Bloggur
Vit eru farin niður í ferð… Í summarfrí
Sum allarflestu hava vit hálað og drálað okkum í gjøgnum seinastu vikuna, áðrenn summarfrítíðin byrjar. Vit komu ov seint upp, ov seint í song, hava verið ófyrireikað til dagin og hava gloymt at keypt breyð til matpakkar og hava ikki vaskað øll tey klæðini, sum vit skuldu brúka og hava funnið alternativar loysnir. 
14.07.2021

Breyð varð til pastaskrúvur.

Vatntættu klæðini til fínar kjólar saman við gummistivlum.

Nátturðin hevur verið frystipitsa - eitt sindur meir enn væl er.

Og mín arbeiðsgevari hevur fingið eitt ella tvey sms um, at eg eri á veg, bara eitt pinkalítið ov sein... Aftur!

Tá lítla varð heintað fríggjadag, sang hon á veg heim við einum heimagjørdum lagið og dansi, at nú hevði hon frí í fimm vikur.

Ja tú lesur rætt. 5 vikur!!! Vit hava nú eitt skúlabarn. Okkurt geni hevur funnið útav, at tey skula hava 8 vikur summarfrí. Eg nýti so alla mína feriu nú. Maður mín er gartnari, og hóast sólin ikki sæst, veksur væl, og hetta má passast. Hann má vera tann, sum hevur allar vetrarferiur, og so síggjast vit kanska aftur um nøkur ár :)

Vit høvdu ikki nakrar villar ætlanir. Líka til eg læs um eina, sum ætlar sær at vitja allar oyggjarnar í Føroyum. Hon hevur mann, eitt 3 ára gamal og eitt pinkalítið. Eg vil eisini, og vit pakka longu!

So nú er ætlanir lagdar. Vit satsa uppá tær smáu oyggjarnar og raka tær stóru á veg til tær.

Útstýrdar við einum Túná-kortið og einum mynti, skava vit eina oyggj fyri og aðra eftir.

Vit byrja í morgin við Nólsoy og einum tjaldi.

Men í dag er alt slow. Vit hava verið í bankanum við føðingardagspengum. Vit hava gingið til bankan, við matpakka og saft. Genturnar fingu ein drekkidunk frá bankanum og drukku nonstop og pissaðu 5 ferðir á veg heim. (Takk allir handlar, sum hava tikið ímóti okkum í dag ,og sorry, um tú átti garðin vit krógvaðu okkum aftanfyri) Og restina av degnum er til at pakka til í morgin. Leiðin gongur til Nólsoyar, við tjaldi.