Bloggur

Tað er ongantið ov seint at byrja at venja

Hevur tú roykt í áravís, valt sós fram um salat og hugsað at venjing er tíðarspilla? Kanska angrar tú tað nú, tú ert vorðin eldri, men gleð teg heldur um, at tú í stóran mun kanst rætta uppá skaðarnar. Tað er nevniliga ongantíð ov seint at broyta lívsstíl.
15.02.2021

Tú berjist við tyngdarmegina í sofuni, vinnur við neyð og deyð og kemur upp at sita. Har á sofaborðinum lokkar yndisgóðgætið, take-away-matur og sodavatn. Tú hevur so væl og virðiliga uppiborið eitt tílíkt hugnakvøld, heldur tú, meðan tú umhugsar at roykja eina av sigarettunum, sum liggja í skuffuni. Tú sapp’ar runt, til tú finnur yndisrøðina í sjónvarpinum og søkkur niður í púturnar. Lívið er gott.

Eftir tey 50 merkjast avleiðingarnar
Ja, lívið ER gott. Men á omanfyrinevnda hátt verður tað kanska ikki so langt. Ov lítil rørsla, vánaligur matur og sigarettir – og tær lívsstílssjúkur, sum fylgja við – er nógv tær vanligastu orsøkirnar til, at fólk doyggja ov ung – og ikki minst orsøkir til lægri lívsgóðsku, tá avleiðingarnar av álvara byrja at síggjast – eftir 50 ára aldur.

Tað er ongantíð ov seint
Men áðrenn tú panikkar yvir allar sigarettrinar, tú roykti sum ung, ella allar tær ferðirnar, tú valdi sofuna heldur enn renniskógvarnar, so les víðari. Tí tað er ongantíð ov seint at gera nakað gott fyri heilsuna. Og vinningurin við at broyta lívsstíl er ótrúliga stórur – eisini um tú ert komin upp í árini, tá tú byrjar.

Liv betur tey seinnu árini
Ein kanning, sum stóð í Journal of the American Medical Association, vísir t.d., at tað ongantíð er ov seint at parkera lívið við ongari rørslu og leypa út í kropsligt virksemi. Tað var greiða niðurstøðan, eftir at granskarar høvdu fylgt yvir 300.000 fólkum í meira enn 15 ár. Tey, sum rørdu seg, vóru í minst vanda fyri at doyggja av lívsstílssjúkum, og heldur óvæntað var tað galdandi, sama nær fólk vóru byrjað at venja. Har var sostatt eingin munur á vandanum fyri at doyggja ov tíðliga millum teirra, ið høvdu íðkað 2-8 tímar um vikuna síðani tey vóru ung, og tey, sum ikki byrjaðu, fyrr en tey vóru millum 40 og 61 ár .

Finn okkurt, sum tú tímir at venja
Gjøgnum árini havi eg roynt nógv ymisk sløg av venjing – og tað týdningarmesta er, at tú tímir, tí tá eru sannlíkindini fyri, at tú blívir við, nógv størri. Sjálv havi eg ongantíð tímað venjingarmaskinur serliga væl. Men eg veit, at styrkivenjing bara verður meira og meira týdningarmikið við árunum, so tað er nakað, sum bara má gerast. Men tíbetur hava venjingarmiðstøðirnar nógvar góðar liðtímar – og tað er nógv stuttligari og tað gevur nógv meira, tá ein góður venjari alla tíðina stimbrar og eggjar teg til at gera títt besta.

Vinkan er við
Eitt annað, sum kann vera við at at gera, at tú tímir betur at blíva við, er at gera eina avtalu við eina vinkonu, makan ella onkran annan um at fara at venja. Tað hjálpir í hvussu er mær nógv – onkutíð háli eg vinkonuna avstað og onkutíð hálar hon meg – fyrst ein góðan liðtíma og sum oftast eitt dypp í Sandagerði omaná – tá er vælveran í topp!

Kelda: iform.dk




Viðkomandi greinar