Bloggur
Renn sum tú vilt - við Kvinnu
Minnast tit rennidagarnar í skúlanum?
05.09.2020

Eg tími líka illa at renna í dag, sum tá. Álvara! Eg veit, at fólk halda, at fysioterapeutar elska alla rørslu, allar ítróttargreinar alt sum fær teg at sveitta. Men tað passar ikki. Mær dámar væl rørslu. Men ikki at renna. Ella jú eg tími væl at renna stuttligtrenn. Ikki renn-uttan-endamál.

Eg eri fitnað nógv tey seinastu árini (Mammuvekt) og vigið smá 15 kg meir, enn tá eg ongi børn átti, so eg BURDI kanska runnið. Men nei. Eg gangi, og eg súkkli. Tað tími eg væl.

Sum tú kanska hevur lisið, so byggja vit um. Maðurin er sostatt upptikin í vikuskiftunum, og eg havi børnini. Tær eru heldur ikki skjótar at hava við sær runt. So vit ganga og súkkla - tá vit also ikki koyra mammubilin.

Men akkurát sum rennidagur var í skúlanum, so ætli eg mær at hátíðarhalda rennidagin við Kvinnu.

Eg fari at renna! Eg fari at renna á mín hátt, og eg havi sett mær fyri at renna 5 km.

1. km skal joggast! Fyri øll tey, sum eru fødd í 1990 og seinni, so hava tit kanska ikki hoyrt orðið at jogga. Tað er eitt 70’ara og 80’ara ting. Jogga er at ganga skjótari enn gang, men ikki skjótt nokk til at kallað tað renn.

2. km skal kappgangast. Enn eitt 80’ara ting. Faktisk sær mann eitt sindur klikkað út, tá mann kappgongur. So vítt eg minnist, er hetta ein OL-grein. At tað er ein OL-grein hjálpur ikki uppá, at tað sær klikkað út. Men eg rokni heilt vist við, at tað er skeg kortini.

3. km - púra vanligt gang. Kanska um eg fái eina vinkkonu við, so kunna vit fáa okkum ”gangiklæðini”, og síggja út sum vit ganga ordiliga aggressivt og tosa um allar trupulleikar í heiminum, meðan vit smátiva.

4. km gangi-renn. Tað er tað, mann ger, tá mann venur seg at renna. Mann kann ganga í 2 min og so renna í 1 min.

5. km - væl upphitað, rokni eg við, at hesin er easy peasy at renna, akkurát sum mann eigur. So her ætli eg mær at renna ordiligt.

Kanska fari eg at renna/ganga allir í senn. Kanska ikki. Tað kemur ann uppá veður, børn, mann og hvat veit eg.

Kortini vil eg allíkavæl siga, at mær dámar væl rørslu, men eg eri púra ok við, at eg ikki livi upp til Instagram-ideal í vekt og rørslu. Tað er tí, at eg havi sett mær fyri at vera ein av fyrimyndinum hjá mínum gentum. Um eg skal hava tíð at ”koma í form” skal eg geva avkall á fleiri tímar. Og tað vil eg ikki - nn. Tað kemur.