Bloggur
Korona á 3. viku...
Vit hava verið heima við børnum, síðan løgmaður gav boð um at vera við hús, 13. marts. Knappar 3 vikur. Og nú er hetta okkara dagligdagur. At vera við hús.
01.04.2020

Tað er eitt sindur sum at vera á barsil aftur. Munurin er tó, at eg fekk ikki 8 mánaðar at fyrireika meg í. Eg fekk umleið 24 tímar frá Mette segði tilmælini í Danmark, til Bárður tók tey somu upp her.

Eg havi verið nógvar kenslur ígjøgnum:

-Hvat skal nú henda við okkum?

-Vera vit eisini sjúk?

-Eg keeeeði meg!

-Hetta er slett ikki so galið  - at vera heima við børnunum. Tey eru virkuliga deilig børn.

-Nær kemur maður mín heim frá arbeiði? Eg makti ikki ein minutt meir við mínum børnum í dag.

-Eg fari at rudda alt og gera reint.

-Oh my god! Frata sum míni børn (og maður -Ikki eg!) órudda nógv. Hetta endar aldrin!

-Havi brúk fyri at hittast við einari vinkonu - NÚ!

-Deiligt at bara ganga heima í joggingklæðum.

-Eg má gera okkurt burturúr mær sjálvari nú. Eg líkist guð viti, hvat…

-(Lippandi) Eg fari ongantíð at sleppa út úr hesum húsinum aftur. Hetta er lívið framyvir - Eg las tað í Ekstra Bladet.

Eisini eru nakrir nýggjir vanar komnir burturúr

- Skermar og sjónvarp til børn eru alvorliga avmarkað. Hóast tær keða seg viðhvørt, so sigi eg bara nei, tá tær vilja Youtube ella hyggja eftir Oggi og Kakkilakkarnar. Afturfyri eru tær byrjaðar at spæla ordiliga nógv sjálvar. Meir enn eg helt, at tær dugdu.

- Systrarnar eru farnar at spæla ordiliga væl saman. Aftur, nógv meir enn eg helt, at tær kláraðu. Eldra dótturin er komin til tols við, at lítlasystir er the one hon kann spæla óavmarkað við.

- Børn duga at spæla úti! Hetta er sjálvandi ikki nakað nýtt hjá teimum allarflestu, men eg kann væl vera erlig og fortelja, at tað hevur verið ringt at halda gentunum í spælinum úti. Tær vilja vanliga bara inn aftur. Nú er valið - úti ella einki spæl. Og píka um tað ikki riggar!

- Eg kann ikki mettast. Eg eigi onga vekt, men eg havi sterkan mistanka um, at pílurin peikar upp. Eg mungi eftir øllum. Eg gleði meg til Vælvera fitness letur uppaftur og spinning er ein møguleiki aftur.

- Eg umhugsi at binda ella brodera. Tað er nýtt.

- Fyri fyrstu ferð ever, eri eg lukkulig yvir, at vit onga uttanlanda ferð hava bílagt í ár. Eg elski at ferðast. Í ár vera vit (aftur og nú við gleði) í Føroym. Vit elska Føroyar!

- Tá eg endiliga skal til arbeiðis og hervið út uttan børn, lati eg meg í, sum eg skal í ball. Leiti leingi eftir klæðum, og havi alt ov nógva sminku. Kontrastur til heimalívið…

- Vit eta úti dagliga - Sí mynd :) Kann viðmælast. Hetta er tó bert á trappuni, men eyðnan er líka stór, sum vóru vit á Hawaii.

- Uttan stress og jag um morgnarnar, dagin og kvøldið, eru míni børn ikki so galin. Faktisk nokkso fittar. Tað er nokk tað allarbesta við hesum koronahalloynum.