Bloggur
Korona #1 (kanska) liðug
Ein nokkso vanligur gerandisdagur er so smátt við at byrja. Vit renna aftur runt sum høvðurleysar hønur um morgunin, vakna ov seint, tí vit komu ov seint í song. Bæði eg og maðurin ganga okkara tvíeggjara gongd við at klemma børnini og vakja tær varliga til at fáa tær at skunda sær.
02.05.2020

Tær vinna sum oftast hesa kapping við at dølla sær alt tær kunna -tí tað gera børn.

Vit hava fingið stovnspláss annað hvønn dag. Og eg má siga, at tað er líka gott fyri mammuna, sum fyri genturnar, at vit byrja í smáum. Fyri mítt viðkomandi, má eg viðganga, at tað hevur verið ein gáva hjá teimum (og mær) at vera heima - og bert heima.

Tað vísur seg, at fyri at henda familjan skal hava tað gott saman, nýtist okkum ikki at gera nakað meir enn at súkkla ein túr. Tað er faktisk ikki neyðugt, at ferðast útum gøtuna fyri at fáa upplivingar. Ella enn betur, trappan til úthurðina langt nokk.

Vit hava livað einkult. Úfterðir til spælipláss. 15 min súkklitúr. Morgunmat í hondina og ganga oman eftir vegnum og heim aftur. Støva av, givið urtapottum vatn. Vit hava livað róligt.

Sjálvt Findus Emil (kettan) hevur haft ágóðan av, at her eru húsfólk til staðar alt døgnið. Eg havi lært at skilja kettumál. Eg havi funnið útav, at har er eitt mjav til ”eg vil út” og annað til ”eg vil eta”. Av sonnum kann eg nú kallast crazy cat lady!

Eg havi saknað mítt vanliga lív, arbeiði og vanligar vaksnar samtalur uttan at vera avbrotin. Eg havi eisini saknað mín mann. Vit hava arbeitt uppá skift fyri at fáa alt at ganga upp við starvi og barnaansning. Men eg haldi, at eg fari at sakna hesa ”korona-feriu” enn meir.

Vit kláraðu ikki at koma ígjøgnum uttan at gerast holubúgvar. Vit bustaðu ikki tenn hvønn dag (Næstan hvønn dag), genturnar fingu feittut og skitið hár, tí eg mintist ikki nær tær vóru í bað seinast. Her var meeeeega óruddiligt (og er tað enn), tí tað er fullstendiga ómøguligt at halda heim við tveimum leikutoy-sleipandi gentum, sum hava til óvana at blaka alt frá sær, akkurát har tær standa.

Nú skula vit venda aftur til normalitetin, ella hvat tað nú verður til… Eg haldi tó at okkara normalitetur hugsast av nýggjum. Eg eri hugtikin av at liva minimalistisk í huga og gerðum. Eg dugi hampuliga væl at eiga lítið, og sleppa mær av við ting. Men eg eri ikki so minimalistisk í mínum sinni. Tað ætli eg mær at læra. Serliiga tí eg nú havi sæð, hvussu lítið skal til, fyri at vit øll trívast. Vit skulu bara vera saman og gleðast um tær smáu løturnar. Serliga áðrenn genturnar gerast størri og seta størri krøv til tilverðuna.