Bloggur
Guide: Sóttarhald við børnum uttan at blíva bims
12.08.2020

So mega keðiligt og útvatnað at skriva hetta. Men nú kom korona aftur. Vit vóru so óheppin at vera í samband við ein positivan. So her eru vit innistongd tær næstu vikurnar. Men hesu ferð eri eg gløggari enn seinast. Eg veit okkurt um at vera innistongd við børnum, tí hetta er #2 umgangur so far.

Frá umganginum í marts/apríl, havi lært at hava nøkur einkul daglig mál:

- Busta tenn hvønn dag, lat teg í rein klæðir og far ”til arbeiðis”, bara heima. Hetta var ein seriøsur útfordringur seinast. Dagarnir smeltaðu saman og har vóru dagar har vit blivu til holubúgvar. Kommunikatiónstøði var eisini at meta við holubúgvar. Eg man glaði bara battið at sláa við, tá eg vildi hava mín vilja.

- Einki sjónvarp fyrr enn eftir nátturða. Hetta var eisini ringt at halda seinast. Men sjitt, eg angraði hvørja ferð eg breyt hesa lógina. Tá míni børn hyggja sjónvarp, vaksa tað horn úr pannuni. Tær sita so fittar at byrja við, og so fáa tær reyðar kjálkar, og tær eru um at spreingja yvir í dampi. Knappliga nertir ein við okkurt hjá hinari - sikkurt av óvart og so er f… leysur. Restin av degnum gongur til damage control.

- Fá eina dagsætlan. Hetta hjálpur allari familjuni frá at blíva bims. Ætlanin er slett ikki neyðug at fylgja, men tá rastleysheitin kemur í barn ella foreldur, er lættari at siga at ”kl xx skula vit lesa bók”

- Flyt kroppin! Eg viðmæli sangir til onkran teknifilm børnini kenna væl. Her er ”Trolls” eitt hitt og mamman er biðin um at tiga, tá tað verður sungið
- Dansa! Finn fimm minuttirs venjingar á youtube/google, og fá pulsin upp.

- Reingerð. Hetta er kavmoðið, men neyðugt undir øllum hesum korona. Skimma eitt rúm per dag. Serliga køk og vesi.

- Far út! Tað er ikki loyvt at fara útum matriklin. Men enjoy tín matrikkil. Lúka, krita ella hoppa í trampolin. Luft og sólarljós skal til, annars verður tú bims. Vit búgva í raðhúsum og tað er tað besta í koronatíðum. Her verður tosa millum garðarnar, og eg seti enn meira prís á mínar grannar enn áður.

Øll tit sum sita í sóttarhald við familjuni, minnist eisini til at njóta løtuna, hóast tað ikki altíð er so lætt at fáa alt at ganga upp.