó hava vit ein kjallara, sum vit ikki eru heilt nøgd við. Har er eitt kamar og eitt vesi, men vit ynskja meira ljós inn i rúmið. Eisini hevði verið gott, um vit kundu brúkt rúmið í samband við havan. Og.. Og… Og… Ja vit hava nógvar góðar grundir at umbyggja kjallarin. Men satt at siga hava vit ikki ráð í løtuni, og vit hava heldur ikki tíðina.

Men tað kostar ikki at byrja við at taka veggirnar niður og gólvið upp! Nei tað er púra ókeypis. So tað gjørdi eg og ein vinkona yvir nøkur vikuskiftir, meðan mín góði maður hevði genturnar hjá sær.

Nú var hann tómur! So kunnu vit akkurát tað sama byrja at taka betonggólvið upp. Og nú var ovara hædd nokkso 'sjinklut' at ganga á. Vit settu so líka nakrir dragarar inn at halda húsinum uppi.

Vit muga ásanna, at vit eru farin í húseigarafelluna við at umvæla. Vit hava enn ikki ráð og hava enn ikki tíðina, men onkursvegna halda vit áfram allíkavæl!

Fyri at seta skump undir mannin, havi eg bjóðað hansara ensku familju í føðingardag hjá honum.  Hann visti ikki av tí, men fegnaðist um, at eg hevði hugsað um hann, og so panikkaði hann um alt, sum skuldi vera liðugt áðrenn tey koma. Tey koma øll. 2 familjur og pluss tað leysa. Tað setti futt í processina. Gólivið er væl áleiðis, og eg verði meir og meir errin yvir, hvat maður mín megnar. Og ikki minst, hvat hann dugir.

Og hvat er enn meira rørandi, er øll hjálpin, sum er komin frá nær og fjær. Vit hava fingið ómetaliga nógva hjálp frá vinfólki.

Og nú er tað, at eg má halda mær.  So vítt eg skilji, skal mann ansa eftir ikki at byrja ov nógv projektir í senn ... Men áh píka tað kriplar í mínumi 'niðurrívninghuga' at halda meg vekk frá køkinum, sum er 1960’ finest. Eg hugsi, kann mann ikki bara taka ein vegg niður?

Mín gløggi maður sigur nei og bíða.

So í mínum ótolni hyggi eg eftir Pinterest og finnið løtt DIY-projekt, sum maðurin kundi gjørt skjótt… Right?