Bloggur
Vit hava verið okkara fyrsta oyggjatúr - Nólsoy
Fyri at gera tað lætt fyri meg sjálva, lovaði eg gentunum at sova eina nátt. Tað bleiv til tvær, eg varð yvirtalað av tí 7 ára gomlu, sum als ikki vildi heim!
21.07.2021

Mínar ætlanir vóru nógvar, kanska ganga út á Borðuna, ella um tað ikki bar til, so Stongina. Vit komu til fjøruna og Maggies.

Rakul, 4 ár, vildi bara liggja í tjaldinum og balla seg. Lív vildi í fjøruna at finna krabbar og svimja. Eg vildi helst bara hava ein kopp av kaffi og eina friðaliga løtu. Lív og Rakul vunnu.

Eg var við eldru og fangaði krabbar. Tað er als ikki nakað fyri meg. Eg haldi, teir eru nokk so vemmiligir at nerta við, og fjøran er endavend av leitandi børnum, og tað var fjøra og luktaði snikut. 7 ára gamla hugnaði sær, og mínar føtur svóvu, og guðsdoy um eg ikki fann ein krabba ella tveir. Og ein deyðan og eina marflugu (bææææddd) og 100 hvalspýggj (eisini vemmiligt)

Tann lítla í tjaldinum var ikki nakar kampari. Hon vildi bert liggja og balla seg, ella rýmdi hon til systkinabarnið og hvarv nær sum helst. Á vegnum frá tjald til hús, fann hon tó óteljandi grátt undir steini, flugur og át alt sum vaks og smakkaði nøkulunda væl. Hon var ikki til at fáa úr náttkjólanum og var kortini ísakøld, men vildi ikki latast betur í.

So mínir gongutúrar blivu droppaðir, og eg kenni meg sum annar Jens Kjeld, so nógvar flugur og aðrar insektir vit samlaðu.

Men nú er hugurin vaktur. Bæði hjá mær og gentunum. Eg fann útav, at eg væl klári at ferðast uttan pápan, sum onga summarferiu fær í ár. Meeeen eg saknaði hann. Serliga hansara kaffi, sum eg fái hvønn morgun.

Next stop Koltur.