Bloggur
Royal við børnum
Eg og CP Føroyar hava vunnið eina virðisløn fyri okkara avrik av sjálvbodnum arbeiði. Tað er so fantastiskt og við eini slíkari virðisløn, skal man halda røðu og tosa við prinsessu Benadiktu. Spurningurin er bert, hvussu gert tú tað, tá mínar royndir við røðum er, at mínar gentur vilja hava ein part av bitanum av 'spotlight', tá mamman er 'á'. 
26.08.2021
Vit løgdu ein taktikk um, at pápin mátti halda fast í teimum og møguliga fara út við tí, sum byrjaði at rópa 'mammaaaaa, eg vil til tííín' undir røðuni. Men raskar vóru tær kortini og smæddust tíbetur eitt sindur, tá henda mamman fekk mikrofonina.
Disney er ikki til stóra hjálp, tá tú fyri helst einastu ferð í lívinum, skalt hitta eina frá kongshúsinum. Vit nýttu nógva orku at greiða frá og vístu myndir. Eg fekk ikki hildið tankan út, um tær hildu, at Elsa ella Anna skuldu koma og ístaðin kom Benadikta. Eg veit, við 100% vissu, at tað hevði ført til pínligar spurningar, so sum: 'hví er tú so gomul' ella 'tú líkist ikki einari prinsessu'. So her í húsinum eitur Benadikta ommu-prinsessan.
Tær tímdu tó ikki alt hóvastákið á degnum og vildu helst fara heim. So meðan mamman her sólaði sær í sínum 15 minuttum av 'fame', fekk eg eina lítla hond í mína. Hartil tað vanliga, sum á ólavsøku og prátaði við vinir, var: 'Mammaaaaa, kom nú' og 'Mamma, eg skal líka vísa tær nakað' (á barnamálið merkir tað - kom og set teg hjá mær og lurta eftir mær).
Sum so nógv annað vit hava gjørt, var hetta stuttligari uppliving hjá teimum, tá vit vóru heima, og tær vóru í miðdeplinum aftur - akkurát sum børn eiga at vera.
Tær fingu løn fyri dagin dagin eftir, har vit vóru í Tivoli. Onnur var crazy daredevil við einari skít-í-buks bangnari mammu, og hin var errin av, at hon kláraði karusellina og sjórænarabátarnar 15 ferðir - við mammuni.
Við í Helena Elsass prísinum havi eg fingið ein lítlan posa av pengum - restin fer har tað hevur tað best: í felagið! Hvat skal eg so brúka pengarnar til? 

Vit byggja um og hava í heilum brúk fyri eyka pengum, tí alt kostar í einari umbygging.  Men eg vil síggja pengarnar aftur í tí dagliga og ikki í einum vindeyga ella láni.
So eg havi keypt mær eitt spísiborð - í mars mánað!
Eg fekk boð um virðislønina fyri einum hálvum ári síðani. Eg var frek nokk til at prutta meg til ein avsláttur í kostnaðinum.
Uml. eina ferð um mánaðin ringir møblahandilin og minnir meg á, at eg havi tvey kolli standandi har. Ja ja, ikki selja skinnið....
Eg havi róst teimum fyri at vera tolin, men tað leggja tey ikki so nógv í. Men oyje eg gleði meg. Nú fari eg eftir tí!