Bloggur
Oyggjahopp: Karmur í Koltri
Eftir at hava lýst túrin á Facebook í 3-4 tímar, vóru 45 fólk klár at koma við mær til Kolturs, og brádliga varð eg til ferðaleiðari Katrin.
30.07.2021

At koma til Kolturs er einki problem. Men at koma av oynni, er verri. Man kann koma til Kolturs við tyrluni fyri lítið og einki. Men henda landstænastan er ikki gjørd til mín ágóða. Hetta er til fólk, sum búgva á hesum oyggjunum, og so er eisini pláss til okkum onnur onkuntíð. Men hetta er óivað útnytta gjøgnum tíðirnar, so tað ber ikki til at flúgva til og frá sama dag longur. Sostatt er einki problem at koma til Kolturs, og eitt stórt problem um tú ikki hevur møguleika at gista á oynni. Hetta vóru okkara trupulleikar.

Kanska hevði Bjørn Patursson forbarmað seg yvir okkum, um vit komu við tyrlu. Men nokk so mogið, um tað ikki gekk. Faktisk kennast vit heldur ikki, so tað hevði eisini verið ordiliga løgið at banka uppá dyrnar við tveimum smágentum, og biðið um eina (stóra) song og mat.

So eg mátti kanna aðrar møguleikar. Onkur smábátur vildi sigla okkum yvir fyri ein prís, sum eg heldur vildi farið til Mallorca fyri. Eg kannaði so ein gamlan kenning - Norðlýsið! Tað var eisini fyri ein prís, sum hóskar seg betur sunnanfyri fyri meg, men har var um ikki annað pláss til fleiri, sum kundu deilast um kostnaðin. Og so varð! Eftir at hava lýst túrin á Facebook í 3-4 tímar, vóru 45 fólk klár at koma við mær til Kolturs, og brádliga varð eg til ferðaleiðari Katrin.

Koltur var ein sonn perla! Í Koltur finnur tú Føroya lægsta fjall á 101 metur, kallað Fjallið. Rakul og maður mín vildu gjarna ganga henda túrin við mær. Vit komu uml,. 20 metrar upp og so hevði Rakul fingið fótakarm og vildi ikki ganga longur. So næstu ferð  - kanska…

Lív vildi ikki við á fjallatúrin. Hon vildi heldur oman í fjøruna ímeðan og eftir okkara stuttu útferð, komu vit aftur til eina plaskváta gentu, sum hevði spælt ”stóra alda kom” og hevði tapt spælið við alduna. Sandurin á Koltri er svakliga vakur og allan túrin verdur at síggja.

Aftur á hesari oynni gjørdu vit ikki tað stóra, men vóru saman. Tá eg ferðist við børunum, er ofta nokk at ganga frá bátinum til fjøruna. Tær fingu søguna um Magnus, sum svam yvir fjørðin at vita, men vóru ikki serliga imponeraðar, tí ”tað klári eg eisini mamma…”

Komin í turr klæðir, gekk leiðin umborð aftur og heim við tveimum mega troyttum gentum, sum tó kortini ikki vildu sovnað, tá tær vóru lagdar seint at sova.

Norðlýsið fær 5 stjørnur frá mær - bæði í tænastusinni og fyri at vera við uppá at stápla henda túrin upp við stuttum skotbrái.