Bloggur
Háskúlavikuskifti fyri vaksin - við børnum
Í hesari familjuni royna vit at hugsa grønt. So ein jólagáva í fjør var ein ferð til Sands á háskúla - til okkum frá okkum. Valið fall á "grønan vetur"-skeiðið.
02.02.2021

Á heimasíðini stóð skrivað, at børn vóru vælkomin við á tað langa skeiðið, so eg vónaði, at hetta eisini var galdandi fyri stutta skeiðið, tí annars vóru vit nokk ikki farin. Og yes, børn eru vælkomin! Ikki bert vælkomin, har var enntá eitt familjukamar, har pláss var fyri okkum øllum; tvey vaksin og tvey smá børn!

Koronutíðin bjóðar okkum av við valið um familjuferðir. Vit ynskja okkum altíð til heit lond, men um eg skal vera erlig, so tími eg illa at ferðast við tveimum børnum til eitthvørt heitt land, har eg faktiskt bert ynski mær, at tey spæla og hugna sær í einum radius av 10 metrar rundan um meg. Tað riggar ikki í veruleikanum.

Eg havi heldur ikki ordiliga ráð at ferðast til hesi heitu londini.

Faktisk hava vit heldur ikki ordiliga tíð. Vit byggja enn um. Umbyggingin tekur (surprise) nógv longur, enn eg helt og er eisini nógv dýrari, enn eg vónaði. Um tú gongur framvið hjá okkum, sært tú eisini, at umbyggingin er steðgað - vit samla orku ;) - Og pengar - Og tíð!

Á tann hátt er nakað gott í hesari koronutíðini. Vit eru meira við hús. Eru eisini meira saman. Bara vit og tað faktisk ikki so keðiligt kortini. Og so ferðast vit stutt og lokalt.

Mat- og moldmentunarháskúlin avbjóðaði okkum í okkara matvanum. Vit vaksnu lærdu, at grønmeti veksur enn í Føroyum, hóast tað er januar, børnini lærdu at grønmeti ikki veksur í FK og vóru við at taka úr moldini.

Vit vaksnu lærdu eisini, hvussu maturin kundi handfarast, og pínadoy um eg ikki eisini lærdi, at míni børn ikki eru so kræsin, sum eg gekk og billaði mær inn. Tær vóru við í allari prosessini, at skera, purera, steikja, mosa, og hvat veit eg, og tær smakkaðu uppá alt!

It takes at village to raise a child fekk eisini sína roynd á skeiðinum. Genturnar gingu frá vaksnum til vaksnum og vóru so væl móttiknar av øllum, at tær hildu seg eiga ein part av hinum luttakaraum. Og foreldrini, ja vit fingu løtur til okkum sjálvi.

Eg eri farin at ynskja mær at koma á eitt langt skeið á 8 vikur. Men mínar arbeiðsætlanir halda meg aftur -í ár.

Men álvara. Eg haldi, tað hevði verið gott fyri okkara familju at verið á einum langum skeiði. Alt gongur seint fyri seg, og nervalagið verður forkelað!

So heit lond… Ikki enn,kanska ongantíð. Føroyar eru ov spennandi. Tí hava vit avgjørt, at í okkara familju fara vit at ferðast eina ferð hvønn mánað - í Føroyum.