Bloggur
Heysttankar
Árstíðin ávirkar sinnalagið hjá Mammasta. Les hennara heysttankar her...
28.10.2021

Árstíðin er skift í dag! Kavi sæst í onkrum fjalli. Hetta ávirkar mítt sinnalag... Soleiðis er tað er við øllum árstíðsbroytingum hjá mær.

Tá veðrið broytist, vil eg broyta.

Heima við hús er alt heimið undir broyting. Ja, ella tað er kanska ikki broyting meira, tá man hevur verið í gongd í tvey ár. Vit bygga um, og tað fyllir alla mína tankagongd, tá eg eri við hús. Har er órudd, tí tingini hava ikki sítt pláss enn. Bara dustsúgvarin... Eg fái grønar prikkar av honum. Hann hevur ikki eitt skápspláss (enn) og er blivin ein møbil hjá okkum. Onkutíð býr hann í stovuni, stundum í einum kamari, og tá eingin vil hava hann, býr hann í gongini.

So eg ynski mær broyting – í ein fart!

Skuldi eg fingið mær eina tattovering? Nei. Eg havi eina, sum fekk eg sum 18 ára gomul og er eitt sokallað 'trampstamp', ein tatovering uppiyvir reyvuni. Jep... Ikki so øgiliga sjarmerandi, tá man er 40! Men til alla lukku, síggi eg hana sjáldan sjálv. Og hvat hevði verið gott nú? Føðingardagur hjá børnunum? Nei gott er, tað minnist eg væl sjálv ;)

Hjúnarskilnað? So fekk eg frí annað hvørt vikuskifti! Men hevði verið kedd av longsli eftir manninum, og eg hevði helst blivið fullkomuliga desperat eftir at fáa hann aftur heim. Nei, gott er. Eg eri eisini so ring av timburmonnum, at tað hevði sikkurt ikki verið ein suksé allíkavæl.

Krúnraka mær? Nei... Halt kipp ikki! Tá hárið veksur aftur, líkist eg einari bamsu, tí hárið er so tjúkt.

Hvat er so eftir at broyta, sum ikki hevur fylgjur langt fram í tíðina?

Hárliting! Men ikki til mín. Til genturnar. Vit hava fingið hendur í onkrari hárliting, sum ikki hevur so nógv kemikalietvætl í sær. Ljósareyða liting, sum kann vaskast út aftur. So í dag havi eg verið til arbeiðis við ljósareyðum negl. Eg nýtti ikki handskar, tá eg litaði teimum... Tær hava verið á stovni og í skúla við pink hári, og tær elska tað.

Og nú bíði eg eftir at friður aftur kemur í sinnið hjá mær. Tað sigst, at ein betongslanga kemur at stoypa mær gólv innan stutta tíð. Tað er bestemt eisini ein góð broyting. Tað leggur upp til, at eg kann fáa skáp til dustsúgvaran. Og skjótt er vikuskifti, og eg ætli mær at rudda – væl og leingi.

Og eg havi klipt mær frunt. Hann er eisini góður.