Bloggur
RakulMótsatt
Vit høvdu verið ein túr úti á bygd og yvirnátta. Tað er ikki nakað fyri Rakul, tí hon svevur allarbest heima. So tá vit komu til hús aftur, var hon tíðiliga undirsvøvnd og bleiv spinnandi ill um smáting, so sum hvussu sokkurin sat, ella um hon fekk røttu skeið osv. So eg ætlaði sjálvandi, at hon skuldi sleppa at fáa ein lúr.
23.04.2020

Á veg heim í bilinum byrjaði eyguni at detta saman, og nøgd var eg. Maðurin sá hetta eisini, og spurdi hana, um hon var við at sovna. Hann ætlaði, at hon skuldi sovna seinni. Hon klárvaknaði!

Dagurin helt áfram við drama. Hon lá og græt um smáting, kastaði seg aftur, smekkaði seg í osv. So nú skuldi hon sleppa trillitúr. Hon tútbrølaði og var sjálvsagt yvirmóð, og vildi als ikki geva seg inn í svøvnin.

Hon vildi heim!

Vit uggaðu alt tað, vit kundu og lovaðu henni heim.

Sama skil var. Hon lá og kastaði seg fram og aftur og græt, um vit bara søgdu eitt skeivt ljóð. So vit avgjødu at gera enn eina roynd at leggja hana og fóru aftur ein trillitúr - nú við klappvogninum, so hon ikki skuldi føla, at vit royndu at leggja hana. So fóru vit “gongutúr”.

Men Rakul vildi ikki sova, líkamikið hvat vit royndu. Og nú høvdu vit brúkt allan fyrrapartin og meiri afturat - umleið 5 tímar at leggja hana... So maðurin og eg avgjørdu í felag, at vit bara bíðaðu til kvøld, og so skuldi hon sleppa tíðliga í song, og vit fáa kvøldið til okkum sjálvi, win-win!

So leiðin gekk heim til hús aftur. Og pínadoy. Tá húsini vóru 30 metrar frá okkum, mundi frikadellan sovnað.
Panikkur kom í okkum foreldur. Tí um hon sovnaði nú, var sikkurt og vist, at kvøldið fór at vera sum hinir 5 tímarnir, har vit royndu alt ímillum himmal og jørð at fáa hana at blunda. Nú vendi skútan.

Vit kláraðu tað. Hon kom tíðliga í song. Men tað gjørdu vit eisini, dagurin var munandi strævnari enn ætlað.