Bloggur
Fyrsti skúladagur
Dagurin í gjár var kanska ein púra vanligur dagur hjá tær. Men í hesari familjuni var dagurin ein heilt serligur dagur. Mín stóra genta fór í 1. flokk. 
19.08.2021

Tað fekk meg at hugsa aftur á, tá eg fór í fyrsta flokk. Eg gekk í einum skúla í einari nokk so lítlari bygd. Vit vóru 7 børn í flokkinum, og vit høvdu 3 lærarar í alt.

Pedagogikkur var ikki so nógv mentur, sum hann er í hesum døgunum. Eg rokni faktisk ikki við, at tað var á pensum í lærararútbúgvingini tá. Man gjørdi nokk, sum man plagdi, ella tað sum riggaði.

Áðrenn vit sluppu inn í stovuna, skuldu vit standa á rað. Gentur fyri seg og dreingir fyri seg.

Vit skuldu standa aftanfyri stólin, inntil lærarin bjóðaði okkum at sessast.

Tað var ikki loyv at tosa, teska, gera nakað annað, enn tað, lærararin bað okkum ella órógva á nakran hátt.

Gjørdu vit tað kortini, kundu vit fáa eina striku á talvuna. So stóð (onkuntíð mítt) navn á talvuni og ein strika. Eg minnist tað, sum at tú hægst kundi fáa 5 strikur. Fekst tú meir, skuldi tú í skammikrók.

Í skammikrókinum, skuldu vit ikki gera annað enn at hyggja inn í veggin. Vit skuldi halda hendurnar fyri, sum 'skyklapper'.

Um tað ikki var nokk, til at fáa okkum at tiga, akta ella uppføra okkum pent, so skuldu vit sita eftir. Tað haldi eg ikki, at eg royndi. Eg minnist tað í øllum førum ikki. So eg minnist tí heldur ikki, hvat tað innibar at sita eftir, annað enn at tú skuldi sita á stólinum hjá tær, tá hini fóru heim.

Var enn ófriður á okkum, so kundi tú koma inn til skúlastjóran. Og guð viti, hvat tað bar við sær. Tað veit eg so ikki. Har kom eg ikki.

So var eisini ein annar sanktiónmøguleiki. Ein ordiliga snedigur ein. Tú kundi verða skrivað í bókina. Og ikki spyrja meg, hvat varð skrivað, ella hvat tað meintist við. Eg fekk einaferð at vita, at eg var skrivað í bókina, men eg visti ikki hví, ella hvat tað skuldi brúkast til.

Vit høvdu uttanatslæru. Nógv kanst tú siga um tað, men eg dugi enn at siga oyggjaramsuna frá Fugloy til Suðuroy í svøvni, um eg verði spurd.

Tíbetur verður námsfrøðin tikið í álvara í dag! Tí um dóttir mín varð send í henda skúlan, hevði hendan mamman meldað skúlan til barnaverndina.

Tá vit í gjár sótu í skúlanum, fingu vit foreldur greið boð frá skúlastjóranum. Vit foreldur hava til uppgávu at senda okkara børn úthvíld, mett og rólig í skúla um morgunin. Hann bað okkum so inniliga byrja dagin róliga, so børnini ikki gjørdust strongd, áðrenn tey møttu.

Og tá tú ert hønumamma sum eg, kanst tú ikki annað enn geva honum so hjartaliga rætt og geva tykkum boðini víðari.

Farið tit upp í morgin, hugni tykkum við borðið, prátið, hugnið og forteljið børnunum, hvussu tað var fyri bert 33 árum síðan, tá henda mamman fór í fyrsta flokk. Og virðismet so námsfrøðina :)